mikudagur 6. oktober 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
36
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
Um Brian Kerr hevur lisið væl upp
á føroyska fótbóltssøgu, ella um
tað er rein tilvild, hevur ikki eydn
ast okkum at uppspurt. Men undir
øllum umstøðum er tað ein sann
roynd, at Jákup Mikkelsen, er tann
einasti í føroyska hópinum, sum
áður hevur spælt í móti Slovenia
og fingið stig.
Valla er tað tí, at Kerr roknar við,
at málverjin úr Klaksvík, kann hála
eina sensatión heim einsamallur.
Men royndir – eisini móti Slovenia
– hevur Jákup Mikkelsen í øllum
før um, og tað kemur væl við.
Tvey ymisk lið
Vert er at hyggja nærri at føroyska
liðnum, sum fyrstu ferð spældi móti
Slovenia tíðliga í september í 2000.
Jákup Mikkelsen vardi sum sagt
málið. Umframt hann, er ein annar
á liðnum, sum framvegis er aktivur
í bestu føroysku fótbóltsdeildini,
Øssur Hansen.
Liðið henda dagin var annars
hetta: Jens Kristian Hansen, Jákup
Mikkelsen, Óli Johannesen, Julian
Johnsson, Uni Arge, Todi Jónsson,
Øssur Hansen, Sámal Joensen og
Hans Fróði Hansen. Inn komu Kurt
Mørkøre og Jóannis Joensen.
Fara vit eitt gott ár fram í tíð
ina, til 6. oktober 2001, sá liðið so
leiðis út: Jákup Mikkelsen, Óli
Johannesen, Jens Kristian Hansen,
Johan Byrial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Øssur Hansen, Rógvi
Jacobsen, Kurt Mørkøre, Jákup á
Borg, John Petersen og Christian
Høgni
Jacobsen.
Inn
komu
Arnbjørn Danielsen, Súni Olsen og
Jón Rói Jacobsen.
Hesin dysturin var tann seinasti
við Allani Simonsen við róðrið.
Síð ani hava vit bæði havt Henrik
Larsen, Jógvan Martin Olsen og nú
Brian Kerr.
Níggju ár eru liðin, men vert er
at býta merki í, at Jákup Mikkelsen,
Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg,
Christian Høgni Jacobsen og Súni
Olsen allir eru menn, sum Brian
Kerr hevur arbeitt og framvegis ar
beiðir saman við.
Jákup á Borg er tó givin og tað
sama kann eisini – viðhvørt – sig
ast um Jákup Mikkelsen. Rógvi
Jacobsen og Súni Olsen eru skaddir
og tí ikki við hesaferð, men eru ann
ars stuðulsleikarar á liðnum tann
dag í dag, á sama hátt sum Christian
Høgni Jacobsen eisini er tað.
rolant@sosialurin.fo
Jákup hevur
roynt tað fyrr
EM-undankapping Jákup Mikkelsen var við í minniliga 2-2
javnleikinum móti Slovenia í 2000, og saman við Christiani Høgna
Jacobsen tapti hann 0-3 í Slovenia fyri júst níggju árum síðani
Vátt
og grátt
EM-undankapping Tað er næstan
súmbolskt, at veðrið í Ljubljana
ikki er betri enn tað sama. Slovenar
eru nevniliga svangir eftir trimum
stigum, og tá okkara mans hava
tapt tríggjar teir tríggjar dystirnar í
undanumfarinum, har málúrtøkan teir
báðar seinastu dystirnar sigur -9,
so sær tað ikki lætt út
Rólant Waag Dam
Tað hevur ikki verið nøkur
dreymabyrjan, Brian Kerr og
hansara menn hava fingið upp
á hesa EMundankappingina.
Trý tap, fyrst so tepurt sum
tað yvirhøvir kundi vera móti
Estlandi, men síðani tvey av
teim um heldur stóru móti
Italia og Serbia.
Einki stig og tíggju mál í
gjøgnum er beiski veruleikin.
Eitt mál hava vit tó fingið, eitt
frálíkt mál frá Jóan Símuni
Edmundsson. Men tað munar
ikki so nógv, tá føroyska liðið
sum tað einasta við trimum
dystum í skjáttuni, enn hevur
fyrstu stigini til góðar.
Nú skulu okkara mans so
royna seg á fjórða sinni í hesi
undankappingini. Brian Kerr
hevur tikið 21 mans við sær
til Slovenia. Tvey av níggju
nøvn unum, Kerr hálaði úr
hatt inum hesaferð, hava givið
av boð, Pauli G. Hansen úr EB/
Streymi og Víkingurin Erling
Jacobsen.
Fyri hesar eru gamli kenn
ingurin á landsliðnum Hjalgrím
Elttør og U21landsliðsleikarin
Rógvi Baldvinsson komnir.
Síðs tnevndi er verjuleikari,
spælir við Ålgård í triðbestu
norsku deildini, og hevur stað
ið seg sera væl á U21lands
liðnum.
Kerr ger sum
hann plagar
Rógvi Baldvinsson er ikki
endiliga tað kendasta navnið
á føroyska fótbóltspallinum.
Men tað eigur eftir hondini
ikki at koma óvart á nakran, at
Brian Kerr hevur fyri vana at
taka minst ein púra óroyndan
mann inn í hópin, hvørjaferð tá
landsliðið er savnað.
Hesaferð var tað so U21
landsliðsleikarin. Áður hevur
tað verið Jústinus R. Hansen,
Brian Olsen, Karl Løkin, Henrik
Rubbeksen og Rógvi Poulsen,
fyri bara at nevna nakrar.
Brian Kerr boðaði tíðliga í
skeiði sínum frá, at hetta varð
hansara leistur at byrja við.
Hansara ynski er at hava ein
stóran hóp av leikarum, sum
allir kendu til landsliðið og um
støðurnar kring tað, soleiðis at
hann seinni kemur at hava eina
rúgvu av leikarum at taka av,
sum allir í størri og minni mun
hava snoddað til landsliðið.
Hava vant
Teir 21 leikararnir og restin av
føroyska ferðalagnum kom til
Ljubljana í Slovenia seinna
partin í gjár.
Í gjárkvøldið fóru teir so á
vøllin hjá Olympija Ljubljana
at venja fyri fyrstu ferð á túr
inum. Sambært heimasíðuni
hjá
Fót bóltssambandinum,
regn aði tað illa og tað órógvaði
venj ingina eitt sindur.
Hinvegin er líkt til, at leik
ararnir bara skulu venja seg við
vátu umstøðurnar, tí sambært
somu heimasíðu, so sigur
hann frá minni góðum veðri
næstu dagarnar. Og á vøllinum
fríggja kvøldið er eisini líkt til,
at før oysku leikararnir skulu
vera fyri reikaðir upp á ein øgi
ligan slovenskan æling.
Trý stig eru eitt krav frá
slovenska venjaranum. Dyst
urin byrjar tó við málleysum
javnleiki og einum stigi til
hvørt liði. Men tær báðar ferðir
før oyska
fótbóltslandsliðið
hev ur spælt móti tí slovenska,
hevur hetta ongantíð verið
enda liga úrslitið.
rolant@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen vardi eisini føroyska málið í minniliga 2-2 javnleikinum móti Slovenia á Svangaskarði
Savnsmynd: Álvur Haraldsen