fríggjadagur 8. oktober 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
32
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
E
itt av børnunum hjá
Jón Effersøe, tí fyrsta
Effersøe í Føroyum og konu
hansara Susanna Olesdatter,
var Elisabeth Gurið Vestina
f. 16. juni 1819 í Vestmanna og
deyð í Havn 26. juli 1887.
Hon giftist í 1843 í Vest
manna kirkju við havnar
manninum Johannes Joen
sen (16.4 1887 31.12 1902.)
Tey bæði fingu átta børn.
Øll uttan tað seinasta er føtt
í Vestmanna, har tey hava
búð til tey fluttu til Havnar
umleið 1857. Næstelstur av
teimum var John Jacobus
Joensen. Tað er hansara grav
steinur, sum hesin partur
snýr seg um.
John var føddur 9. apríl
1846 og doyði longu 1. juli
1900, 54 ára gamal. Hann
stendur fyri at hava verið
skipari, men tað einasta, sum
er vitað um hann er, at hann
eina ferð fekk eitt loyvi frá
kommuni í Keypmannahavn
at sigla sum skipari har.
John giftist í 1884 heima
við
hús
Onnu
Helenu
Claudinu (18511931), sum var
av Holmættini í Kvívík.
Tey fingu børnini:
Johannes Olaus, keyp
maður (18851955)
Eliesar Gunnar Holm f. 1887
Christen Holm f. 1889
Maren Elisabeth Vestina
Holm. (18921946). Hon giftist
við Peter Ferdinand Christi
ansen, prentara, f. 18. oktober
1895. Hann doyði 18.5. 1923,
bert 28 ára gamal.
Eftir
at
maðurin
var
deyður fekk Vestina ein son,
og varð hann uppkallaður
eftir deyða pápanum. Son
urin er kendur sum politikari
og
roknskaparmaðurin
á
Dimmalætting, sum dugdi
væl at leggja til síðis. Peter
F. er eisini ein kelda til hesa
grein.
Johannes á
Hospitalinum
Pápi
John
var
kallaður
Johannes á Hospitalinum.
Hann var annars beiggi
Hans P. Joensen, keypmann,
sum var pápi Hans Joensen,
eitt sera kent handilsnavn í
Havn.
Johannes spældu sum
smádrongur við V.U. Hamm
ershaimb,
soleiðis
sum
Hammershaimb greiðir frá í
sínum endurminningum:
»Mine barnedage hen
levedes i Thorshavn, og der
fandt jeg til min glæde og
oplivelse godt kammeratskab
med flere sønner af embeds
mænd
og
flere
færøske
drenge, hvoriblandt jeg sær
lig nævner Johannes Joen
sen under Klett, den senere
mangeårige
hospitalfor
stander i Thorshavn, (som
fik min gamle lundapisa ved
min afrejse fra Thorshavn.)
En særlig anledning til, at
disse mine legekammerater
ofte søgte Nystue var den,
at en gammel kone Birthe
på Klett i Thorshavn daglig
kom til os og sad og strikk
ede i nordre stue. Hun var
så utrættelig i at fortælle
søgur, og hun fortalte godt,
så August Manicus sagde
til sin moder: »Hvorfor har
vi ikke en sådan Bebbe her,
som de har i Nystue?« Vi
legekammarater kom ofte
sammen, snart hos den ene,
snart hos den anden, dog
mest hos handelsforvalter
Mørck, hvor der var stor
lejlighed og plads til at tumle
og rør sig både inde og ude i
pakhuse og gårdpladsen.«
Hospitalsstjóri
Elin
Súsanna
Jacobsen
greiðir frá í bókini »Slóðir í
heilsuverkssøguni:«
Í oktober 1874 varð Johannes
Joensen úr Havn settur sum
hospitalforstandari.
Hann
var fyrrverandi krambakallur
og tann av 10 umsøkjarum,
ið hevði bestu venjing í at
skriva og rokna. Tað var
nevnt sum ein fyrimunur, at
kona hansara segði seg duga
at gera »danskan mat«. Eftir
25 ár sum fyristøðumaður fór
hann í 1899 frá við eftirløn kr.
200 um árið. Hann var tá 80
ára gamal.
Hóast kona fyristøðu
mannsins ikki var nevnd sum
starvsfólk, varð roknað við
hennara luti í fyristøðuna,
og hon kann sigast at vera
ein forleypari til økonomu
starvið á sjúkrahúsum, sum
eisini var konufólkastarv.
Tað sæst til dømis av, at
tað eisini hevur verið tikið við
í meting av umsøkjarum til
starvið sum fyristøðumaður,
at konan hevði hóskandi
eginleikar ella førleika.
Johannes Joensen var 72
ár í 1890. Konan doyði í 1887.
Sær til hjálpar hevði hann
eina ógifta dóttur og eina
arbeiðskonu, báðar í 40
unum. Harumframt búði inni
hjá honum ein 39 ára gamal
sonur, Thomas Gudmund
Petræus, og ein 84 ára gomul
systir, Ellen Cathrina. Tey
høvdu tvey rúm til støddar
um 12 og 9 fermetrar og eitt
lítið kamar var á loftinum til
arbeiðskonur.
Í Føringatíðindi 4. janu
ar 1900 fær Johannes hesa
tøkk:
Seinasta 1. oktober var
tað 25 ár síðani hospitals
forstandarin Johs. Joensen
tók við sínum starvi á hospi
talinum í Havn, og frá sama
degi hevði hann biðið um
avskeð
frá
hospitalinum.
At starvið sum hospital
forstandari hevur nógv at
týða, vita í alt fall øll tey, sum
hava varað av fólki, sum hava
ligið sjúk.
At Joensen hevur verið
ein maður, sum hevur gjørt
tað gleðileysa lívið hjá sjúk
um fólki toliligt, ja so heim
ligt og nær sagt so behagiligt
sum møguligt, vita øll tey,
sum kenna nakað til tað.
Tað
hevur
tí
undrað
okkum stórliga, at vit ikki
í einum einasta av okkara
bløðum hava sætt eitt orð um
hann, nú hann er fráfarin,
hvørki frá hansara nógvu
vinum millum patientarnar
ella frá blaðstýrilsum. Tað
fyrra kemur kanska av, at fólk
yvirhøvur ikki hevur so lætt
við at skriva blaðgreinir, men
tað seinna fata vit ikki uttan
so, at Joensen ikki skuldi
hoyrt til teir »avtoriseraðu«
vælsinnaðu.
Í hvussu er vilja vit, sum
kenna Joensen, og sum kenna,
at hann í alt fall hevur verið
vælsinnaður ímóti teimum
sjúku á hospitalinum, siga
honum hjartans tøkk fyri
hansara starv, sum oftast
hevur verið óbehagiligt fyri
hann sjálvan, men sum hann
hevur latið teimum sjúku
koma til góðar.
Nú
á
døgum
verður
»jubileum« hildið fyri mangt
og hvat, so tað mátti sømt
Førjafólki at víst Joensen
heiður fyri sítt langa, trúgva
og menniskjakerliga starv.
Fleiri Norðstreymoyingar
Systirin tikin av
sjórænarum
Ein systir John var Jacobina
Christina Maria f. 1858. Hon
giftist í 1879 við danska
skiparanum Vilhelm Hansen
úr Skive.
Hon fór at sigla saman við
manninum, og í 1886 verður
skipið tikið við Sumatra av
sjórænarum. Hann verður
dripin, og hon verður tikin
gísli. Tað var neyðugt at
savna pening inn í Danmark
fyri at keypa hana leysa aftur.
Hon var aftur í Føroyum og
ferðaðist, og tá hevði hon
eitt stórt arr á arminum, sum
stavaði frá sjórænarunum.
Ein
sonur
John
og
Claudinu var Johannes Olaus
Joensen (18851955.) Hann var
í nógv ár leiðari í handlinum
hjá Hans Joensen.
Annars var hann eisini
tingmaður 19241936 fyri sam
bandsflokkin, og hann var
borgarstjóri 19281932.
John Jacobus Joensen:
Systirin var gísli hjá sjórænarum
John hevur eina áhugaverda ættarsøgu. Pápi hansara var
Johannes á Hospitalinum, væl umtóktur hospitalforstandari
Tað finst eingin mynd av
John, men hetta er kona
hansara Claudine
Johannes á Hospitalinum og
kona hansara Vestina f. Effersøe
Gamla hospital, har Johannes »á hospitalinum«
var forstandari. Tað vóru 7 starvsfólk og
»fíggjarætlanin” var undir kr. 4.000!
JOHN JACOBUS JOENSEN
F. 9. APRIL 1846
D. 1. JULI 1900
ANNA HELENE
CLAUDINE JOENSEN
F. HOLM
F. 8. NOVEMBER 1851
D. 3. MARTS 1931
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá Siggulinu og
Carl Bærentsen