fríggjadagur 8. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 27 - 8. februar 2002
Nr. 27 - 8. februar 2002
13
Galdandi lóg um
rættindi teirra sálar-
liga sjúku í Føroyum
er frá 1938 og er
avoldað. Lógin
tryggjar ikki ein-
staklingum rættindi,
sum eru eyðsæð. Tað
hevur ført til, at
samfelagið í dag ikki
sær seg føran fyri at
liva upp til sína
ábyrgd mótvegis
teimum, sum eru rakt
av sálarliga sjúku
HEILSUVERKIÐ
Marjun Dalsgaard
Rættindi teirra sálarliga
sjúku í Føroyum eru ikki
lógarfest. Tad er, millum
annað, niðurstøðan hjá
arbeiðsbólkinum, sum í
nov. 2000 undir táverandi
landsstýriskvinnu í Al-
manna- og Heilsumálum,
Helenu Dam á Neystabø,
var settur at kanna tørvin
hjá teimum sálarliga sjúku í
Føroyum. Álitið frá ar-
beiðsbólkinum, sum ber
heitið "Ein glotti fyri
framman," var liðugt í apríl
í 2001, og her verður heitt á
mynduleikarnar
um
at
broyta galdandi lóg um
rættindi teirra sálarliga
sjúku í Føroyum. Somu-
leiðis sigur formaðurin í fe-
lagnum Sinnisbati, at lógin
er avoldað, og at hon ikki
tekur hædd fyri rættar-
trygdini hjá tí einstaka.
Lógin, sum er frá 1938,
hevur eisini verið galdandi
í Danmark, til hon bleiv
broytt í 1990 til eina meira
tíðarhóskandi lóg. Svenn-
ing av Lofti, formaður í
Sinnisbata sigur, at mun-
urin er til dømis, at í Dan-
mark hevur einstaklingurin
krav uppá at fáa ein tals-
mann, sum fylgir við-
komandi frá tí stund, hann
kemur í samband vid
heilsuskipanina. Hetta skal,
millum annað, tryggja sjúk-
linginum, at hann ikki
verður koyrdur undir við-
ger, sum hann ikki ynskir.
Hóast álitið frá apríl 2001
mælir til, at lógin verður
broytt, sigur Sámal Petur í
Grund, landsstýrismaður í
Almanna- og Heilsumál-
um, at eingin arbeiður við
at broyta lóggávuna enn.
Ein arbeiðsbólkur er settur
at
samskipa
framtíðar
psykiatriina í Føroyum, og
bíðað verður eftir, at hetta
álit er liðugt, áðrenn nakað
verður gjørt við málið.
Einki hent í 20 ár
Niðurstøðan í álitinum "Ein
glotti fyri framman" fra
apríl í 2001 er eisini, at
samfelagið eigur at tryggja
borgarum, við serligum
tørvi, bútilboð og tilboð um
arbeiði ella endurútbúgv-
ing. Trupuleikin er, at tað
ikki stendur nakrastaðni í
føroyskari lóg, hvør hevur
ábyrgdina av hesum. Sámal
Petur í Grund sigur, at lógin
um stuðul frá tí almenna til
eitt heim ikki verður broytt
av tí orsøk, at samfelagið
ikki megnar hesa uppgávu.
- Hóast vit broyta lóggáv-
una á økinum, kann sam-
felagið ikki liva upp til hesa
ábyrgdina, sigur hann.
Einki hevur verið gjørt á
umráðnum í 20-25 ár. Úr-
slitið er, at 77 fólk við
sálarligum líðingum í dag
hava bráneyðugan tørv á
bútilboðum
uttanfyri
heilsuverki. 40 av teimum
hava sín bústað á Lands-
sjúkrahúsinum. Við teim-
um íløgum tað almenna fer
at gera á økinum í dag,
kunnu einans 10 fólk rokna
við, at fáa búðtilboð kom-
andi tvey árini.
Eitt lítið stig á
vegnum
Formaðurin í Sinnisbata,
Svenning av Lofti heldur
kortini, at tað er positivt, at
tað almenna nú hevur játtað
pening til 10 vardar íbúðir.
Íbúðirnar røkja rættin, vit
øll eiga at hava, til eitt
privatlív. Samstundis skal
onkur vera til staðar, sum
ein kann venda sær til, um
tørvur er fyri tí. Hann sær
hetta sum eitt tekin um, at
tað almenna hevur tikið ein
part av síni ábyrgd, og tað
er eitt stig á vegnum. Hig-
artil hava øll keyp av
húsum til sambýli og vardar
íbúðir verið privat.
Í ár eru 4 mió. settar av
fíggjarlógini til endamálið,
og saman við teimum 3,5
mió., sum vóru játtaðar í
fjørð, eru 7,5 mió. settar av
til at betra bútilboðini hjá
teimum sálarliga sjúku í
Føroyum. Bústaðartrupul-
leikin hjá hesum bólki í
samfelagnum, kann tó ikki
loysast við eini eingangs-
upphædd. Økið hevur verið
vanrøkt í so langa tíð, at tað
krevur árligar játtanir av
fíggjarlógini á eini 10 mió.
inntil tørvurin er nøktaður,
um trupuleikin veruliga
skal loysast, sigur Svenning
av Lofti.
ÚTGÁVA
Føroya
Skúlabóka-
grunnur hevur givið út
"Rakul og aðrar søgur"
eftir Regin í Líð.
Regin í Líð er dulnevni,
sum Rasmus Rasmus-
sen, eisini nevndur Ras-
mus á Háskúlanum,
nýtti, tá ið hann skrivaði
fagrar bókmentir.
Tær tríggjar stuttsøg-
urnar, Rakul (1907) og
Minnisvarðin (1906) eru
við í hesari útgávuni.
Hetta eru søgur, ið lýsa
sterkar kenslur, sum
vinalag,
kærleika,
hjartasorg, og deyða, og
skulu tí tala til ung. Eir í
Ólavstovu hevur mynd-
prýtt bókina við svørt-
hvítum, ið lýsa persónar
og umhvørvi um alda-
skiftið.
"Rakul og aðrar søg-
ur" er Snípubók í røðini
Snípa
-
Klassikari.
Lydia Didriksen hevur
viðgjørt handritið lesi-
námsfrøðiliga og gjørt
arbeiðsuppgávurnar.
Lesinámsfrøðilig við-
gerð er m.a., at greitt
verður frá torskildum
orðum.
Orðafrágreið-
ingar eru prentaðar í
marguni. Aftast í bókini
eru arbeiðsuppgávur til
hvørja stuttsøgu, spurn-
ingar og frágreiðingar til
myndagreining í savn-
inum. Arbeiðsuppgáv-
urnar eru býttar sundur
eftir torleikastigi í a-, b-
og c-spurningar.
Jens Frederiksen, stu-
dentaskúlalærari, hevur
greinað og tulkað eina
mynd, sum dømi um,
hvussu hetta gerst.
"Rakul og aðrar søg-
ur" er vínreyð Snípubók
við trimum fjaðrum, og
merkir tað, at hon er
ætlað elstu flokkum
fólkaskúlans og mið-
námsskúlum.
Í røðini Snípa - Klass-
ikari verður givin út
skaldskapur eftir høv-
undar, ið umboða sumt
av tí besta, sum er skriv-
að á føroyskum. Hetta er
onnur bókin í hesi røð-
ini. Frammanundan er
"Ábal og aðrar søgur"
eftir Sverra Patursson
givin út.
Bókin er 178 blað-
síður og fæst í bókabúð-
unum fyri 120 krónur.
Rakul og aðrar
søgur
Lóg um rættindi teirra
sálarliga sjúku avoldað
Á landsfundi KFUM-skót-
anna, sum var í Havn 2.
februar, varð nýggj lands-
nevnd vald fyri næstu tvey
árini.
Úr gomlu landsnevndini
stillaðu Kári Olsen og Palli
Mortensen ikki upp aftur.
Palli
Mortensen
hevur
verið formaður og skóta-
ovasti í 8 ár, síðan 1994.
Nýggjur formaður og
skótaovasti
er
Trygvi
Sigurðsson, næstformaður
er Arnold Hvalsrætt og
landsnevndarlimir
eru
Kirsten Danielsen, Kjartan
Dalsgaard, Johann Nielsen,
Thomas Lambastein og
Jens
Petur
Andreasen.
Thomas og Jens Petur eru
nývaldir í landsnevndina,
meðan hini eru afturvald.
f.v.: Johann Nielsen, Kjartan Dalsgaard, Jens Petur Andreasen, Trygvi Sigurðsson, Annold Hvalsrætt, Kirsten Danielsen
Nýggj nevnd
Mánadagin, týsdagin
og mikudagin var turt
gólv á flakavirkinum í
Vestmanna, men nú
kemur gongd á aftur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í dag koma partrolararnir,
Eysturbúgvin og Vestur-
búgvin, inn at landa. Hesa-
ferð landa báðir í Vest-
manna. Teir seldu um tele-
fonuppboðssøluna
hjá
Fiskamarknaði Føroya.
Í Vestmanna siga tey, at
skipini
høvdu
180.000
pund inni, tá ið 2-3 tóg
vóru eftir av túrinum. So,
væntandi verður hetta ein
rímiliga góður túrur.
Slagið, skipini hava, er
mest upsi, men fitt er eisini
av toski og hýsu.
Fiskavirking í Vestmanna
keypir bara upsan; toskurin
fer á Toftir og hýsan til
Miðvágs.
Eisini landing
fríggjadagin
Fríggjadagin koma partrol-
ararnir, Fram og Vestur-
búgvin, inn at landa. Teir
høvdu 140.000 pund týs-
dagin, og slagið var nøku-
lunda tað sama, sum hjá
Eysturbúgvanum og Vest-
urbúgvanum; upsi, toskur
og hýsa. Aftur hesaferð
endar upsin í Vestmanna,
toskurin á Toftum og hýsan
í Miðvági.
Mánadagin, týsdagin og
mikudagin var annars turt
gólv á Fiskavirking í Vest-
manna. Men nú verður so
nokk at gera teir næstu dag-
arnar.
Vænta betri fiskiskap
Fiskiskapurin hjá trolarun-
um hevur verið slakari
seinastu tíðina, enn hann
var í fyrru helvt av januar.
– Nú er fiskiskapurin
meira normalur aftur. Tað
er vanligt, at upsafiskiskap-
urin minkar síðst í januar
og tekur seg uppaftur um
hálvan februar, tá ið upsin
samlast aftur at gýta. Men
hetta kann vera eitt sindur
skiftandi, ár undan ári, siga
tey á Fiskavirking í Vest-
manna.
Mikudagin vóru
bátarnir úti. Teir
fiskaðu heilt væl; Trý
Systkin hevði 3.500
pund, Annika 3.500
og Tóra hevði
somuleiðis millum
3.000 og 4.000 pund.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Dagarnir hava ikki verið
nógvir, men teir, ið hava
verið, hava verið góðir – ja,
so góðir, sum fáur veit um
at siga.
Fimm
útróðrarbátar
rógva út í Nólsoy; Tóra, Trý
Systkin og Annika royna
við línu, meðan Maj N og
Nøvan royna við snellu.
Síðstnevndu royna vanliga
eisini við línu, men teir
gera seg nú til reiðar at fara
á Norðhavið um hálvan
februar og royna tískil við
snellu, áðrenn farið verður
norður um.
Góður dagur
Mikudagin vóru bátarnir
aftur úti. Hendan dagin
fiskaðu teir heilt væl; Trý
Systkin hevði 3.500 pund á
12 stampum, Annika 3.500
pund á 20 stampum, og
Tóra hevði somuleiðis mill-
um 3.000 og 4.000 pund.
Hvussu nógvar stampar
Tóra setti, vita vit ikki, men
helst hevur talið verið mill-
um 12 og 20.
Hendan sama dagin vóru
Maj N og Nøvan, sum júst
hevur
fingið
nýggjan
motor, við snellu; fyrr-
nevndi hevði 700 pund og
hin 600 pund. Slagið var
millumfiskur og toskur.
Sum skilst, hevur fiski-
skapurin við snelluni verið
smáligur, men hesin sein-
asti túrurin vignaðist hamp-
iligt. Juul Jacobsen, sum
eigur Maj N, sigur, at teir
royndu uttarliga og eystar-
liga við hendan dagin.
– Vit plaga ikki at vera so
uttarliga, sigur hann.
Aðrir góðir dagar
Juul sigur, at hóast veður-
lagið hevur verið rættiliga
óstøðugt í seinastuni, so
hava bátarnir gjørt fleiri
góðar túrar við línu í ár.
– Næstsíðsta túr hevði
Tóra góð 6.000 pund á 22
stampum, og túrurin undan
hesum var eisini heilt góð-
ur. So, hetta er betri fiski-
skapur, enn eg havi vitað
um áður. Hann sigur, at
slagið, útróðrarbátarnir fáa,
er mest góður millumfiskur
ogt oskur.
– Tá ið teir hava roynt
innari á bleytum botni, hava
teir fingið nógva smáhýsu,
men úti á er lítil hýsa uppi í
veiðini, sigur Juul.
Sum skilst, hevur tað
gingið hampiliga væl at
fingið egnarar í vetur. So,
tað er greitt, at útróðurin
skapar nógv í eini so lítlari
bygd sum Nólsoy.
Langir dagar
Allur fiskurin, sum útróðr-
arbátarnir í Nólsoy fiska,
verður førdur inn á Toftir
og seldur um uppboðssøl-
una.
– Hetta ger, at dagurin í
minsta lagi gerst einar tveir
tímar longri, enn um vit
kundu lagt veiðina upp í
Nólsoy. Vit noyðast at sigla
12 fjórðingar eyka hvønn
tann einasta útróðrardag, tí
teinurin er 6 fjórðingar
hvønn vegin, úr Nólosoy og
inn á Toftir.
Juul sigur, at stundum
noyðast teir at bíða á Toft-
um, áðrenn teir sleppa fram
at, og tá gerst dagurin upp-
aftur longri.
Spurdur, um teir stytta
um útróðrardagin við at
fara fyrri til lands, sigur
hann, at tað gera teir ikki.
– Nú, vit royna við
snellu, fiska vit so leingi,
fiskurin tekur. So, hetta
kunnu gerast langir útróðr-
ardagar, sigur hann.
Eitt annað, sum útróðrar-
menninir í Nólsoy hava at
dragast við um vetrarnar, er
vánaligu og ótryggu havna-
viðurskiftini. Tosað hevur
verið leingi um at bøta um
hesi, men enn er so einki
gjørt, sum ger, at útróðrar-
menn kunnu vera tryggir
við umstøðurnar, tá ið ill-
veður er.
Á Norðhavið
– Nú verður so farið á
Norðhavið um nakrar dag-
ar. Vit gjørdu eitt gott vár í
fjør. Haldi, vit fingu um
1.100 pund uppá dagin, og
tað vóru vit væl nøgdir við.
Juul sigur, at teir hava fing-
ið hús til leigu í Vík.
– Fiskurin verður landað-
ur á Eiði, og síðan fara vit
til Víkar at sova, sigur
hann.
Útróðrarmaðurin sigur at
enda, at seinasta summar
royndist einki serligt, tí
eingin sildafiskur var at
fáa.
– Men so mikið betur
royndist síðsta vár, og í vet-
ur hevur nógvur fiskur ver-
ið at fingið við línu, sigur
Juul Jacobsen.
Nólsoyingar sera góðan útróður
Fýra trolarar landa í Vestmanna
– Tað er ikki óvanligt, at upsafiskiskapurin er slakari síðst í januar, men tekur seg uppaftur, tá
ið upsin samlast at gýta um hálvan februar, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna
– Nú verður so farið á
Norðhavið um nakrar dagar.
Vit gjørdu eitt gott vár í fjør.
Haldi, vit fingu um 1.100
pund uppá dagin, og tað
vóru vit væl nøgdir við, sigur
Juul Jacobsen,
útróðrarmaður
C
M
Y
K
13
12