mikudagur 6. oktober 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
40
Sosialurin
UMMÆLI
T
á ið týski advokaturin og áhuga
fuglafrøðingurin Carl Julian
Graba var á vitjan í Føroyum í
1828, var hann rættiliga bilsin at
finna eitt mentanarligt støði á so
høgum stigi, sum hann upplivdi
tað her. Men um tann tónleikin,
hann fekk at hoyra – kingosangur í
Bíggjar Kirkju og frá onkrum báti á
útróðrarferð – gav hann til kennar,
at hetta var tað ræðuligasta, sum
honum nakrantíð var komið fyri
oyru. Smá hundrað ár seinni
skrivaði danski kirkjumusikarin
og lagasmiðurin Thomas Laub,
sum gjørdist kendur fyri sína
stremban at vinna upprunaliga
sálma- og fólkasanginum rúmari
ræsur í tí virkna tónleikalívinum,
at føroyingar kundu ikki metast
øðrvísi, enn at teir vóru beinleiðis
ómusikalskir, soleiðis sum teir
trampaðu tær gomlu vísurnar til
og skrenjaðu teirra sálmasang.
Lítið
hava
hesir
menn
og
onnur við dugað at meta um ta
tónlistarliga jørðildi, sum hevur
stimbrað okkara tjóð gjøgnum
øldir. Seinni tíðir – og tá serliga tey
seinastu 2-3 áratíggini – hava eisini
til fulnar prógvað, at veruleikin
er júst tann øvugti. Útlendskir
tónleikalærarar hava havt á orðið
um ta serstaka tónlistarpotentiale,
sum teir hava funnið her, og meta vit
eftir fólkatali, má tað sigast at vera
merkisvert, so mong ung ið hava
gjørt vart við sínar tónleikagávur
bæði burturi og heima.
Kringvarpið - bløðini
Men
hvussu
duga
fjølmiðlar,
myndugleikar og stovnar at fara
um hesar gávur og møguleikar í
fólkinum? Jú, kringvarpið – og tá
helst útvarpið - fyllir tað mesta av
sínari senditíð við tónleiki; men
hjá teim mongu, sum hava tónleik
sum týðandi lívsinnihald, so er
lítið kveikjandi at hoyra. Heldur
hinvegin er hetta eintáttaða tón-
leikasjarrið nátt sum dag týn-
andi fyri almennu tilvitanina um
tónleikadygd.
Ynskiligt er at fáa í lag eina
objektiva,
breiða
viðgerð
um,
hvussu hendan listargrein, sum
meira enn nøkur hevur beinleiðis
ávirkan á sálarlív og tilveru, fær
betri sømdir í okkara kringvarpi.
Her verður ikki hugsað um t.d.
popp ella klassiskt, men um meira
fjølbroytni og víðari sjónarring
Í bløðunum verður ikki so lítið
skrivað um tónleik. At samtíðin,
tað sum í løtuni er mest frammi á
pallum, og sum lættliga livir millum
fólk, fær rúmar ræsur, er væl
skiljandi – tað er jú eisini slíkt, sum
selir bløðini best. Men ikki er tað ein
nøktandi mentanarligur hugburður,
um ikki slíkt, sum krevur meira,
- og sum frá líður eisini gevur
meira - verður drigið betur fram í
almenna ljósið. Summarfestivalir
og poppkonsertir víða hvar eru
sanniliga í høvuðsheiti av tí góða,
og gleðiligt er tað, at tónleikur nú
meira enn nakrantíð er nakað, sum
ungdómurin tekur til sín. Av hesum
sprettur eisini nýskapan, har íbornu
talentini koma fram sum ongantíð
fyrr. Men verða tey evnaríku ikki
stuðlað og hildin til at gera meira
burtur úr sínum vøggugávum – tað
veri seg til tað skapandi eins væl
og til tað íðkandi – so laðar hesin
fjølmiðlaligi hávi ov lítið uppundir
til eitt framkomið tónleikalív.
FramRás 2010
Í næstseinastu viku skipaðu Aldu-
báran, Føroya Symfoniorkestur
og Felagið Føroysk Tónaskøld fyri
tónleikafestivali, sum tey kallaðu
FramRás 2010. Væl og virðiliga lýstu
fyrireikarnir í loftmiðlum, í bløðum
og eisini í snøggum bóklingi hetta
teirra nýggja framtak innan okkara
sprettandi tónleikalív, og ivaleyst
hava tey og onnur eisini við forvitni
kagað í bløðini aftaná, at vita, hvat
endurljóð hetta teirra spennandi
tiltak hevði vunnið sær. Men gakk!
– mær vitandi hevur ikki eftir-
metandi fjølmiðlaorðið verið grett.
“Vit finna illa fólk, sum duga ella
vilja skriva um klassiskan tónleik”,
kunnu bløðini siga. Men ein flog-
billett og ein minni samsýning til
kompetentan ummælara úr t.d.
Danmørk ella Íslandi er tað ov
mikið, tá okkara framkomnastu
tónlistarfólk leggja til brots at fáa
borið fram av tí besta, sum livir og
rørist í okkara tónleikalívi?
Aldubáran og Tarira.
Mær
bar
tíverri
ikki
til
at
hoyra, tá Aldubáran legði fyri í
Norðurlandahúsinum hóskvøldið
16. september, har m.a. nýtt verk hjá
Tróndi Bogasyni var at hoyra.
Fríggjakvøldið var kvøldið hjá
kórinum Tarira. Á konsert hjá
hesum kóri á “Summartónum” næst-
seinasta ár kundi ásannast, at hægri
flog hevði føroyskur kórsangur
neyvan havt áður. Hesaferð bar
framførslan tó helst brá av, at hon
kanska var í so tíðliga í sangárinum.
Men tá “Punkurin” hjá Tróndi
Bogasyni setti punktum, lætnaðu
áhoyrarnir rættiliga úr sæti.
Musikkskúla
Miðnámskonsert
Leygardagin seinnapart varð tann
framførslan, sum eg mest hevði
sæð fram til: Úrvaldir næmingar úr
sokallaða Miðnámsumhvørvinum
á Musikkskúlanum høvdu hvør
sína framførsla, og eg má siga, at
hevði eg væntað gott, so var har tó
enn betri at uppliva. Var ikki har
við ummæli í huga og eri heldur
ikki tann rætti til tað; men eg kann
í stuttum nevna, hvat ið var at
hoyra:
Kristina á Váli, næmingur hjá
Jens Chr. Guttesen, legði fyri við
satsi úr cellosuitu eftir J.S.Bach
– krevjandi tónleikur, sum Kristina
við sonnum tónlistarsinni og við per-
sónligari sannføring kom væl frá.
Marta Johannesen, sum júst
hevur lokið prógv á Musikkskúla
Miðnáminum, spældi seg á floytu
leikandi lætt okkum í sinni við
“Geitadansi” eftir Arthur Honegger.
Hennara lærarar hava Andrea
Heindriksdóttir
og
Bernharður
Wilkinson verið.
Jan Rúni Poulsen er fuglfirð-
ingur; men vit kenna hann øll
sum úrmæling millum paukur og
trummur. Tað var tí sera forkunnugt
og áhugavert at uppliva hann sum
fyrsta føroying hava framførslu á
solo-vibrafon. Lærari hansara Rúni
Mouritsen er ikki enn fastbúgvandi
í Føroyum, men tað er at vóna at
klassiskt slagverk við honum og
Jan Rúna, sum nú fylgir honum í
sporinum, kann leggjast ríkandi
aftrat í okkara musikkskúlavalmø
guleikum.
Ikki skal her nakað dragast fram
um annað; men at uppliva Mariu
Olsen úr Norðagøtu í drúgvari
framførslu av verki fyri klassiskan
guitar eftir Heitor Villa-Lobos var
nakað serstakt. Lærari hennara er
Ólavur Jacobsen.
Síðan sessaðist Oluf Dam við
flyglið. Honum hava vit áður havt
góðar løtur saman við. Men undir
vegleiðandi hondum Jóhannesar
Andreasen er hann eyðsýniliga
búnaður til pianist á profession-
ellum stigi. Gitna Nocturnan hjá
Chopin sannførdi um tað.
Annar fuglfirðingurin á palli
hesa løtuna var Rúni Hentze. So
ungur sum hann er, hevur hann
tó longu vunnið sær navn sum
ein tann fremsti millum okkara
mongu góðu trompetistar. Mær var
tað ein fragd at hoyra hann spæla
Preludium úr Wohltemperiertes
Klavier hjá J.S. Bach. Tað er Ken
Jones, sum leggur honum lag á.
Eftir at hava hoyrt hesa røð av
klassiskum tónastykkjum fingu
vit eina birtandi uppliving, tá
Jensia Højgaard Dam úr Sandavági
settist á flygilbonkin og læt okkum
hoyra tveir nútíðarligar sangir,
sum hon sjálv hevur gjørt. Við síni
ljómandi rødd, sínum kompetenta
klaverfylgispæli
og
við
sínari
persónligu framkomu boðaði hon
frá einum sannførandi tónlistarfólki
á veg. At Joanna Johansen, sum
hevur holla bakgrund sum sang-
ari, nú eisini tekur sær av sang-
solistiskari frálæru kemur væl við
í okkara sangheimi.
Tøkk skulu teir lærarar musikk-
skúlans hava, sum tóku stig til, og
sum fremja hesa verkætlan á hægri
stigi sum lopfjøl til eitt framkomið
tónleikalív í Føroyum.
Føroya Symfoniorkestur
Seinasta konsertin, sum mær bar
til at hoyra í hesum festivali var
symfonikonsertin leygarkvøldið.
Tá stovnarin og í mong ár leiðari
av Sønderjysk Symfoniorkester
Hakon Elmer, staddur her 1970 sum
leiðbeinari hjá okkara táverandi
kamarorkestri Tórshavnar Musikk-
skúli, hoyrdi tankar um eitt kom-
andi føroyskt symfoniorkestur,
bað hann teir ikki hugsa um slíkt,
tí eitt veruligt symfoniorkestur
kravdi eitt munandi størri fólka-
upplendi, enn okkara lítla oyggja-
land rúmar. Seinastu árini hava
tíbetur prógvað, at hann ikki metti
rætt, og hetta kvøldið í Norður-
landinum upplivdi tú aftur eina
symfoniska konsert, sum væl
kundi staðið seg í einumhvørjum
konsertsali uttanlands. Bernharður
Wilkinson var burturstaddur tað
vikuskiftið og hevði í sín stað latið
taktstokkin til ungan norskan
dirigent, Trond Husebø, sum eftir
øllum sólarmerkjum man teljast
millum teir frægu í norskum tón-
leikalívi. Við sínari greiðu, inn-
livaðu leiðslu gav hann okkum
áhoyrarum eina ríka uppliving og
okkara spælarunum eyðsýniliga
nýggjan íblástur. Fólkaløgini úr
Hardanger, sum Geirr Tveitt (1908-
1981) hevur orkestrerað, var eitt gott
val, symfoniina hjá Dvorak skal
eg halda meg frá at kommentera,
men framførslan kendist stórbær.
Fyri okkum heimafólk var tað
ikki minst áhugavert at lýða á
enn eitt nýtt symfoniskt verk, “In
memoriam”, hjá Atla K. Petersen.
Nútíðartónleikur er ofta torrskiltur,
men Atli varðveitir sambandið við
tey lurtandi, sleppir teimum vanliga
ikki upp á fjall. Tann krevjandi
solopartin upp á trombone greiddi
Andras Olsen serstakliga væl.
Andras skaraði longu sum musikk-
skúlanæmingur heilt framúr, og
við sínum bragdi hetta kvøldið
vísti hann, at hann støðugt er á
altjóðaleið uppeftir.
Fæst bót á borðið?
Fíggjarliga tungar tíðir eru í løtuni,
og sparast má á øllum økjum.
Men verður ov nógv skorið av
frá mentanarlívinum, har tað hjá
okkum frammanundan í procentum
av heildarveitingum verður latið
munandi minni enn í londum uttan
um okkum, so svíðir tað sárt aftur
í okkara tjóðskaparliga samleika.
At Føroya Symfoniorkestur, flagg-
skipið í okkara tónleikaverð, sum
seinastu árini rættiliga hevur fingið
luft undir veingirnar, nú skal missa
flogið av figgjarávum, má ikki
henda. Hevur tað almenna ov lítið
at lata, so vita vit tó, at pengar eru
í landinum, og fáast peningasterkir
stovnar bert at ásanna, at ein íløga
í serøst tónleikalív sum frá líður
gevur líka so nógv aftur sum meira
populistiskar sponsoreringar, so
kann eisini sjálvt í trongum tíðum
bót fáast á borðið.
Tónleikalív í blóma
Ólavur Hátún