Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 Sosialurin Ítróttur Rólant Waag Dam Tá Sosialurin tosaði við Jákup Mikkelsen, hevði hann enn ikki fingið boðini frá lands liðsvenj­ ara num, um at hann byrjar inni í kvøld. – Eg havi ikki sett nakra treyt um, at eg skal vera fyrstaval, nú eg komi við aftur. Hetta hevur Brian Kerr heldur ikki lovað mær, at eg verðið. Men eg bæði vóni og vænti, at eg spæli dystin í kvøld, sigur Jákup Mikkelsen erliga úr tele fon­ ini úr Slovenia. Annað hevði verið undarligt, men tað er óneyðugt at spekulera í hesum, tí tað verður Jákup Mikkel­ sen, sum verjir mál okkara í kvøld. Tað hevur Brian Kerr váttað fyri Sosial inum. Deiligt at vera aftur Men hóast eingi lyfti um spælitíð, fegnaðist Jákup Mikkelsen, um at vera partur av landsliðnum aftur. – Tað er deiligt at vera við aftur. Mær hevur altíð dámað væl landsliðið og alt kring tað, og soleiðis er eisini nú, greiðir Jákup Mikkelsen frá. – Men tað kann kanska vera, at hinir halda tað vera løgi, at eg eri við aftur, men soleiðis havi eg tað als ikki, leggur Jákup Mikkelsen flenn andi aftrat. Tekur ikki kjansin frá nøkrum Tað hevur fingið nógva umrøðu, at Jákup Mikkelsen aftur er partur av landsliðnum – í eina tíð um ikki annað. Tá Jákup Mikkelsen gavst á sinni, segði hann, at tað var fyri at geva Gunnari Nielsen plássið mill um stengurnar. Spurningurin er so, um Jákup Mikkelsener ikki tekur kjansin frá Tórði Thomsen, nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur? – Nei, soleiðis síggi eg ikki upp á tað. Tað hava verið fýra málverjar aftrat mær á landsliðnum seinastu árini. Gunnar Nielsen, René Tórgarð, Meinhardt Joensen og Tórður Thomsen. Gunnar er skaddur, so har er einki at gera. René hevur verið smáskaddur í sera langa tíð, og Meinhardt hevur eisini havt sínar skaðar at dragast við. So er bara Tórður Thomsen eftir, men síðani HB skifti venjaran út, hevur hann ikki verið fastur maður har, greiðir Jákup Mikkelsen frá og legg­ ur aftrat, at hann eingi krøv hev ur sett, um at hann skal vera fyrsta­ valið millum stengurnar. Er væl fyri Nú er tó greitt, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum stendur millum okk ara stengur í kvøld. Hesa upp­ gávuna er landsliðsmálverjin klárur til, hevur hann prógvað so seint sum í seinasta landskapp ingar um­ farinum. – Eg haldi, at eg eri væl fyri í løtuni. Eg havi drigist við ein trupul leika í lærkrikanum seinastu tríggj ar vikurnar, men tað tykist ikki vera ein trupulleiki nú, sigur Jákup Mikkelsen, sum hevur góðar vónir til dystin í kvøld. – Menn virka sum heild væl fyri, men eitt gott úrslit krevur, at vit allir gera okkara besta, sigur Jákup Mikkelsen. Rólant Waag Dam Eitt pláss í hvørji ketu var komið upp á pláss longu í gjár­ kvøldi. Landsliðsvenjarin kundi tá við vissu siga, at málverjin, stýrimaðurin í verjuni, liðfor­ maðurin og álopsessið heilt víst byrja inni í kvøld. Men sambært Brian Kerr var rætt­ iliga ógreitt við hinum sjey, og tað verður neyvan fyrr enn heilt upp undir dystarbyrjan, at sein astu avgerðirnar verða tiknar. Símun byrjar ikki inni Undan seinastu venjingini, sum var í dag, var Símun Samuelsen so mikið skaddur, at hann eftir øllum at døma ikki byrjar inni í kvøld. Harumframt er tað eisini ógvuliga ivasamt við Johan Troest Davidsen hjá NSÍ. Verjuleikarin hevur trupul­ leikar við knænum, ið eru so mikið álvarsamir, at endalig niðurstøðan viðvíkjandi hon­ um ikki verður tikin, fyrr enn beint fyri dystarbyrjan í kvøld. Aftrat honum hevur Jann Ingi Petersen drigist við ein skaða seinastu vikurnar, sum hevur havt við sær, at heldur ikki hann er í fullbirgur. Hesir tríggir, saman við Gunnari Nielsen, byrjaðu allir inni seinast føroyska landsliðið var í eldinum. Tað merkir so, at tað verður eitt munandi broytt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Ljubljana í Slovenia í kvøld, sammett við tað liðið, ið spældi í Florence í Italia fyri góðum mánaði síðani. Ivamál órógva Øll hesi ivamál arga lands liðs­ venjaran. – Sum nú er má eg bíða eftir niðurstøðunum frá læknunum og fysioterapeutunum, og so sjálvandi eisini kanna eftir, hvussu leikararnir sjálvir føla tað. Men tað merkir eisini, at eg helst komi at bíða so leingi eg kann við at seta endaliga liðið, greiðir Brian Kerr frá. Hevði alt gingið eftir hans­ ara høvdið, so var liðið longu sett í gjárkvøldið, soleiðis at sein asta venjingin kundi brúk­ ast til at arbeiða seinastu avtal­ urnar ígjøgnum. Ikki optimalar umstøður Og júst venjingarumstøðurnar hava, aftur hesaferð, arga venj­ ingarnar hjá landsliðnum. – Ógvusliga regnið hevur havt við sær, at vit ikki hava fingið alt tað, vit hava ætlað, burtur úr venjingunum. Har­ aftrat var tað okkurt smávegis roks fyrrapartin í gjár, soleiðis at vit ikki sluppu inn á lovaða vøllin, men máttu fara aðrar vegir, fortelur Brian Kerr, sum seinni í gjár hevði sínar menn á leikvøllinum, har spælast skal í kvøld. – Hetta var ein góður vøll­ ur og eitt gott stadion, metir landsliðsvenjarin. Talan er um ein spildurnýggjan tjóðar leik­ vøll, sum rúmar stívliga 16.000 fólkum. Leikvøllurin hevur bara eina ferð áður hýst einum lands dysti, men tá var talan um ein venjingardyst. Hetta merkir so, at dysturin millum Slo venia og Føroyar í kvøld, er fyrsti landsdysturin av veru ligum týdningi á Stožice Stadium. rolant@sosialurin.fo Neyðugt við fleiri broytingum A-LAndsLiðið Jákup Mikkelsen, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen og Jóan Símun Edmundsson byrja allir við vissu inni í kvøld, váttar Brian Kerr. Hinvegin er lítið sannlíkt, at Símun Samuelsen telist millum teirra. Vit hava tosað við landsliðsvenjaran, sum hevði nógv at hugsa um undan dystinum Jákup setti eingi krøv A-LAndsLiðið Brian Kerr gav einki lyfti og Jákup Mikkelsen hevði einki krav um spælitíð, tá avtalað varð, at royndi málverjin tók enn eitt tørn á landsliðnum. – Men eg bæði vóni og vænti, at eg spæli, sigur Jákup Mikkelsen erliga Landsliðsvenjarin má eftir øllum at døma bíða til evstu løtu, áðrenn seinastu brikkarnir í putlispælinum, sum telur 11 brikkar, falla upp á pláss Mynd: Rólant Waag Dam Rólant Waag Dam – Tá vit spældu móti Italia vóru tað fleiri leikarar, sum ikki spældu upp til sítt besta. Tað er altavgerandi, um vit ynskja at umganga líknandi stórtap, at tað ikki hendir aftur, sigur Fróði Benjaminsen. Sambært honum vilja hann og liðfelagar hansara gera alt fyri, at tað ikki endurtekur seg. – Tí hava vit eisini vant rímiliga nógva taktiska venjing, umframt videofunder og annað. Hetta fyri ikki at enda í somu støðum sum í hinum dystium, greiðir Fróði Benjaminsen frá. Lagið er gott Annars letur liðformaðurin bara væl at umstøðunum í Slovenia. – Hotellið er gott og tað er lagið eisini. Vit hava verið á stadion, sum tey siga verður fullsett, so tað sær eisini gott út. Undir venjing hava vøllarnir verið nakað bleytir orsaka av regninum, men tað kunnu vit ikki gera so nógv við. Hinvegin er vøllurin á stadion góður, vísir Fróði Benjaminsen á. Arbeiða við taktiska partinum A-LAndsLiðið Fróði Benjaminsen, liðformaður á føroyska landsliðnum, ger greitt, at leikararnir ikki mugu endurtaka somu mistøk, sum førdu til stórtapið móti Italia Liðskiparin, Fróði Benjaminsen Mynd: Rólant Waag Dam Jákup Mikkelsen verjir føroyska málið í kvøld, men tað er ikki nakað, hann hevur fingið lovað frammanundan, sigur hann Mynd: Rólant Waag Dam