Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Ítróttur vikuliðið Vika 39 StaniSlav Kuzma FC Suðuroy Fróði BenjaminSen HB KaSper Schultz FC Suðuroy Bartal eliaSen ÍF jónaS tór næS B36 alex joSé doS SantoS EB/StrEymur ØSSur dalBúð ÍF chriStian r. mouritSen B36 jáKup á Borg B36 róKur av FlØtum jeSperSen HB pauli g. hanSen EB/StrEymur Uppstilling: 4-3-3 nr. lið dyStir vunni javnt tapt + mál - mál +/- Stig 1 Italia 2 2 0 0 7 1 6 6 2 Serbia 2 1 1 0 4 1 3 4 3 Norður Írland 1 1 0 0 1 0 1 3 4 Estland 2 1 0 1 3 3 0 3 5 Slovenia 2 0 1 1 1 2 -1 1 6 Føroyar 3 0 0 3 1 10 -9 0 EM undankapping Bólkur C Føroyar eru ikki spennandi EM-undankapping Slovenski venjarin sigur seg rokna við nógvum stuðli frá áskoðarunum, hóast Føroyar ikki er eitt serliga spennandi mótstøðulið eftir hansara tykki Rólant Waag Dam »Eg trúgvi, at hóast mótstøðu­ liðið er lítið spennandi, kunnu vit rokna við veruligum stuðli frá viðhaldsfólkunum kring alt Slovenia«. Orðini eigur Matjaž Kek, venjari hjá slovenska fót­ bóltslandsliðnum. Nei, føroyska fótbólts lands­ liðið er ikki serliga spennandi. Og so als ikki, tá føroyska fót­ bóltslandsliðið er tað liðið, sum Slovenia skal dystast við í fyrsta dystinum av veru ligum týdningi á nýggja tjóðar leik vøllinum Ljubljana í Slovenia. Stožice Stadium er nýggi stoltleikin í høvuðsstaðnum. Leikvøllurin varð tikin í nýtslu í august í ár, tá Slovenia og Eysturríki spældu. Henda dag in var fullsett á Stožice Stadium. Stívliga 16.000 fólk vóru til venjingardystin, sum Slovenia so passandi vann 2­0. »Til dystin móti Eysturríki, sóu vit, at Slovenia nú eigur eitt annað heim, har vit kunnu rokna við nógvum stuðli«, sigur Matjaž Kek sambært uefa.com Men nú góðar tveir mánaðir eftir, at leikvøllurin varð tikin í nýtslu og eftir eina heldur misjavna byrjan upp á undan­ kappingina, kunnu útsagnirnar hjá Matjaž Kek tulkast sum, at hann stúrir fyri, at fólk ikki fara at tíma til dystin, sum eig ur at vera ein avgreiðslu spurn ingur hjá Slovenia. Skulu basa Føroyum Slovenia byrjaði undankapp­ ingina við at tapa á heimavølli móti Norður Írlandi, tó ikki á Stožice Stadium, men á Ljudski Stadium í Maribor. Hetta var bæði óvæntað og kom dátt við hjá Matjaž Kek og hansara monnum. Tí var tað ein lítil uppreisn, tá Slovenia spældi javnt móti Serbia á útivølli eftir hetta. Eingin ivi skal tó vera um, at tey flestu í Slovenia helst høvdu sæð teirra kæra landslið við minst trimum stigum longu nú. Tað er ikki veruleikin, og tí hevur venjarin hjá Slovenia verið bæði greiður og av­ gjørdur, tá hann hevur tosað við fjølmiðlarnar seinastu dag­ ar nar. Málið er at vinna á bæði Føroyum og Estlandi. – Tað hevði tryggjað okkum eitt gott útgangsstøði til av ger­ andi dystirnar næsta ár, sigur Matjaž Kek við heimasíðuna hjá UEFA. Slovenski hópurin: málverjar: Samir Handanovič (Udinese Calcio), Jasmin Handanovič (AC Mantova), Jan Koprivec (Udinese Calcio). verjuleikarar: Mišo Brečko (1. FC Köln), Marko Šuler (KAA Gent), Matej Mavrič Rožič (Kapfenberger SV), Boštjan Cesar (AC Chievo Verona), Bojan Jokić (AC Chievo Verona), Branko Ilič (FC Lokomotiv Moskva), Matija Škarabot (KAA Gent). miðvallarleikarar: Armin Bačinovič (US Città di Palermo), Josip Iličič (US Città di Palermo), Andraž Kirm (Wisła Kraków), Aleksander Radosavljevič (ADO Den Haag), Robert Koren (Hull City AFC), Haris Vučkič (Newcastle United FC), Valter Birsa (AJ Auxerre), Dalibor Stevanovič (Vitesse). áleyparar: Nejc Pečnik (CD Nacional), Tim Matavž (FC Groningen), Zlatan Ljubijankič (KAA Gent), Milivoje Novakovič (1. FC Köln), Zlatko Dedič (VfL Bochum 1848). Slovenia luttók í HM endaspælinum í Suðurafrika Venjarin hjá Slovenia, Matjaž Kek