fríggjadagur 8. oktober 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
11
VIKUSKIFTI
Hvønn týdning hevði tað at
vinna heiðurin Ársins Átak?
Tað var heilt alvorliga well, sum eg eis
ini segði á Vinnudegnum. Hetta er eitt
stórt herða klapp til okkum og gevur
okk um áræði til uppaftur meira.
Tú vart rørdur, tá tú tókst
ímóti heiðrinum. Hví?
Tí eg eri kensluborin, men eisini tí eg nú
veruliga geri tað, sum eg dugi allarbest,
og leiðin at koma higar hevur verið drúgv,
spennandi og sera avbjóðandi bæði fyri
meg, familjuna og samstarvsfelagarnar.
Nú er tað ikki bara eg, sum síggi tað, men
eisini vinnan: There are no shortcuts!
Er konseptið hjá VILT leiðin fram
í føroyskari ferðavinnu?
Tað veit eg ikki, og um eg visti tað, var
eg vist ikki longur bara í VILT. Men VILT
er leiðin fram hjá okkum og okkara sam
starvsfeløgum, og fleiri og fleiri siga tað
sama, so vit eru ikki á vilstari leið.
Tú ert klaksvíkingur í
Suðuroy. Hví ert tú tað?
Konan segði, at annaðhvørt búgva vit í
Havn ella í Suðuroy. Eg valdi Suðuroy, tí
her hava vit familju rundan um okkum,
sum hjálpir okkum við børnunum, men
sanniliga eisini, tí at í Havn hevði eg verið
partur av spælinum her eri eg spælið.
Hvussu vilt tú lýsa títt sinnalag?
Jaligur, opin og elski at tosa og vera í góðum
selskapi. Síggi møguleikar allastaðni og vil
hava avbjóðingar. Slappi veruliga av, tá eg eri
í góðum práti, um tað er yvir ein kaffimunn,
til eina veitslu ella umborð á Smyrli.
Veitst tú onkra góða at siga lesarunum?
Ja, eg havi mangan undrast á, at tað í
hátalaranum umborð á Smyrli verður sagt:
“Til bilførarnar, ikki koyra í land, fyrr enn klárt
er!" Í Havn er so ofta mjørki, at um vit aktaðu
boðini, so vóru vit helst umborð enn. Ein onnur
er um Sonhard, sum spurdi teir, ið stóðu í
Skálafirði og fiskaðu, hvat teir fiskaðu. Teir
svaraðu síl. Hann vildi so vita, hvussu nógv
teir høvdu fingið. Onki, søgdu teir. So segði
Sonhard: “Hvussu vita tit so, at tit fiska síl?”
Hvør er munurin á norðoyingum
og suðuroyingum?
Teir hava hvør sítt sinnalag, og norðoyingar
tosa ikki so nógv, men eg haldi, at
norðoyingarnir hava eitt sindur størri dirvi
at royna okkurt nýtt. Nú kemur bland í
blóðið, so man tað ikki fara at broytast?
Annars haldi eg, at suðuroyingar skulu
fegnast um stóra tilfeingið í oynni.
Hvat er títt motto?
Taki 100 prosent ábyrgd av mínum lívi.
Hvørjar eru tínar størstu fyrimyndir?
Jesus, hann rúmar bara alt, og so klagaði hann
ongantíð! Lærumeistarin hjá mær í Klaksvík,
Óli Marner, hevur eisini sera nógvar dygdir,
og so hevði hann tol við einum fýri sum mær.
Fleiri onnur eru, til dømis Richard Branson,
Livar Nysted og Steintór Rasmussen.
Hvussu er lagið,
tá tú vaknar?
Øgiliga gott! Eigi
tríggjar dreingir,
sum elska at
fara tíðliga upp.
Tá eg sleppi at
vera partur av
teirra morgni,
er tað sakin.
finn johannesen
Norðoyingar tora at taka kjansir
lagt tIl rættIs: Uni Arge
mynd: JENS KRISTIAN VANg
Hann er kLakSVíkIngur í Suðuroy, Har Hann bjóðar føroyIngum og úTLEndIngum
SpEnnandI upplivingar í oynni við fELagnum VILT. Fyri viku Síðan varð vilT koSið ÁrSInS
ÁTak á vinnudegnum, og Hann var So rørdur, aT Hann Fekk ikki orðið upp. fInn JoHannESEn
elSkar aT vera í góðum SelSkapi og Hevur JESuS og óLa marnEr Sum Fyrimyndir