Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 39 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 S ímun Jóhan var gløggur eygleiðari. Millum annað kundi Símun Jóhan av egnum royndum svara spurningin, um kalvi etur fugl: Eitt summar, eg var norðuri á Trøllanesi og sat úti í Rókini og fleygaði lunda, sá eg ein stóran kalva svimja nakað undir vatnskorpuni. Knappliga rendi hann uppeftir og svølgdi ein teista. Hann var beint undir, har eg sat, so eg sá skilliga, at hetta var so. Men so helt hann norð um stíggin, har lendingin er. Har lá ein æða so friðarlig við nógvum ungum. Tíverri hevði eg ikki hugsað um at talt teir, so eg kundi vita, hvussu leikur hasaði av her. Tá kalvin svølgdi teistan, gekk hetta skjótt og friðarliga fyri seg. Men tá kalvin vendi norð eftir móti, har æðan var stødd, fór hon at leika í og klamsa við veingj­ unum og at mala í klingur. Allir ungarnir gjørdu tað sama. Har var eitt slíkt rokilsi, at eg ikki kann siga, um kalvin fekk nakran unga ella hann ræddist. Men hann helt so niður aftur móti botni, har hann hoyrdi heima. Eg hoyrdi frá Gustav á Sundi, at lomvigapisa var einki óvanlig at fáa í kalvamaga í pisutíð. Eg minnist eisini, at teir gomlu søgdu um íslendingar, sum áttu Látrabjørg. Teir nevndu eitt fyri eggjakalva. Tað var kalvi, sum kom undir bjørgini í verpingartíð. Einki man ikki vera um tað, tí góðar kalvaleiðir er ofta undir lomvigabjørgum. Æðan fór á rull Eg havi eisini hoyrt Niklas Dahl í Jákupsstovu, sum var ættaður úr Funningsfirði, siga frá um æðuna, tá hon kom oman úr fjøllunum við ungunum. Hon var so reyvasíð, at hon fekk ikki gingið undan brekkuni. Men so krøkti hon høvdið undir bringuna og stiklaði seg oman, sum ein bóltur. Hetta vóru vit eisini eygnavitni til fyri nøkrum árum síðani, vit vóru á áseyðaroyting á Teistavali. Vit hoyrdu so nógv fjas norðanfyri Hellufoss. Tað var so mikið hart, at sjálvt um seyðurin var í rættini, og tá er nógv jarman, so hoyrdist æðan. Tá vit so hugdu upp, komu æðan og ungarnir sum bóltar ­ rullandi oman, norðan fyri fossin. Teir komu heilt oman á vegin og so oman í ánna. Tað var áhugavert at síggja. Ja, mangt er í náttúruni, sum er sera sjáldsamt. Hvør hevur lært æðuna at stikla sær í undanbrekku! Einaferð komu vit rógvandi heim við Hellum við Nesbáti. Vit høvdu verið undir Oynni, sum vit kallaðu tað. Tá farið varð frá báti uppí bjørgini, og vit vóru komnir heim fyri Kannubonk, kom ein æða bóltandi oman av teirri høgu helluni og fór so sum bóltur á sjógv. So hetta fyribrigdið havi eg sæð tvær ferðir. Á verkstaðnum er mong søga fortald meðan vit hava smíðað. Tað, sum eg her skal siga frá, er ein frásøgn eftir Zakarias Andreasen, kall­ aður Zakarias hjá Sáru. Tað var fyrsta árið, ið Andreas Godtfred, kallaður Dias á Heyggi, førdi skip. Hann kom tá norður at biðja fólk. Millum teir menn, sum fóru við, vóru Zakarias og Jógvan á Toftini, sum báðir vóru Eiðismenn. Tað vildi so illa til hjá Zakariasi, at hann fór illa at svølla í høgru hond og mátti koma undir læknahond. Hann varð skorin, og hetta kom at hava við sær, at tummulin kom at liggja stívur inni í høgru hond. Hetta kom illa við, tá roynt varð við snøri. Zakarias segði, tað kostaði 20 krónur at koma norður til Eiðis, so hann valdi at fara umborð aftur. Honum tókti ikki væl at læna sær pening fyri ferðina. Skiparin lovaði at seta hann av, um teir fóru á Norðhavið at royna. Teir fóru so út aftur at royna vestur um Suðuroynna. Tað var í páskavikuni. Zakarias gekk við hondini í fatli og fekk einki gjørt. Teir royndu sum sagt við snøri og høvdu fýra húkar undir. Zakarias fór upp á dekkið. Teir drógu dúgliga og nógvar fiskur var at fáa. Tá helt Jógvan fyri við Zakarias: “Royn um tú fært rakt húkarnar hjá mær”. Zakarias sigur, at hann royndi, tað hann kundi, men tað var rættuliga avmarkað, hvat hann kundi gera við einari hond. Zakarias bjóðaði so Jógvan at læna sítt snøri. Zakarias hugsaði, at Jógvan hevði biðið seg umrødda beinan, so hann væntaði sær kanska onkra lippu afturfyri. Teir fóru so inn at halda páskir. So varð gjørt upp, og Jógvan býtti tað í tveir partar, sum hann hevði drigið, og hann lat Zakarias fáa annan partin. Kortini gjørdust teirra partar teir bestu, so raskur var Jógvan at fiska. Zakarias segði, at “so væl gjørdi Jógvan móti mær og tað skal ikki vera honum gloymt.” Símun Jóhan sigur, at hann stóð undir liðini á Jógvan á Toftini fyrsta árið hann var til skips. Hann var ein stak fiskimaður. Teir vóru eisini mangan dag á útróðri saman og hann kann vátta tað sama um Jógvan sum Zakarias. Eitt konubrot í Ljósáum Í bygdini Ljósá vóru tveir býlingar fyrr. Tað vóru tvær innleggingar og garður fyri Gimbrarnar. Tað var garður fyri norðara býlingin, sum var kallaður millum Helli, og tí verður økið, har Ragnar Poulsen bygdi Sandblásing kallað Millum Garðanna. Henda frásøgn er eftir Hans Berg Hammer. Hetta eg sigi frá er tað Hans Berg segði við børuna hjá systir síni í heiminum har suðuri, tá ið hon fór til gravar. Eg haldi meg minnast, at hann var tólv ár, tá ið pápi teirra doyði. Elst var systirin Sanna, sum var 14 ára gomul. Hon gjørdist forsyrgjari fyri húsið har millum Helli. Hans Berg segði, at hann sum smádrongur metti alt, sum var stórt og sterkt eftir Sannu systir síni, tí hann var sjálvur lítil til mannar, og Sanna var stór og sterk. Hon bar øll tøðini út um várið og setti niður eplini. So fór hon norð til Eiðis at arbeiða í fiski. Tað var vanligt at arbeiða 10 tímars dag. Og tað kann skoytast uppí, at tað tók ein tíma hvønn vegin at ganga til Eiðis. Eg minnist Hans Berg siga, at tá hon var væntandi suður um kvøldið, plagdi mamman at biðja hann fara niðan undir Hvítubrúgv við døgurða til Sannu. Hetta høvdu tær avtalað, áðrenn hon fór norður til Eiðis, at hon skuldi ganga suður gjøgnum hagan. So skar hon torv aftaná ein 10­tíma arbeiðsdag í fiski. Eg minnist Hans Berg segði rørdur: “Ja, Sanna systir hevur knossast nógv, tað er vist.” Eg kendi eisini Sannu sum gamla Gudsóttandi kvinnu. Sanna doyði í 1959, og var hon 69 ára gomul. Tað var solidaritetur H enda frásøgnin er eftir Jóannes Mørkøre, Jóanes hjá Hermanni, sum hann varð róptur millum manna. Sum ungur lá Jóannes á sanatoriinum, hagan henda søgan stavar frá. Har lá ein maður, sum kallaðist Martinus í Nesinum, og hugsi eg at hetta var Giljanes, tað var talan um. Hesin Martinus segði seg hava hava havt tað sera smáligt sum barn. So var hann so mikið tilkomin, at hann royndi at fara í bát saman við øðrum monnum. Oljuklæði vóru eingi. Hann hevði ein grindakík uttan á sær. Hol vóru til høvdið og armarnar. So ein dagin teir vóru á útróðri kom illveður á teir. Teir vunnu ikki upp land, men settu upp í Mykinesi, og so segði Martinus: “Eg føldi meg illa at koma til fremmand fólk. So illa var eg klæddur, at eg valdi at vera í kíkinum, tá ið vit vóru bjóðaðir til hús. Eg varð móttikin av góðum fólki, fekk alt gott at eta, síðan eina góða song og eina hvíld sum eg trongdi til.” “Tað var ein góður útróðrardagur fyri meg”, segði Martinus, “eg fór vælklæddur úr aftur Mykinesi. Fekk nýggj klæðir frá innast til uttast og eini góð roðklæðir eisini”. Etur kalvi fugl? Sjóklæðini vóru ein kíkur Símun Jóhan og beiggin Rosenmeyer fleyga lunda úti í Rókini Jógvan á Toftini saman við abbasoninum Jógvan Hammer. Jógvan vísti solidaritet sum fáur