fríggjadagur 8. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
14
Sosialurin
Randi Jacobsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað er týsmorgun, og vit
fara á vitjan hjá NámX í
Eysturskúlanum í Havn.
Nám stendur fyri at nema.
X er 10-talið í rómversku
stavskipanini.
Í gongini standa rúgvuvís
av skóm og styvlum.
– Her lata øll seg úr um
beinini, so gólvini eru rein,
og hetta eru vaskikonurnar
fegnar
um,
sigur
Bjarni
Djurholm, leiðari á NámX.
Henda morgunin ganga
fleiri næmingar og mala á
gongini, tí teir vita ikki, hvar
teir skulu møta.
Enn er skúlaárið so nýtt,
at allir næmingarnir hava
ikki vant seg við, at teir
hvønn morgun skulu fara
inn á telduna at hyggja eftir
boðum frá lærarum sínum.
Lærarin, sum teir hava hvønn
ávísan tíma, leggur teimum
boð, hvar og nær teir skulu
møta.
Henda morgunin koma
fleiri næmingar til Bjarna
Djurholm
at
spyrja,
og
hann vísir teimum til teldu-
skipanina.
Áðrenn NámX byrjaði,
hoyrdust
mótmæli
frá
lærarum á øðum skúlum,
men nú valdar friður.
Næmingarnir á NámX eru
fegnir, og Bjarni Djurholm
hevur varhugan av, at tað eru
lærarnir eisini, sjálvt um teir
hava fingið eina nýggja og
tíðarkrevjandi avbjóðing.
Kreativitetur
Tá ið farið varð undir at
fyrireika NámX, varð hugt
eftir onskum viðurskiftum,
tí
føroyska
og
danska
skúlskipanin
eru
álíkar.
Lætta loysnin við bara at
gera tað sum aðrastani, varð
ikki brúkt. Útgangsstøðið var
tann sannroynd, at helvtin
av næmingunum eftir 9.
flokk ikki hevði hug at fara í
10. flokk, og hin helvtin hevði
hug. Tað kundi verið, at 10.
flokkur ikki hevur verið nóg
spennandi.
– Eg havi arbeitt í so nógv
ár á tekniska skúla, og eg havi
arbeitt á handilsskúlanum, so
eg visti, at við at geva næm-
ingum undirvísing í kreativ-
um lærugreinum, blóma teir,
sigur Bjarni Djurholm.
Undirvísingin
er
sett
saman av tveimum breytum
við fleiri lærugreinum undir.
Hesar
breytirnar
skulu
næmingarnir velja. Tað gevur
20 tímar. Haraftat skulu teir
velja millum átta av teimum
vanligu lærugreinunum.
Mett varð, at 140-150 næm-
ingar fóru at ganga á NámX.
Yvir 200 teknaðu seg, men tá
ið saman um kom, og nøkur
vóru dottin frá, tí tey høvdu
eisini søkt eitt nú studentar-
skúla ella handilsskúla, kom
talið niður á 187 næmingar.
Byrjanin til
vaksna lívið
– Vit leggja stóran dent á, at
NámX ikki er eitt framhald
av 9. flokki. NámX er byrjanin
til vaksna lívið hjá teimum
ungu, sigur Bjarni Djurholm.
Á NámX sita næmingarnir
ikki bundnir á einum stóli í
tímar. Teir arbeiða fyri ein
stóran part sjálvstøðugt í
modulum.
Í stóru høllini sita fleiri
næmingar og arbeiða. Onkur
situr við eina teldu, onkur
teknar, onnur práta saman
á sofunum, og stundir eru
eisini til at spæla eina løtu.
Bjarni Djurholm sigur,
at skúlin hevur gjørt sítt
besta til at skapa eitt gott
ungdómsumhvørvi.
– Vit uppliva longu, hvussu
væl næmingarnir trívast her.
Tey halda fram við at arbeiða,
eftir at tímin er liðugur, og tey
eru eisini her, tá ið tey hava
frí, sigur leiðarin.
Gera matstovu
Nógv verður arbeitt við
verkætlanunum.
Í eini stovu situr ein stór-
ur flokkur av næmingum
saman við lærara sínum og
prátar.
– Vit fyrireika at lata upp
matstovu, siga tey.
Áðrenn
tey
koma
til
tað, mugu tey kanna, hvat
lógirnar siga, hvørji krøvini
frá Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni, hvat skal til fyri at
stovna eina fyritøku o.a.
Næmingarnir
læra,
hvussu teir bera seg at við at
fáa hesa vitan.
Ein matstova má hava
eina góða matarskrá, sum
tey eisini fara at gera. Mat-
stovan skal hava stjóra og
starvsfólk.
– Vit miða eftir at lata mat-
stovuna upp í november, siga
tey.
Gera heimasíðu
Á miðlabreytini fyrireika
tey at gera eina sjálvstøðuga
heimasíðu til NámX.
Eyguni á næmingunum
eru sum límað upp á teldu-
skíggjanum.
– Í morgun ganga vit
ígjøgnum, hvat ein heimasíða
skal hava av innihaldi, greiðir
lærarin frá.
Ein bólkur skal arbeiða við
video, ein við myndartøku,
ein bólkur fer at skriva um
ítrótt, ein tíðindi, og gerast
skal ein reportasja frá, tá ið
Eysturvøllurin við skúlan
varð tikin í nýtslu.
– Vit vænta, at hetta
verður ein góð heimasíða,
sigur lærarin.
Hann avdúkar, at heima-
síðan fer stutt og greitt at
eita NamX.fo.
Nógvir valmøguleikar
NámX hevur tvær breytir,
sum allir næmingar skulu
velja seg inn á. Fleiri valfríar
lærugreinnar eru eisini.
Onkuntíð fáa næming-
arnir undirvísing í komm-
unuskúlanum og ganga so
millum skúlarnar.
Nevnast kann, at ein
lærugrein eitur betri lesing
og er ætlað teimum lesiveiku
næmingunum.
– Tað er bara ein ásannan
av, at summir næmingar eru
lesiveikir, antin tí teir eru
orðblindir ella annað bagir.
Nakrir næmingar hava eisini
teknað seg til hetta.
Royndarár
Við tað at skúlaárið enn er so
nýtt, er alt ikki komið í heilt
fasta legu.
Kommunan setti E-lon-
ina á Eysturskúlanum við
10 skúlastovum í stand til
NámX, og tað arbeiðið er ikki
heilt liðugt.
– Hetta er eitt royndarár.
Vit halda, at tað gongur væl.
Vit hava lært nógv, men
sjálvandi kann okkurt gerast
betri, sigur Bjarni Djurholm.
Taðå gongur sum ein
tráður gjøgnum alt í NámX,
at næmingunum verður víst
álit, og teir hava ábyrgd.
– Vit hava tosað um tað
her á NámX, at hesir næming-
arnir eru sera hampiligir og
skikkiligir í allar mátar, sigur
Bjarni Djurholm.
NámX, 10. flokkur, á Eysturskúlanum í Havn er ein
sólskinssøga. Unidrvísingin er lagað eftir ynskjunum og
áhugamálunum hjá hvørjum einstøkum næmingi
Undirvísingin
laðað eftir
næmingunum
Onkutíð eru stundir til spæl
Bjarni Djurholm veit av royndum at næmingar, sum fáa
útbúgving í kreativum lærugreinum, fara at blóma