Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 8. oktober 2010 10 VIKUSKIFTI Eg eri ótrúliga tolin, um eg bara fái mín vilja at enda. Margerth Thatcher, fyrrverandi bretskur forsætisráðharri 10 tIng um Romário de Souza Faria Framúr góðu fótbóltsevnini hava Ført hann úr slumm in­ um í Rio de JaneiRo til størstu Fótbólts vallir í heiminum og gjørt hann til eina stJøRnu. nú hann er 44 ára gamal, hevur fótbóltuRin helst eisini æruna av, at hann so syngjandi varð valdur inn í bRasiliansku stJóRnina. lagt tIl rættIs: Eydna Skaale frá fátækra­ dømi og fótbólti til forseta­ stuðul 1 Hvør er settur sum fyribils stjóri í Eik Banka í Føroyum? 2 Frameftir skal tað kosta at standa á bíðlista til grundstykki í Tórshavnar kommunu. Hvussu nógv skal tað kosta? 3 Hvør skal handa føroyameistarunum í mansfótbólti steypið í ár? 4 Danskur fíggjarstovnur hevur yvirtikið Eik Banka. Hvussu eitur stovnurin? 5 Tvey feløg hava vunnið sær uppflyting til Vodafone deildina í fótbólti. Hvørji eru tey bæði feløgini? 6 Í nógv ár hevur hann teknað tekningar til baksíðuna á Sosialinum. Hvussu eitur teknarin? 7 Á Vinnudegnum var ársins átak kosið. Hvør fekk heiðurin? 8 Á Vinnudegnum var eisini ársins virkið kosið. Hvat virkið var ársins? 9 40 ára gamal sandingur gjørdi comeback í bestu fótbóltsdeildini farna vikuskiftið. Hvør var hann? 10 Ítøkilig ætlan er nú um at byggja 50 metrar svimjihyl. Hvar skal hesin hylurin gerast? 1-4 ikki nóg gott 5-7 tú fylgir hampuliga væl við 8-9 tú fært tað mesta við 10 veitst tú alt? 1. Jørn Astrup Hansen, 2. 3000 kr., 3. Michel Platini, 4. Fíggjarligt Støðufesti (Finansiel Stabilitet), 5. 07 Vestur og KÍ, 6. Óli P. (Óli Petersen), 7. Vilt, 8. Tavan, 9. Eli Hentze, 10. Í Vági Svar Romário de Souza Faria er føddur 29. januar 1966 í Rio de Janeiro. Hann hevði ein fátæksligan barndóm og spældi fótbólt við einum lokalum ung­ dóms liði í Rio de Janeiro, tá fólk varnaðust evnaríka ung ling in. Brátt kom hann til stóra felagið Vasco Da Gama at spæla. Hann spældi fótbólt í Brasilia, inntil hann í 88’ varð sæddur av hálendska fótbóltsum­ boðs manninum Piet de Visser, sum flutti Romario til hálendska felagið PSV Eindhoven. Í 93’ skifti Romário til Barcelona, sum tað árið spældi undir heitinum »Dream Team«, orsakað av nógvu stjørnunum á liðnum. Teir vunnu meistaraheitið, og Romario varð ligatoppskjútti fyrsta árið, hann var í Spania. Hann hevur millum annað eisini roynt seg bæði í USA og Australia. Í HM­kappingini í 1994 hevði Romário ein stóran leiklut í heimsmeistaraheitinum hjá Brasilia, og hann varð eisini toppskorari í HM endaspælinum. Hann er kendur sum ein av bestu fótbóltsspælarum í verðini, og í 1994 varð hetta heitið alment staðfest, tá hann varð kosin heimsins besti fótbóltsspælari. 20. maj 2007 skoraði Romário sítt mál nr 1000, og tað fekk sera nógv umtalu í heimspressuni. Summi vóru tó misnøgd við umtaluna, tí hann taldi bæði mál í undgdómsdystum og vinardystum við, og í skrásettum dystum fekk hann “bara” 929 mál. 28. oktober 2007, bert seks mánaðir eftir mál nr 1000, vístu dopingroyndir, at Romário hevði dopingarevni í blóðinum. Romário vardi seg og segði, at hann ikki hevði dopað seg við vilja, men at hann hevði tikið eitt evni fyri at sleppa undan at gerast skallutur. Umframt at vera kendur sum ein framúr góður fótbóltsspælari, so er Romário eisini kendur fyri sín sera aktiva leiklut í náttarlívinum og fyri ikki at tíma serliga væl at venja. Yngsta dóttur Romário hevur downs syndrom, og sambært Romário, hevur hon æruna av, at hann endiliga er vorðin vaksin. Romario stillaði upp til valið í Brasilia fyrr í ár, og hann er nú valdur inn fyri sosialistaflokkin við nærum 150.000 atkvøðum. Hann fekk 6. flestar atkvøður, og fer við flokkinum at skipa stjórn saman við núverandi forsetanum. Romário fer serliga at arbeiða fyri ítróttinum í fátæku økjunum og fyri rættindum teirra brekaðu. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10