fríggjadagur 8. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
mynd: vilmund jacobsen
Tað ber saktans til at fara í heilt annað arbeiði,
tá tú ert komin nakað upp í árini.
66 ára gamla Hansa Frederiksberg av Toftum
er eitt prógv um tað. Hon stórtrívist í tí starvi,
sum hon fekk fyri næstan 11 árum síðan. Eftir at
hava verið í handilsvinnuni sum krambakvinna í
mong ár og eitt skifti í fiskaframleiðsluni á Faroe
Seafood á Toftum, fekk hon starv í framleiðsluni
av línum og teymum hjá Teymavirkinum, sum nú
húsast undir góðum umstøðum í Søldarfirði.
– Eg frætti, at Teymavirkið kanska hevði
brúk fyri fólki. Uttan at kenna nakað sum helst
til hesa framleiðslu, spurdi eg meg fyri og fekk
starv beinanvegin.
Hansa sigur, at tá hon byrjaði á virkinum,
vóru tað fólk, sum settu hana inn í fram
leiðslugongdina.
– Eg fekk kunnleika um alla framleiðsluna
við eitt nú spinning av línu og teymum og at
seta klips upp á línurnar. Sjálvandi var hetta
ein avbjóðing fyri meg, tí eg hevði einki sæð av
hesum áður. Eg haldi kortini, at tað gekk skjótt
framá, og tað tók ikki langa tíð, til eg var trygg
við nýggju umstøðurnar og nýggja virksemi.
Tá Hansa byrjaði hjá Teymavirkinum, var
framleiðslan av línum og teymum í bygn
inginum, har Berglon er í dag.
– Tað var her, at alt gekk fyri seg. Vit høvdu
umleið helmingin av miðhæddini og allan kjall
aran, og eg helt, at hølisumstøðurnar tey fyrstu
árini vóru góðar. Hetta var tað, sum var, og vit
vistu ikki um nakað annað.
Hon stórtrívist
Fyri trimum árum síðan tók Teymavirkið í nýtslu
eina nýggja og stóra framleiðsluog goymsluhøll
í Søldarfirði.
– Tá varð alt framleiðsluvirksemið flutt inn
hagar, og her eru umstøðurnar sera góðar, sigur
hon.
Hansa er sera fegin um sítt arbeiðspláss, og
hon stórtrívist.
– Arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, fólk
eru ómetaliga fitt og vinarlig, og tú finnur ikki
eina betri leiðslu enn hana, sum vit arbeiða
undir.
Í framleiðsluni av línum og teymum í Søldar
firði eru tilsamans seks fólk, fýra menn og tvær
kvinnur.
– Hin kvinnan, Joanna Hansen, sum er ættað
av Nesi, byrjaði á virkinum einar tveir mánaðir
seinni enn eg. Í dag fáast vit báðar mest við at
spinna teymar og seta klips á línur. Vit skiftast
um at gera hesi arbeiði, og eg haldi, at tað riggar
sera væl. Í aðrar mátar taka vit eisini lut í øðrum
arbeiði í framleiðsluni, tá tørvur er á tí.
Hansa sigur, at meginparturin av framleiðsluni
gongur fyri seg við sjálvvirkandi maskinum, og
tí kennist dagurin ikki beinleiðis so kropsliga
strævin.
– Tað er ikki nógv lyfting, og hevur tú góða
heilsu, er starvið eingin trupulleiki, tó at tú ert
troytt, tá dagur er lokin. Hóast eg eri 66 ár, havi
eg ongar ætlanir um at gevast á Teymavirkinum.
Nú er bara at vóna, at heilsan verður góð og
før leikin hareftir, soleiðis at eg kann røkja
hetta starv, sum mær dámar so væl, í nøkur ár
aftrat.
Spurd, um nógvur gangur stendst av maskin
unum, sigur hon, at hetta er ikki nakar trupul
leiki.
– Maskinurnar, sum spinna línuna, larma
nakað, men vit hava oyravernd, sum vit kunnu
brúka, tá hesar koyra, leggur hon aftrat.
Handilslívið
Hansa fór av saltfiskavirkinum hjá Faroe Sea
food á Toftum og inn á Teymavirkið at arbeiða.
Tá hevði hon verið í fiskaframleiðsluni í sløk
tvey ár.
– Eg vil siga, at lívið sum krambakvinna
hevur verið mítt lívsstarv, tá hugsað verður um
øll árini, eg fekst við hetta.
Í hálvt áttanda ár arbeiddi hon soleiðis í
handlinum, sum Ernst Hansen, sáli, hevði í
kjallara sínum á Toftum. Eftir at Ernst var givin
at handla í 1984, arbeiddi hon í handlinum Ítriv,
sum Judith Johannesen hevði í Saltangará, og
meðan maður hennara eitt skifti arbeiddi í Havn,
var hon hjá Krás, sum Poul Hansen tá hevði í
Havn.
– Um heystið í 1990 byrjaði eg so at hjálpa
Herdis í kioskini á Glyvrum. Eg arbeiddi hjá
henni nøkur kvøld um vikuna, og síðan plagdi
eg at arbeiða annað hvørt vikuskifti ella so, sigur
Hansa Frederiksberg.
Hon og maður hennara, Karstin, sum er
ættaður av Strondum, eiga trý børn. Tey eru
Piddi (45), Óli (46) og Tórunn (43).
Karstin, sum er fyltur 68 ár og soleiðis er farin
um pensjónsaldur, hevur siglt sum maskinmaður
eitt langt arbeiðslív.
Hansa Fredriksberg er ættað úr Nýggjagerði
á Toftum.
– Tað var ein avbjóðing fyri meg aT skifTa sTarv, Tí eg hevði einki sæð av
hesum áður. korTini Tók Tað ikki langa Tíð, Til eg var trygg við nýggju
umsTøðurnar og nýggja virksemi, sigur 66 ára gamla hansa Frederiksberg
Hansa framleiðir línur og
teymar til fiskiflotan
Fakta
Navn: Hansa Frederiksberg
Starv: Framleiðari
Besta við starvinum:
Góðar arbeiðsumstøður, góðir
starvsfelagar
Ringasta við starvinum:
Veit einki, sum er keðiligt
Starvstíð: 11 ár
Starvsfólk: 6 fólk
Staður: Søldarfjørður
Stjóri: Rúni Berg