fríggjadagur 8. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
4
VIKUSKIFTI
listamaður
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú verður hann 65. Men tað hvørki
sæst ella hoyrist á honum. Amariel
Norðoy er fullur í lívi, látri og litum.
Fyrikomandi, festligur og fittligur.
Hann smílist støðugt, sigur søgur og
spyr. Og skuldi tú kett teg í selskapinum
við listamannin úr Klaksvík, ja, so
hevur tú helst sjálvur skyldina av tí.
– Tað kennist gott at blíva 65 ár,
og eg kenni meg framvegis ungan –
sum eg altíð havi følt meg. Men eg
má viðurkenna, at alt er ikki tað sama.
Knøini eru ikki tað, sum tey einaferð
vóru, men eg havi staðið á beinunum
allan dagin í nógv ár, tí eg dugi ikki
at seta meg niður, sigur Amariel
Norðoy.
– Sonur mín, Meifinn, gjørdi mær ein
stól, og so bað hann meg seta meg niður
at hvíla meg. Men hvørjaferð eg seti meg
niður, so skumpi eg stólin til síðis aftur
og standi í 12 tímar og máli.
– Eg dugi ikki at sita stillur. Eg haldi
ikki, at DAMP-børn vóru uppfunnin,
tá eg var ungur, men eg havi nokk
verið eitt ordans DAMP-barn og eri
tað enn.
Góður uppvøsktur
Amariel er ættaður úr Klaksvík. Hann
vaks upp á Stongunum, og foreldrini
vóru Nanna, fødd Olsen og ættað úr
Kollafirði, og Johan David Matras.
Í 1928 fekk pápin sær Norðoy sum
eftirnavn. Tey fingu tíggju børn, og
Amariel er nummar fimm í røðini.
– Eg hevði ein góðan og tryggan
uppvøkstur. Pápi mín og teir høvdu bát,
og mamma var eitt sovorðið praktfult
mennikskja og var allatíðina til staðar.
Uppvøksturin á Stongunum í Klaksvík
var fantastiska góður, sigur Amariel.
Amariel lærdi til skipstimbrara á
bedingini á Stongunum fyrst í 60’un-
um. Onkrir lærlingar royndu seg við
blýanti og pensli. Hjá Amarieli festi
áhugin rættuliga í, og hann luttók á
framsýningum, sum á Norðoyastevnu
plagdu at vera í gamla tekniska
skúla.Í 1970 luttók Amariel fyrstu
ferð á Ólavsøkuframsýningini, og
í 1976 var hann fyrstu ferð við á
framsýning uttanlands. Tað var á
føroyskari framsýning á Den frie í
Keypmannahavn.
Leitar aftur til barnaár
Frá 1977 og til 1983 var Amariel næm-
ingur á kunstakademinum í Keyp-
manna havn. Oljan var og hevur síðani
verið tað, sum hann hevur fingist
mest við. Hann hevur eisini roynt
seg á øðrum økjum, og hann mundi
vera fyrsti føroyingurin, sum fekst við
steinprent.
Tíðin í Keypmannahavn og út búgv-
ingin á kongaliga akademinum og
mongu ferðirnar, sum Amariel hevur
gjørt eitt nú longri suðuri í Europa,
hava sjálvandi verið íblástur. Men
hóast allar ferðirnar og steðgirnar aðra
staðni í heiminum, so hevur Amariel
verið ógvuliga góður við motivini,
sum hann so at siga hevði við sær sum
førning, tá ið hann tók fyrstu fetini
inn í listarheimin. Pápin átti deksbátin
Norðan, sum hoyrdi til myndina á
vánni í Klaksvík. Amariel vaks upp í
útróðrarumhvørvinum á Stongunum,
og Norðan, Vágin í Klaksvík og serliga
Mikladalur og seinni Havnarvág síggjast
framvegis ofta aftur, hóast litspælini og
kompositiónirnar sjálvandi eru nógvar
og nógv broyttar og mentar.
– Eg havi ferðast nógv runt í verðini
og upplivað nógv, men tað ótrúliga er,
at eg vendi altíð aftur til tað sama, tá ið
eg máli. Eg máli nógv annað, men tað,
sum eg upplivdi sum barn og ungur,
kann eg ikki sleppa, sigur Amariel.
– Tað er nokk so undarligt við hes-
um, tí hetta hevur ongantíð verið so
sterkt sum nú. Hetta kemur aftur og
aftur – hetta stríðið, teir høvdu. Eg
ætlaði ongantíð at fara hendan vegin
við mínari list, men nú endaði tað við
tí, og eg havi dyrkað tað sera nógv.
Onkur heldur helst, eg eri einoygdur,
men tað leggi eg einki í, eg geri tað, sum
eg havi hug til.
– Eg máli hetta, tí tað hevur givið
mær nakað at liva uppá. Stríðið at
verða til, at kempa og at verða, sigur
Amariel.
Hann er giftur Mariannu, sum eisini
er ættað úr Klakvík, og sum hevur røtur
á Syðradali og í Mikladali. Tey eiga tvey
børn - Majfinn og Kristianna. Marianna
og Amariel búgva í Lambagerði 1
í Havn, og Amariel hevur atelier í
kjallaranum.
Trúgvin í gerandisdegnum
Teamið í málningunum hjá Amariel er
ofta tað sama, men málningarnir hava
ymiskar litir – summi ljósir, summir
litfagrir og aðrir myrkir.
– Litirnir variera í málningunum. Eg
havi verið upptikin av tí myrku síðuni
og tí ljósu síðuni, og eg havi verið ein
stórur baptistur alt mítt lív, eisini um
eg ikki komi so nógv á møti longur.
Tað er ein millummaður millum Gud
og menniskjað, og tað er Jesus Kristus,
og tað er hann, sum offraði seg fyri
okkum. Tað er ein veldigt álit at hava,
og mann kann leggja seg trygt til
hvíldar – men hann brúkar langa tíð
um at gera handan bústaðin til reiðar.
– Trúgvin gevur mær frið í ger-
andis degnum, og uttan hana hevði eg
ikki eksisterað. Tryggur í Jesu ørmum,
og vissi hann ikki er, hvar skal eg so
fara?
Hóast hann er blivin 65 ára gamal,
so er Amariel fullur í orku. Hann er
sprelllivandi sum listamaður og maður,
og hann ætlar sær at halda fram við
at mála.
– Tá tú hevur nógv fólk runt um teg,
sum eru góð við teg, so er tað deiligt
at fara víðari í lívinum. Og tey, sum
ikki eru góð við meg, eri eg góður við
alíkavæl.
– Mítt lív er blivið soleiðis, at eg
máli altíð. Eg liggi í songini og máli.
Um eg ikki máli við hondunum, so
máli eg í høvdinum. Eg fari tíðliga upp,
kanska klokkan fýra um morgunin, og
so fari eg í holt við okkurt, sum liggur
í høvdinum.
Soleiðis hevur tað ivaleyst verið í
dag – og kanska eisini í morgin, sjálvt
um Amariel tá fer at halda sín 65 ára
føðingardag og letur upp framsýning í
Galarie Focus.
– Eg haldi ikki, at DAMP-børn vóru uppfunnin, tá Eg var ungur, mEn
Eg havi nokk vErið Eitt orDAns damp-barn og Eri tað Enn, sigur
listamaðurin AMAriEl norðoy, sum lEygardagin vErður 65 ár
Eg dugi
ikki at sita
stillur
MynD: jensk kristian VanG
Eg liggi í songini og máli. Um eg ikki máli við
hondunum, so máli eg í høvdinum