fríggjadagur 8. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
Sosialurin
Í dag verður Jógvan Martin
úr Havn 60 ár
Jógvan Martin er næst
yngstur av børnunum hjá
Jovinu og Mortani Mørk.
Hini systkini eru Magdalena,
Mikkjal (andaðist í 2007) og
Mortan.
Hóast áhugamálini hava
verið nógv, so er eingin ivi
um, at hondbóltur er nakað
av tí fyrsta, sum hugsað
verður um, tá tosað verður
um Jógvan Martin.
Síðani á dreingjaárum
hevur hann verið ein av
trúgvastu viðhalds monn
un um hjá Neistanum. Páp
in var á sinni við til at vinna
meistaraheiti við felagnum,
og einki var at siga til, at
Jógvan Martin eisini valdi
hondbóltin
og
Neistan,
hóast tíðin eisini rakk til
nakað av fótbólti fyri B36.
Umframt at vera ein av
stuðulsspælarum á liðnum,
sum rakti tindarnar við
FMheitinum í 1978, var
Jógvan Martin frá 70’unum
og fram til í fjør venjari hjá
felagnum. Einamest í ung
dómsdeilini, men eisini hev
ur hann verið venjari hjá
besta kvinnuliðnum, sum
tey árini var einaráðandi. Og
okkurt skifti var hann eisini
knýttur at venjarabólkinum
hjá manslandsliðnum, har
Jógvan
Martin
sjálvur
spældi 24 landsdystir.
Í fleiri ár var var Jógv
an Martin eisini limur í
starvsnevndini hjá Hond
b ó l t s s a m b a n d i n u m .
Flestu av hesum var hann
formaður
í
kappingar
nevnd ini, og hóast hann
legði tann sessin frá sær í
fjør, so eru framvegis boð
eftir honum, tá kabalin
við kappingarskránni skal
fáast at ganga upp.
Hjá teimum flestu hevði
hondbóltsspælið og nevnd
ararbeiðið
kring
hetta
helst verið nóg mikið, men
Jógvan Martin hevur eisini
verið aktivur í so nógvum
øðrum lutum.
Hann hevur í fleiri ár
verið fastur fúsur millum
undirvísararnar
hjá
Dansi frøi. Poltiskt hevur
hann verið aktivur innan
javnaðarrørsluna í Havn, og
eitt skifti undirvísti hann
eisini í svimjing.
Jógvan Martin tók lær
araprógv í 1980, og síðani
hevur hann starvast á Eyst
urskúlanum, har hann í dag
er varaskúlastjóri.
Jógvan Martin giftist
Ruth (f. Johannesen) av
Oyrarbakka í 1972, og tey
hava trý børn. Súna varð
fødd í 1972. Áki í 1981 og
Terji í 1994. Og eins og hjá
pápanum
hevur
hond
bólt urin fylt tað mesta hjá
børnunum, sum sjálvandi
hava valt Neistan sum
sítt
felag.
Súna
var
í
fleiri ár partur av besta
kvinnu liðnum og er í dag
nevndarlimur í felagnum.
Áki hevur seinastu 12 árini
verið partur av besta mans
liðnum, og Terji spælir í
ung lingadeildini.
Abbasynirnir eru eisini
tríggir í tali. Nevnliga Tor
kil, Rói og Fríði.
Føðingardagin
heldur
Jógvan Martin í dag sam
an við ætt, vinum og kenn
ingum í nýggju høllini hjá
Dansifrøi.
Nøvn
Jógvan Martin
Mørk 60 ár
Ein fíggjarlógarviðgerð kann
virka turr og keðilig at lurta
eftir , tí tað snýr seg um eina
rúgvu av tølum og orðum sum
vit ikki nýta so nógv til dagligt.
Tað, ið vit hugsa mest um, eru
spurningar sum:
• er mítt arbeiðspláss í
vanda?
• skulu vit gjalda enn meira í
skatti av okkara løn?
• klára vit at fáa okkara
húsar hald at mala runt
fíggjarliga?
• Verðuleikin er tann, at
fíggjarlógin ávirkar svari
á allar hesar spurningar.
Arbeiðir tú á einum flaka
virki, undirvísir børnum ella
situr á eini skrivstovu, so
hevur
fíggjar lógin
ávirk an
á tín gerandis dag. Tí hev ur
tað alstór an týdning hvussu
fíggjar lógin er samanskrúva.
Meginreglan má tí verða,
at fíggjarlógin verður soleiðis
samansett, at vit hava eitt
samfelag har pláss er fyri
øllum. Skal okkara samfelag
menna seg, so hava vit brúk
fyri hvørjum tí einasta borgara
í hesum landinum.
Tá ið vit hava trongar
tíðir, mugu vit øll vera við til
at bera byrðurnar. Hinvegin
er tað sjálvsagt, at tá ið tað
gongur við, so fáa vit øll, og
ikki bert nøkur fá, ágóðan av
viðrákinum.
Leiðin burturúr kreppuni
Tey ið minnast orðaskifti í
samband við at fíggjar karm
urin fyri 2011 var til við gerðar,
minnast óiva, at politiska
ósemjan var rættuliga stór.
Orðaskifti
snúði
seg
um,
hvussu vit varð veita grund
leggj andi
vælferðar tænast
ur nar
og
samstundis
fáa
tam ar hald
á
hallinum
á
fíggjar lógini.
Fleiri førdu fram, at ein asta
leiðin var spara seg burtur
úr krepp uni. Hetta skuldi
gerast við at skerja almenna
sektorin inn á bein, siga fólk
upp í hópatali og ann ars lata
markn aðar kreft ir nar og nátt
úruna orðna restina.
Javnaðarflokkurin tók tá,
eins og nú, undir við leistinum
ið Búskaparráðið vísti á. Fyri
at koma úr íkomnu kreppuni
er neyðugt:
• at fáa tamarhald á halli
num og vaksandi almennu
skuldini
•
at
tryggja
búskapar
vøkstur
• at fáa fleiri skattakeldur
• at varðveita grundleggj andi
vælferðartænastur
• og at sleppa undan at
hækka lønarskattin
Fleiri skattakeldur og
óbroyttan lønarskatt
Við hesum uppskotinum eru
73 mió. kr. í nýggjum inn
tøkum. Tað snýr seg um ein
tilfeingisrentuskatt á 25 mió.
kr., eitt umhvørvisavgjald á 40
mió. kr. og hækkað inn gjald til
barsilsskipanina á 8 mió. kr.
Javnaðarflokkurin hev ur
áhald andi víst á, at neyð ugt er
at breiðka skatta grund ar lagið.
Vit taka ikki undir við fram
haldandi at økja skatta trýstið
á vanligu lønar inntøkuna.
Við at taka ein serskatt
inn, frá tí parti av vinnuni, ið
hevur eitt ávíst yvirskot. Og
við umhvørvisavgjaldinum, er
sjón fyri søgn, farið verður ikki
eftir lønarinntøkuni.
Tað ber altíð til at fýlast
á, háttin ið inntøkurnar verða
fingnar til vega uppá. Men at
nakar kann verða ímóti, at
tann parturin av vinnuni, ið
hevur yvirskot omanfyri 1 mió.
kr., ikki kann gjalda ein lítlan
eykaskatt á 3,5% er óskiljandi.
Vit eiga at minnast til, at hvør
króna, ið verður tikin inn við
at breiðka skattagrundarlagi,
er ein króna minni í skatti hjá
vanliga lønmóttakaranum.
Varðveita grund
leggjandi vælferðar
tænastur
Sjálvt um sparingar verða
framdar innan øll økir á fíggj
arlógini, so eru av leið ingarnar
ikki so umfat andi (í krónum
134 mió) at okkara vælferðar
tæn astur
verða
broyttar
grundleggjandi.
Hóast
tað
altíð kennist meint, har ið tað
rakar.
Tvørturímóti, so eru upp
raðfestingar gjørdar innan
vælferðarøkini.
Eldra røktin
14 mió. kr. Serforsorg 6 mió.
kr. Fólkapensjón 6 mió kr. Ser
viðgerð uttanlands 10,3 mió.
kr. Heilivágur 7,8 mió. kr. Tað
hevur eisini eydnast at fáa
fíggjar liga rúmd fyri 538 nýggj
um næmingum á miðnám og
til hægri lestur. Hetta er ein
raðfesting, ið vil nakað, og sum
er við til at fram tíðar tryggja
okkara vælferð.
Hetta er ein sólskinssøga,
ikki minst í krepputíðum . At
stuðulin til øll hesi lesandi,
hóast framskrivingar á 12 mió.
kr. ikki røkkur fult út er harmi
ligt, men broytur ikki tann
verðu leika at ongan tíð hava so
nógv fingið møgu leika at út
búgva seg í Føroyum.
Tamarhald á hall
in um og vaksandi
almennu skuldini
At megna, at lækka undir
skotið á fíggjarlógini úr 780
mió. kr. niður á 500 mió. kr.
eftir einum árið, er onki minni
enn eitt bragd, um vit bara
hugsa tøl. Hetta er eitt stórt
stig rætta vegin.
Men tað er heilt greitt, at
nú kann sitrónin ikki press ast
meira. Tað ferð ikki at bera til
at spara 150 mió. kr. um árið
á fíggjarlógini fram til 2015.
Hetta er snøkt sagt ómøguligt,
uttan so at væl ferðin liggur í
skeljasorið.
Tað er tí heilt greitt, at al
mennu tænasturnar mugu
um skipast. Taka vit fólka skúl
an sum dømi, so er ongin ivi
um at hann kann ikki virka
víðari á tí støði vit fegin vilja
uttan reformar. Skipa vit ikki
skúlan í størri eindir, má ein
størri játtan útvegast, enn
tann ið er sett av fyri 2011.
Búskaparvøkstur alneyðugur
Tí mugu onnur heilt onnur
tiltøk til. Tillaging av vinnuni
og karmar fyri størri lønsemi,
eru heilt avgerandi faktorar,
saman við reformun av al
menna sektorinum. Hesi átøk
eru alneyðug, um vit fram
vegis skulu hava eitt væl
ferðarsamfelag í 2015.
Tað ið verður avgerðandi
fyri framtíðina hjá væl ferðar
samfelagnum, er at vit megna
at føra ein politikk, ið tryggjar
búskaparvøkstur. Fyri at halda
røtta kósina, mugu vit hava
eina fíggjarlóg, ið miðar eftir
at hava eina javnvág ímillum
bygnaðarbroytingar, nýggjar
inntøkur og at tálma vøkst
urin í útreiðslunum.
Stórsti
møguleikin
fyri
einum haldbarum búskap
arvøkstri í framtíðini, er a t
vit fáa tillaga okkara høv
uðs vinnu. Tí verður tað alt
av gerðandi, um tað eydn ast,
sum fráboðað í hesum upp
skotinum, at koma við einum
nýggjum tilfeingis gjaldið í vár,
sum verðu liga til lagar vinnuna
so hon verður burðardygg.
Eydnast tað, so verður hetta
óivað stórsti reformurin í
nýggjari tíð.
Ùtlitini í búskapinum
komandi árini
Stóri spurningurin er, um
henda fíggjarlógin er so tálm
andi, at hon minkar tann bú
skaparvøkstur, ið spátt verður
um.
Tað eru fleiri tiltøk á fíggj
arlógini,
ið
toga
positiva
vegin, tá ið tað snýr seg um at
stimbra búskapinum. Kann
nevna hallið á 500 mió. kr.
og íløgurnar. Hesi hava bæði
eina stimbrandi ávirkan á
búskapin.
Síðan fíggjarlógin er løgd
fram, eru ávísar fortreytir
broyttar. Hugsi serliga um, at
Eik Banki nú er undirlagdur
finansiel stabilitet. Hóast hetta
er ein syrgilig søga, so hevði
vanlukkan verið nógvar ferðir
størri, um landstýri hevði
skuldarbundið Føroya fólk, við
2,4 mia. kr. fyri at bjarga einum
peningastovni.
Eg fegnist um, at vit ikki
lótu okkum freista, til at
nýta væntaða vøksturin í
búskapinum, sum umberðing
fyri onki at gera fyri at út
vega samfelagnum nýggjar
inn tøkur.
Heldur
væntaði
búskaparvøksturin komandi
ár, so koma hesar inntøkur
hallinum á fíggjarlógini til
góðar. Høvdu vit latið okkum
freista, so hevði illa staðið til,
um búskaparvøksturin í 2011
verður minni enn lagt er upp
til í uppskotinum.
Samanumtikið so kann
stað festast, at skatta grund
arlagið verður breiðka. At
lønarinntøkan ikki fær hægri
skatt. At grund leggj andi væ l
ferðar tænasturnar eru varð
veittar og tamarhald er fingið
á skuldini. Stóri spurningurin
er um tað ferð at eydnast
at tryggja okkum framtíðar
búskparvøkstur.
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna
Kjak
Pláss fyri øllum og brúk fyri øllum