fríggjadagur 8. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
Sosialurin
Nám X
Vit hava prátað við nakrar næmingar, sum høvdu fríkorter og sótu úti í gongini. Summi
sótu í sofunum og teknaðu, onkur tosaði, nøkur fingust við teldur, og onnur spældu
borðfótbólt. Hetta tóktiskt at vera eitt sera vælskipað og hugnaligt umhvørvi
Tímir nógv betur í skúla
Rói hevur áðrenn gingið í Venjingar
skúlanum.
– Mær dámar sera væl skipanina
í Nám X, og tað er gott at øll samlast
á einum stað. Nám X er betur enn
vanlig skúlagongd, og nú dámar
mær nógv betur at ganga í skúla
enn fyrr.
Rói hevur valt ítróttarbreyt og
náttúrubreyt. Í náttúrubreytini
hava tey m.a. alisog evnafrøði,
og tey læra nógv um náttúruna,
og hann heldur hetta vera sera
spennandi.
Eins og hini sigur Rói, at í 9.
flokki fingu tey sera nógva kunning
um Nám X, og hann valdi hetta fyri
at fyrireika seg til at fara víðari.
Kann velja eftir áhuga
Harriet
hevur
áður
gingið
í
Kommunuskúlanum.
– Mær dámar nógv betur at ganga
í skúla nú enn í 9. flokki, tí at í Nám
X kanst tú velja lærugreinir, sum tú
ert áhugaður í og tímir at arbeiða
við, og undirvísingarhátturin er
sera góður.
Hon valdi at fara í Nám X, tí
tað ljóðaði spennandi, og ein kann
serkunna seg meira innan fyri
eitt ávíst øki. Eisini er tað meira
avslappandi.
– Í 9. flokki hava vit eisini fingið
nógv at vita um Nám X, og eg mæli
øðrum til at fara í Nám X, tí tú
kanst gera tað, tær dámar, sigur
Harriet.
Alt er positivt
Kirstin hevur gingið í 9. flokki í
Eysturskúlanum.
Henni dámar sera væl at ganga í
Nám X, tí øll eru samlað, og tú kanst
velja lærugreinir eftir áhuga.
Kirstin hevur valt náttúrubreyt
og kostog heilsubreyt, og hon
heldur, at hon lærir sera nógv av
hesum og kann brúka tað víðari í
lívinum.
– Alt er positivt við Nám X. Tað
er sera stuttligt, og eg ráði øðrum til
at gera tað sama.
Nám X er kul
Ása hevur gingið í 8 flokki í Eystur
skúlanum og fór síðani á eftirskúla
í 9 flokki.
– Í Nám X hava vit nokkso fríar
teymar, og tað er avslappandi. Eg
haldi, at tað er kul, at øll samlast,
og nú tími eg nógv betur at ganga
í skúla.
Hon sigur, at tað er sera ymiskt,
um tímarnir eru fyrireikaðir ella
ikki. Og endar við at siga. Eg haldi
at øll skulu royna hetta, tí tað er
kul.
Ein góður og øðrvísi skúli
Maria hevur gingið í 9. flokki í
Kollafjarðar skúla.
– Eg haldi, at Nám X er nógv
meira øðrvísi enn vanlig skúlagongd.
Nú eru nógv fleiri næmingar, og tú
velur sjálv/ur lærugreinarnar.
Ein av breytunum, hon hevur
valt, er kostog heilsubreyt. Har
gera tey mat og røra seg og læra
nógv um heilsu og um góðan mat.
Eg valdi hesa breyt, tí hetta er
nakað, sum eg kann brúka alt lívið,
sigur Maria við einum smíli.
Av tí at skúlin sparir og lærarir
til Nám X ikki eru tøkir, fáa
næmingarnir ikki vikar, um teirra
lærari er sjúkur, og tað heldur Maria
vera keðiligt.
– Eg valdi at fara í Nám X, tí eg
visti ikki, hvat eg vildi. Vit fingu
nógv at vita um Nám X í 9. flokki
og eg helt, at tað ljóðaði sera
spennandi. Nám X er betri enn eg
hevði væntað, og eg mæli eisini
øðrum til at royna hetta, sigur
Maria.
Anna Sjóvará og Maibrit Andreasen
Skúlin hevur lagt stóran dent á at innrætta
felagshølini, so næmingar trívast og kenna seg væl