fríggjadagur 8. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur elvt til mikið kjak
millum manna, at Sosialurin
mánadagin vísti á mismunin
millum ferðaendurgjald til ting
limir og vanlig arbeiðsfólk.
Bæði
løgmaður,
Kaj
Leo Johannesen, og John
Johannesen, politiskur for
maður hjá Javnaðarflokki
num á Tingi, høvdu viðmerk
ingar á Rás2 til málið, og tað
er líkt til, at báðir fara at
taka stig til at gera nakað
við ferðaendurgjaldið, hvør
á sínum øki.
Løgmaður segði við Rás2
í gjár, at eitt hitt fyrsta
hann tók stig til eftir at
verða blivin løgmaður, var
at seta ein areiðsbólk at
endurskoða
samsýningar
til tingfólk. Hetta álit hevur
løgmaður fingið í summar,
og farið verður nú undir at
greina, hvat arbeiðsbólkurin
er komin fram til.
– Fyrst og fremst skal
fáast størri gjøgnumskygni
í samsýningarnar. Greinast
skal, hvat er koyripeningur,
hvat er samskiftisendurgjald
og so víðari, sigur løgmaður.
Hetta er nakað, sum verður
tikið upp í nærmastu framtíð,
men løgmaður ávarar ímóti
bara at hyggja at tølunum
uttan at sundurgreina, hvat
endurgjaldið er fyri.
– Tað er eyðvitað, at um
tinglimir hava tveir til tríggjar
tímar at koma á tingfund,
so eiga teir sjálvandi at fáa
endurgjald fyri tað, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Løn ella samsýning
John
Johannesen
helt
eisini, at tað líkist ongum,
at so stórur munur er á
ferðaendurgjaldi hjá ting
fólki og vanligum fólki. Tí
ætlar hann sær at leggja
uppskot fyri Tingið um at
skarva av koyripengunum.
Hetta tekur Kári P. Højgaard
tó ikki treytaleyst undir við.
Vit skulu minnast til, at
tingfólk fáa sama ferðaend
urgjald sum tænastumenn
landsins. Vit fáa fyri hundrað
dagar um árið, men eg sigi
fyri meg, at eg eri í Havn
minst tvífalt so ofta, ikki
bara til tingfundir, men eisini
til nevndarfundir og aðra
umboðan hjá Løgtinginum,
sigur Kári P. Højgaard.
Hann kallar eisini fráboð
anina hjá John Johannesen
um
eitt
løgtingsuppskot
til at skarva av ferðaendur
gjaldinum fyri populistiskt.
– Tað kostar ikki John
Johannesen eitt oyra at seta
eitt slíkt uppskot fram, tí
tað eru bert tinglimir uttan
fyri Miðstaðarøkið, sum í
orðsins týdningi kunnu fáa
koyripening, sigur Kári P.
Højgaard.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Tá Jenis av Rana mikudagin
setti Aksel V. Johannesen,
landsstýrismanni í heilsu
málum,
fyrispurning
um
lønina hjá læknum av Lands
sjúkrahúsinum, sum høvdu
tilkallivaktir á Suðuroyar
og Klaksvíkar sjúkrahúsum,
váttar landsstýrismaðurin,
at læknarnir eru sera væl
løntir.
– Tað er rætt, sum Jenis
av Rana førir fram, at hesir
læknarnir fáa 56.000 krónur í
løn um vikuna. Men hartil er
at siga, at teir hava tilkallivakt
24 tímar um samdøgrið sjey
dagar í vikuni, sigur Aksel V.
Johannesen.
Sáttmáli er gjørdur millum
serlæknafelagið og felagnum
fyri yngru læknar øðrumegin
og Fíggjarmálaráðið hinu
megin, og tann sáttmálin má
fylgjast.
– Sjálvur haldi eg, at lønin
er alt ov høg, men talan er
um ein gamlan sáttmála, sum
vit mugu fylgja, sigur Aksel
V. Johannesen.
Men tá talan er um eina 24
tíma vakt í sjey dagar, kunnu
fólk so kenna seg trygg við
tað.
– Talan er um eina forvakt
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og
tað er ikki altíð, at tað er so
nógv at gera, og teir hava eitt
kamar á sjúkrahúsinum, so
teir sova eisini inn ímillum,
sigur Aksel V. Johannesen.
Vil broyta sáttmálan
Læknarnir fáa hesa sera
stóru løn, samstundis sum
tað kemur fram, at Lands
sjúkrahúsið ikki hevur nóg
stóra játtan at nøkta heilivág
til sjúklingarnar. Eisini koma
hesar høgu lønir fram um
somu tíð, sum fokus verður
sett á ferðaendurgjaldið til
tingfólk sammett við tað,
ið vanligi borgarin fær í
ferðaendurgjaldi.
– Sum nevnt er talan
um ein gamlan sáttmála. At
lønin er ov høg eri eg samdur
við Jenisi av Rana í, men
skal hendan lønin broytast,
má
tað
greast
umvegis
sáttmálan, og hann er sum
nevnt í gildi enn, sigur Aksel
V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin
sigur, at hann er ikki partur
av
hesum
sáttmálanum,
sum
verður
umsitin
av
fíggjarmálaráðnum.
Nú eri eg ikki greiður
yvir, nær sáttmálin gongur
út, men so leingi hann er
galdandi, mugu vit halda
hann. Hinvegin haldi eg,
at tá nýggjar samráðingar
verða tiknar upp, eiga vit at
hyggja nærri eftir hesum,
sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin
heldur, at lønirnar eru alt
ov høgar, og hann ætlar sær
eisini sum nevnt at fáa gjørt
okkurt við hetta.
– Tá samráðingarnar verða
aftur ætli eg mær avgjørt at
mæla til, at teir læknarnir,
sum eru á forvaktini, fáa
lægri løn enn teir fáa í dag,
sigur Aksel V. Johannesen.
leo@sosialurin.fo
Ósemja um sparingar
Í Tinginum mikudagin boðaði John Johannesen frá, at hann ætlaði sær at reisa spurningin um
ferðasamsýningar til tinglimir. Kári P. Højgaard setti tó sum treyt at taka undir við slíkum
uppskoti, at javnaðarmaðurin atkvøddi fyri einum 5% niðurskurði í tingfólkalønum
Læknar fáa 56.000
krónur um vikuna
Tá læknar stilla til forvakt á Suðuroyar- ella Klaksvíkar sjúkrahúsi, fáa teir heilar 56.000
krónur í løn um vikuna. Tað váttar Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Aksel V. Johannesen ætlar sær at taka stig til, at høgu lønirnar til
læknarnar á forvaktini verða lækkaðar í næsta sáttmálaskeiði
Kári P. Højgaard tekur ikki undir við at lækka
ferðaendurgjaldið til tingfólk so sum John Johannesen
mælir til, men vil heldur skava av lønunum