mikudagur 6. oktober 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
38
Miðvikan
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
4. partur
N
ú verður komið til seinasta
partin
av
frásøgnum
hjá
Símun Jóhan Wolles, sum andaðist
8.
september.
Ein
forkunnug
frásøgn, sum takkað verið honum
er varðveitt er henda:
Undir fyrra veraldarbardaga
fekst eingin olja. Men Axel Olsen
úr Klaksvík fann fram til, at
bátarnir kundu nýta lýsi í staðin.
Men hetta dálkaði so sera illa.
Lisa, sum seinni giftist við Eliseus
Jacobsen av Syðradali, kom tá fram
við uppskoti um at nýta land til at
reinsa motorarnar. Hesum hugskoti
loftaði motorsnillingurin Andrias á
Oyrarbakka. Hann gav motorinum
nakrar innspræningar av landi, og
teir vórðu gullreinir.
Eini 85 ár seinni komu serfrøð
ingar hjá oljufeløgum fram til tað
sama, nevniliga at land reinsaði
motorar! Hesa frásøgn hjá Símun
Jóhan helt ommudóttir Lisu, Elin
Heinesen, vera so áhugaverda, at
hon skrivaðu eina grein um hetta í
einum av stóru donsku bløðunum.
Aftur til Símun Jóhan:
Gamli Sloan fekk
Rosenmeyer at roykja
Hetta er farið fram á sumri 1896.
Abbi, Rosenmeyer, lá, sum so
mangan í songini ringur av astma.
Fyri at lætta um vóru eini ráð at
roykja astmapulvur, og so var eisini
hendan dagin. Hann lá uppi í eini
koyggjusong og roykti.
Ráðini at roykja astmapulvur
hevði hann fingið frá gamla Sloan.
Eg minnist, at Andrew Sloan helt
fyri, at abbi mundi vera einasti
maður, sum pápi hansara hevði
lært at roykja.
Knappliga heldur abbi fyri við
ommu: ”Katrina, fá mær einar hosur,
eg fari heim til Mikladals.” ”Tú til
Mikladals”, heldur hon fyri, ”tú
vinnur ikki niðan á Súrlág”. Súrlág
liggur uppi undir Brøttubrekku
niðan frá bygdini. Men so løgið kann
tað vera. Tá abbi kom niðan í Súrlág,
tá lætnaði astman av honum, og
hann gjørdist ikki trongur aftur
fyrr enn Tollaksmessudag í 1913,
skaðadagin sum rakti Norðoyggjar
so hart, tá tvey áttamannafør og
eitt seksmannafar gingu burtur.
Abbin mundi hava ánilsi
Hetta var størsti vanlukkudagur
við árabátum síðan 1500 talið. 19
mans mistu lívið, og 13 einkjur sótu
eftir við 43 børnum. Allir arbeiðs
førir mans á Skarði, sjey í tali, um
komust, og hetta gav hesi bygdini
deyðamein.
Oluffa fastur (har Símun Jóhan
vaks upp) mintist tað so væl,
hvussu abbi gekk inn og út hendan
dagin. Tað var sum stór neyð gekk á
hann. Hann segði tó einki. Tá hann
sá, at kíkar og árar rókust niðri á
Buginum, skilti hann, at ikki alt
visti væl við.
Símun Petur, pápabeiggi, og pápi
vóru heima í Mikladali og róðu út.
Abbi visti ikki, um teir lógu heima
ella vóru úti hendan feigdardagin.
Mikladalsmenn høvdu verið
niðri í fjøru at kanna líkindini, men
teir fóru ikki til útróðrar, tí tað var
so nógvur dráttur í sjónum. Tað
dámdi teimum ikki, og til alla lukku
fóru teir aftur til hús.
Hoyrdi barnagrát í haganum
Aftur til abba í 1896. Henda áður
nevnda dag lá mjørki omanum
røkur – oman um hálvan hagan.
Hann fór, sum áður sagt, til Mikla
dals, tó hann ikki visti hvørji ørindi
hann hevði. Tað var løgið, men tað
er meir millum himmal og jørð enn
nakar kann forklára. So var eisini
hesaferð.
Komin heim á Vørðu í Mikladali,
reiv nakað í mjørkan. Abbi helt tað
vera løgið, at fólk vóru at síggja í
bønum. Tað var jú um summarið og
farið av tíð til váring. Hann helt so
leiðina oman. Komin nakað oman
fram um Klossustein, hoyrdi hann
barn gráta. Hann var sjálvandi illa
við. Hetta var jú langt frá húsum
heilt uppi í Kambi. Abbi fór at ganga
eftir grátinum, sjálvt um hann var
illa við, sum einki løgið var. Har
skuldi jú einki barn verið. Men
tað var eitt barn. Tað var Dánjal í
Hússtovu, sum var um 2 ára aldur.
Hvussu hann var komin niðan har,
er framvegis ein óloyst gáta.
Hetta var á sumri, so bøgarðarnir
vóru í fullhøgum standi. Hvussu
kundi ein so lítil drongur vera
komin um bøgarðin? Hvussu kundi
eitt lítið barn, sum var í túninum og
spældi, vera komið so langt niðan
uttan at vera borin, ja, tað verður
framvegis ósvarað. Og hvør segði
við abba at fara til Mikladals?
Góður mikladalstúrur
Men fyri abba var hetta ein góður
Mikladalstúrur. Umframt gleðina
at finna Dánjal, so fekk hann besta
lamb, sum kom á Hússtovugarðin
tað heystið. Og hann varð ofta
lívgaður av teimum alla sína tíð.
Dánjal Eliassen kom til mans og
førdi skip og er umtalaður í sigling
arsøguni fyri Suðuroy. Hann var
skipari á Egeriu í 1918 og 1919. Men
hann doyði bert 27 ára gamal í 1921.
Jú mangt er millum himmal og
jørð, sum vit ikki skilja!
Símun Jóhan Wolles:
Gamli Sloan fekk abban at roykja
Í hesum seinasta parti frásøgnum hjá Símun Jóhan Wolles verður fyrst farið til Trøllanesar
Komandi partur
Í komandi parti verður tann
fyrri av tveimum pørtum
um Poul Müller, sum var
kolonistjóri í Grønlandi um
næstseinasta aldaskifti.
Gamli Rosenmeyer og konan Kathrina við børnum. Tey eru standandi f.v. Versonurin
Billu Jógvan og kona hansara Anna, Berint, Óli, Johan og Oluffa
Systkini í Uppistovu. F.v. Óli, Karin, Rosenmeyer, Kirstin, Helgi, Jóhanna,
Amanda og Símun Johan saman við mammuni
Dánjal Eliassen, sum Rosenmeyer
fann 2 ára gamlan í haganum