fríggjadagur 8. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Frá fríggjadegi 8. februar til hósdagin 14. februar
Mowgli
Halløj i flåden
Lev og lad dø
Melodi Grand Prix 2002
Røddir úr norði
Sunnukvøldið kl. 18.30
Mikukvøldið kl. 20.20
Leygarkvøldið kl. 19.00
Ein løtt vika
At líta aftur um bak vísir seg
ofta at vera ein ógvuliga selek-
tiv delikatessa. Tað, ið ein ikki
tímir at minnast aftur, kann
lættliga vera farið fram við í
minninum. Men tað eru altíð
løtur, ið verða hangandi í
minninum, hóast tað ikki júst er
ynskiligt. Soleiðis er tað væl
saktans eisini, tá litið verður
aftur á eina sjónvarps- og út-
varpsviku.
Hesir góðu loftmiðlar leggja
hvør í sínum lagi eina so fjøl-
broytta skrá til rættis sum teir
megna og vilja.
Tað er sjálvandi ymiskt,
hvørjar fortreytirnar eru hjá
teimum ymsu rásunum. Form-
urin hevur sjálvsagdan týdning,
og ymiskt er eisini, hvussu
fíggjarligu útlitini eru hjá teim-
um ymsu rásunum – bæði í
mynd og talu.
Henda ársins tíð er ógvuliga
hóskandi til kanska serliga
sjónvarp, tí nógv er myrkt, og
veðrið hevur verið rættiliga
ótespiligt í seinastuni. Júst hetta
sama veðrið og kanska serliga
kavin hava eisini verið á
skíggjanum hjá SvF, og tann
ógvuliga veðuráhugaði føroy-
ingurin kann fáa sín tørv nøkt-
aðan.
Borgarar í Havn hava eisini
merkt, at veturin leikar upp á
tað
harðasta,
og
løturnar
frammanfyri skíggjanum eru
eisini rættiliga nógvar. So mik-
ið, at menn eru farnir av húsum
og beina leið oman í radiobúð-
ina eftir einari parabol fyri lág-
prís. Ikki júst ein álitisváttan til
føroysku miðlarnar. Tað er tó
ein sannroynd, at hyggjarin
gerst støðugt gerst meira kræs-
in, og enski fótbólturin og al-
skyns filmar vil eisini tann før-
oyski hyggjarin hava hendur á.
Tað skerst tó ikki burtur, at fólk
í Føroyum dáma at síggja og
hoyra føroyskt. Nú er eisini líkt
til, at eitt kommunalt ella enntá
landsdekkandi
antennufeløg
verður veruleiki við fjarskiftis-
fyritøku sum veitara. Hetta setir
aftur nakrar tankar í gongd um
teir almennu føroysku miðlar-
nar, eins og teir privatu. Hetta
ávirkar væl ikki bert loftmiðlar,
men kappingin harðnar á øllum
økjum. Í ætlanunum við fram-
tíðar Rás Føroyar, verður møgu-
leikin við alnetssambandi eisini
tikin upp á tungu, og hetta vil so
eisini gera alnetið til ein loft-
miðil, sum higartil bert fyritøk-
ur hava kent til. Møguleikin fyri
einari nýggjari »føroyskari« rás
kennist minni fjarur.
Hondbóltur
Leygardagin í farnu viku borð-
reiddi SvF og ÚF við fleiri tím-
um av hondbólti. Hetta er veru-
liga eitt høvi, har Sjónvarpið
fær møguleikan at spíla seg út.
Við livandi myndum av einum
ógvuliga væl umtóktum vetrar-
ítrótti, er einki at taka seg aftur
í, at Sjónvarpið riggar mest sum
perfekt. Hóast Útvarpið eigur
speakarar við góðum røddum
og gjølligum orðavali, so eigur
Sjónvarpið míni evni til at geva
nøkrum gætur. Tað er eisini
ógvuliga sjáldsamt at fáa møgu-
leikan at fylgja føroyskum
ítrótti tætt úr stólinum í stovuni.
Tann annars so lítið áhugaverda
og tunna skráin, sum er leygar-
dagar í Sjónvarpinum - ein dag
har tú hevur tíð og rásarúm at
hyggja at sjónvarpi – verður
brádliga til okkurt spennandi.
Tað kunnu so vera tey, ið ikki
hava tann minsta áhuga fyri før-
oyskum ella útlendskum hond-
bólti, men tey lata vit liggja á
hesum sinni.
Tað var tó ikki minni ein før-
oysk framleiðsla, enn at spælar-
arnir venda skeivan veg, tá lið-
ini skuldu presenterast.
Meðan Útvarpið eigur røddir,
sum eru vandar við at varpa út
tílíkt, so er støðan ikki tann
sama í Sjónvarpinum. Útvarpið
hevur onkuntíð roynt seg við at
hava ein sokallaðan serfrøðing
at hjálpa til við at varpa út, og
hetta hevur ikki beinleiðis verið
ein fragd at lurta eftir. Sjón-
varpið royndi seg eisini við tí-
líkum til báðar hondbóltsfinal-
urnar leygardagin. Endamálið
við hesum er at geva hyggjaru-
num eitt betri forstáilsi av dysti-
num, umframt at skapa eina
meira dynamiska frásøgn.
Tað gerst óalmindiliga stirvið
at lurta eftir teimum somu setn-
ingunum umaftur og umaftur.
Teir allarflestu hyggjararnir
hava mestur fingið inn við
skeið, at tað hevur ómetiligan
sálarligan týdning at skora
fyrstu, aðru ferð, triðju ferð...
Ynskiløta
Tað rann mær til hugs fyrr í vik-
uni, at hvørja ferð eg seti meg í
ein bil, hoyri eg eitthvørt ynski
at hoyra ein sang. Frágreiðingin
er, at Rás 2 sendir tað mesta av
seinnapartinum eina ynskiløtu,
har møguleiki er at ynskja sær
eitt lag, og ein heilsan fer eisini
í luftina. ÚF hevur eisini onkra
tílíka sending á skránni, og
hetta telist óivað eisini millum
tey stóru hittini hjá Útvarpi-
num.
Sendingin hjá Rás 2 er skip-
að soleiðis, at skrivligar heils-
anir verða lisnar og eitthvørt lag
verður spælt.
Hóast tú kanska ikki arbeiðir
í frystirúminum ella er skerðari
nummar sjey, so er sendingin
deiliga løtt at lurta eftir. Tón-
leikurin er fyri tað nógva so-
kallaður mainstream tónleikur,
ið liggur í tí lættari endanum.
Tað er eingin ivi, at sendingin
hóskar væl til tey, ið hava út-
varpstólið koyrandi tað mesta
av arbeiðsdegnum. Ein interak-
tivur brúkaraflati er altíð góður,
og tað er valla heldur nakar ivi
um, at sendingin rakar breitt
millum annað. Tey alternativu
leggja mestur lítið, men herfrá
skal bert ljóða góð orð. Hetta er
ein sending, sum eisini minnir
okkum á støðuna hjá Rás 2 sum
útvarpsstøð, ið kanska ikki er
komin til verðina fyri at royna
at líkjast tí stóra útvarpsrásini.
Heri á
Rógvi
ummælir:
Leygarkvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 19.00
Leygardagin kl. 16.00
14
Nr. 27 - 8. februar 2002
Hósvíkar Kommuna
fer í næstum at bjóða
út arbeiðið upp á at
gera nýggja
vatngoymslu í
bygdini. Eisini skal
reinsiverk setast upp
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Hósvík: Hósvíkingar skulu
hava meira og betri vatn,
hevur kommunan gjørt av.
Nýggj
goymsla
verður
gjørd, og reinsiverk skal
eisini setast upp.
Jógvan Mørkøre, borgar-
stjóri í Hósvík, sigur, at ein
av næstu døgunum verður
biðið um tilboð at gera fýra
nýggjar vatnbrunnar oaman
fyri verandi goymsluna við
Toftafoss sunnanvert í Hós-
vík. Samstundis skulu inn-
tøk gerast ovarlaga í Toftá,
og leiðingar leggjast í
brunnarnar.
Við í verkætlanini er eis-
ini reinsiverk, sum tó ikki
verður gjørt í ár, væntar
hann. Tað verður so kost-
naðarmikið, at mett verður
ikki, at fíggjarlig orka er til
at gera alt í einum ári. Tí
verður kalkulerað við eini
tvey ára ætlan, til at gera
vatnprojektið liðugt, sigur
borgarstjórin.
Hósvík er væl fyri, tá
tosað verður um kloakk-
viðurskifti. Arbeitt hevur
verið við at gera kloakkir-
nar í Hósvík lidnar, og nú
vantar bara at binda nøkur
heilt fá hús í, so er liðugt,
sigur Jógvan Mørkøre. Tað
arbeiðið verður gjørt í hes-
um árinum.
Hósvíkar Kommuna fer
eisini at gera eitt øki á
havnarlagnum klárt til at
byggja høll á, sum umrødd
er aðrastaðni í blaðnum.
Har skal fyllast eitt sindur
út á sjógv, og fundamentið
til høllina gerast klárt.
Kirkjugarðurin
hevur
fingið eitt eyka lið, har nú
ber til at koyra ein rullustól
ella barnavogn, um tað skal
vera, ígjøgnum.
Og so eru tað gøtunavna-
skeltini. Postverkið vil hava
gøtunøvn við húsanummari
allastaðni í landinum. Og
her er Hósvik undangongu-
bygd. Allir vegir og gøtur í
Hósvík hava fingið navn,
og skeltini eru sett upp, sig-
ur Jógvan Mørkøre, borgar-
stjóri í Hósvík.
Fáa nýggja vatnsgoymslu í Hósvík
Nýggj vatngoymsla og reinsi-
verk verða gjørd í Hósvík
Mynd: Edvard Joensen
Reiðaríið Thor í Hós-
vík fer í næstum at
byggja eina høll á
havnarlagnum í Hós-
vík. Høllin, sum verð-
ur umleið 500 fer-
metrar til víddar, skal
hýsa fyristiting og
goymslu
REIÐARAVIRKI
Edvard Joensen
Hósvík: Reiðaríið Thor í
Hósvík skal hava betri
hølisviðurskifti.
Bygd
verður ein høll á havnarlag-
num í Hósvík, sum skal
hýsa bæði fyrisiting og
goymsluhølum undir sama
taki.
Gunnbjørn
Joensen,
stjóri í P/F Thor, sigur, at
sum er, hava tey ov trong-
ligar umstøður at arbeiða
undir. Skrivstovan er í ein-
um sethúsum, har tey hava
umleið 50-60 fermetrar at
ráða yvir, Og tað er alt ov
trongligt, sigur hann.
Goymsluviðurskiftini eru
heldur ikki nóg góð. Ymisk
útgerð, sum brúkast skal,
verður goymd í bingjum á
havnarløgum, har skipini
koma.
Men hetta fer alt at broyt-
ast, tá nýggja høllin verður
bygd.
Gunnbjørn Joensen sigur,
at ætlanin er at fylla eitt
lítið øki út aftur at tí, sum
er á havnaralagnum í
Hósvík. Har verður so
høllin, sum fer at verða
umleið 500 fermetrar til
víddar, bygd.
Gunnbjørn Joensen hev-
ur ikki hug at siga nakað
um prís á høllini.
Thor er reiðarí í menn-
ing, sum serliga hevur lagt
seg eftir at vera við í olju-
vinnuni við veitingar- og
hjálparskipum. Tó byrjaði
tað í fiskivinnuni, har eitt
skip í løtuni er eftir.
Tað er garnabáturin Thor.
Umframt er so Leitisstein-
ur, sum er fiskiskip, men
sum í løtuni er vaktarskip í
oljuvinnuni.
Vaktar- og veitingarskip-
ini eru fimm í tali, og eru
tey spjadd víða.
Faroe Connector er í
Norðsjónum, har hann arb-
eiðir fyri eitt skotskt felag.
Tórsvík er eisini í Norðsjó-
num fyri hollendingar. Thor
Chaser
er
í
Persiska
Flógvanum. Thor
Sup-
porter er í India, meðan
North Star í løtuni liggur á
Hósvík.
Gunnbjørn Joensen sigur,
at North Star væntandi fer í
Norðsjógvin ein av fyrstu
døgunum, hagar hann er
leigaður einum norskum
felag.
Thor byggir
í Hósvík
Thor fer at byggja fyrisiting-
ar- og goymslubygning sunn-
an fyri asfalttangarnar á
havnarlagnum í Hósvík.
Skipið við bryggjuna er
North Star, sum Thor eigur
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
14