Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 4 Sosialurin Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæri maður mín Kaj Nolsøe Sandi andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Áargarði, sum vóru so góð við hann ta tíðina, hann búði har. Tøkk til prestarnar Jákup Reinert Hansen og Derhard Jógvansson fyri góð orð á Áargarði og í kirkjuni. Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar, tykkum, sum hjálptu so væl til við ervinum, og øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri gávur til Alzheimersfelagið og fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir. Hjartaliga tøkk øll somul Anna Sofía Randi Jacobsen Ein arbeiðsbólkur hand­ aði í desember í fjør Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í menta málum eitt upp­ skot um høli til Tjóðpall Føroya, og henda loysn krevur ikki nakra ovur­ honds stóra íløgu. Uppskotið er at lata Tjóðpallin fáa Bakaríið hjá Frans Restorff í staðin fyri Gamla Meia­ ríið, ið Tórshavnar komm una nú í fleiri ár við væl vild hevur lænt Tjóð pall inum. Síðan landsstýris­ kvinnan fekk uppskotið fyri 10 mánaðum síðan, hevur hon havt fund við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn um málið. Helena Dam á Neysta­ bø heldur, at møguleikin við Bakarínum er so góður, at hann ikki má fara fyri skeytið. Leo Poulsen Nú eru liðin seks ár síðani Samskip etableraði seg her í Føroyum, og øll árini hevur Joel undir Leitinum sitið í stjórasessinum. – Vit hava arbeitt fyri tøk­ una upp frá grundini av til hon í dag er millum førandi fyritøkurnar á marknaðinum, sigur Joel undir Leitinum. Í dag eru tilsamans 54 ársverk í fyritøkuni í Før­ oyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli. – Á landi eru eini 15 fólk í føstum starvi umframt ein røð av tímaløntum fólki. Vit reka eisini eina frysti­ goymslu í Kollafirði, sum við sínum 7.000 tonsum er land­ sins størsta, sigur Joel undir Leitinum. Hann fer frá stjóra starv­ inum á Samskip til eitt starv sum leiðari fyri Corporate Finance hjá BankNordik. – Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, tí júst hetta var mítt spesiali, tá eg læs, sigur Joel undir Leitinum. Eisini Christian Daniel­ sen er spentur upp á nýggja starvið. Hann kemur frá einum starvi sum fíggjar­ leið ari hjá Articon, har hann hevur verið í trý ár, og millum annað hevur upplivað heið­ urin at arbeiðspláss hansara var valt til ársins virki. – Hetta verður fyri meg ein spennandi uppgáva. Felagið hevur eina góða støðu á marknaðinum, og er meti eisini vinnuna, sum felagið arbeiðir innan fyri, at vera bæði spennandi og avbjóðandi, sigur komandi stjórin í Samskip, Christian Danielsen. Báðir taka teir við sínum nýggja starvi 1. november. Biðjur um pening til Tjóðpallin sjónleikur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, mælir til at seta eina millión á fíggjarlógina til Tjóðpall Føroya Christian avloysir bygdarmann stjóraskifti 1. november verður stjóraskifti á Samskip, tá húsavíkingurin Christian Danielsen loysir húsavíkingin Joel undir Leitinum av Jan Müller ES tingið hevur felt eitt upp­ skot um at seta í verk eitt moratorinum ímóti at bora eftir olju og gassi á djúpum vatni. Ístaðin hevur tingið sett fram ynski um at herða krøvini til trygdina og til endurgjald, um oljudálking tekur seg upp. Tað var í farna mánað, at umhvørvisnevndin í ES sam­ tykti at heita á ES tingið um at banna allari boring á djúpum vatni eftir vanlukkuna í Meksikoflógvanum. Mikudagin segði bretski orkumálaráðharrin Chris Huhne á eini vitjan í Het­ landi, at boring á djúpum vatni í bretskum sjógvi fer at halda fram uttan mun til, hvørja avgerð ES tingið varð komið fram til. Hetta veit Shetland Times at siga frá í kvøld. Greenpeace felagsskapurin hevur sein­ astu tíðina roynt at forða bori skipinum Stena Carron at bora ein brunn vestan fyri Hetland og heitti samtíðis á bretska orkumálaráðharran um ikki at geva loyvi til boring vestan fyri Hetland. Hóast hetta hevur Huhne latið oljufelagnum Chevron loyvi til at fara undir at bora Lagavulin prospektið 160 fjórðingar norðan fyri Hetland og 50 fjórðingar frá føroyska markinum. Før oyska oljufelagið Faroe Petroleum er við í hesi bor­ ing ini. 323 atkvøddu ímóti at steðga boring á djúpum vatni og 285 fyri, tá ES tingið viðgjørdi eina samtykt í umhvørvisnevndini í ES. 601 tinglimir vórðu tó fyri at seta størri krøv til trygdina í sambandi við boringar. jan@sosialurin.fo Útskifting í stjórastólinum á Samskip, har Christian Danielsen (høgrumegin) loysir Joel undir Leitinum, sum fer í BankNordik at starvast, av Mynd: Álvur Haraldsen ES vil ikki banna oljuboringum Oljuvinna ES tingið vil ikki banna oljuborginum á djúpum vatni. Ístaðin verða krøvini til trygd og til endurgjald herd.