fríggjadagur 8. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
15
VIKUSKIFTI
Vælkomin. Tak eitt nummar,
flyt ing ella kontant og alt annað
enn flyting. Og so at bíða, bíða,
og bíða, og bíða.
Gott at vera fastløntur og
ikki tímaløntur, tí so reyk ein
tímaløn afturat teimum 200
krónunum, sum tað kostar at
flyta 100 krónur úr ríkinum.
Hvat var nú mítt nummar
aftur? 666. Og uppi yvir kassa
røðini standa 658 og 659. Sum
vant er eingin við kassa 1. Kassi
3 er eisini ómannaður, sum vant
mundi eg sagt.
Dunggggg. Nummar 660,
nummar 660, ljómar ein kvinnu
rødd innan fyri pengarnar. Jú,
tað gongur framá, stig fyri stig,
uggi eg meg sjálvan.
Eitt fram og tvey aftur.
Hugsi um hetta samfelagið, har
sum dugnaloysi og seinføri,
slendrian, eru fremstu dygdir.
Knappliga, sum ein rentu
lækking fyri innlán, fái eg kalda
sveitta. Klokkan er nú 15.42.
Hvat hendir, um vit bara eru
komin til 664, tá klokkan verður
16.00? Ætlaði pínadoyð at fáa
hesa flytingina flutta í dag. Tí
skundaði eg mær oman, sníkti
meg úr arbeiðinum, onga staðni
inn á vegnum.
Tíverri, klokkan er fýra, nú
er stongt, men tú ert vælkomin
aftur í morgin.
Nei, tíbetur, hatta var bara
ein tvangstanki, ein marra í
vøku. Klokkan er ikki fýra. Hon
er ikki fýra enn.
Nummar 658 hevur nú
staðið har frammi við diskin í
tíggju minuttir, tí kassadaman
og daman hinu megin diskin
kennast og hava nógv annað
at tosa um júst nú og her enn
pengaflytingar.
Bíða, bíða. Einasta undirhald
her á leiðini eru tey, sum tosa í
fartelefon, ekshibitionistarnir.
Hví gera bankarnir ikki sum
flogfeløgini á teimum longu
ferðunum, vísa ein film? Ella
biðja onkran koma at siga
stuttligar søgur. Ella bjóða eitt
rúm, har fólk kunnu fara inn at
leggja seg, meðan tey bíða.
Klokkan gongur. Hon nærk
ast óhugnaliga hóttandi sekstan
nullnull. Nú er hon so mikið
sum 15.55. Fimm minuttir, 300
sekund.
Mín egna skyld, sjálvandi.
Eg kundi fylgt ráðunum frá
bankanum og orðnað mínar
flytingar á netinum. Tað kostar
einki (ikki enn).
Eg kundi eisini fylgt ráð
un um hjá bankanum og keypt
partabrøv í honum. Ella tikið
allar glæstrilýsingarnar í álvara.
Eg kundi so nógv, eg kundi so
nógv. Men nú standi eg her.
Hey...dungggggg. Nummar
665, nummar 665. Einki hendir.
Nummar 665, nummar 665.
Nummar 665 misti tolið, tá
vit komu til dunggggg 662 og
rýmdi. Sjálvvirkandi rennihurð
er, so ikki bar til at bresta hurð
ina aftur.
Dungggg. Nummar 666,
nummar 666. Ja, her, her. Eg
fari við meira enn innanbíggjar
hámarksferð til kassan við lep
anum í hondini. Har stendur
666, ikki 999?
Eg sleppi av við pengar,
mínar egnu. Tíbetur hevði eg,
meira av tilvild enn umhugsni,
SWIFTtalið við. Annars kostaði
tað 100 krónur afturat teimum
200. Klokkan er 15.58.
Nú bíði eg aftur. Bíði og bíði
eftir einum nýggjum sáttmála.
Tey vistu í fýra ár, at sátt mál
arnir vardu bara til 1.oktober, 1.
oktober í ár, ikki í 2011.
Men tað hevur ongan skund
at gera nýggjar. Einki hevur
skund í Føroyum. Tí hava før
oyingar so gott tol. Vit áttu øll at
fingið bíðipengar.
Á veg til hús úr bankanum
hugsi eg annars um, at flog
bóltskappingin byrjar skjótt.
Tey vera flúgvandi í Fíggjar
ligumstøðufestiliguni.
Bíða, bíða og bíða
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Skoyta ikki um brúktar seðlar
Eik má bjargast við nýggjum pengum
Portal.fo
Hvat sigur Helgi
Abrahamsen nú?
Tølini flóta í langhylinum
Lesarabræv
Man tað liggja við Borg?
Síðani var hon við á
bonkinum móti Viðborg
Norðlýsið
Dramatikkur í Hvítu Húsunum
Obama missir sína høgru hond
Portal.fo
Jamen, so druknar tú, maður!
Eg fari ikki av eini søkkandi skútu
Dimma
So verður eingin ballada
Gaddafi duravørður hjá ES
Portal.fo
Upp á tíðina!
Minni pengar í lumman hjá tingfólki
Portal.fo
Kundi neyvan verið øvugt
Bilur rendi á lyktarpela
Portal.fo
Á, dett orðaspæl!
Stjørnan er flúgvandi
Dimma
Fær Dynamit sama tilboð?
Vilja gjalda bólki 50
milliónir fyri at gevast
Portal.fo
Almanakki um seyð
Úr álmanakkanum um seyð
Dimma
ranga
í
strúpan
Øðrvísi parkering
Tað er tiltikið, tá ið kvinnur skulu parkera bilar, og vit hava illgruna um, at onkur av teimum
øðrvísi parkeringunum, sum vit vísa myndir av her á síðuni, er gjørd av kvinnum.
Men vit halda eisini, at onkrar parkeringar eru so aggresivar, at tað mugu hava
verið menn, sum hava sitið aftan fyri rattið á onkrum av hesum bilunum.