Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hóast óreglusemi hevur verið á farleiðini um Suður­ oyarfjørð, síðan Smyril fór í dokk, og avloysarin Regina Baltica ikki hevur megnað at hildið ferðaætlanina, hevur hetta kortini ikki elvt til teir stóru vinnu ligu trupulleikarnar hjá fram­ leiðsluvirkjum í Suðuroy. Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at virkini í oynni í størstan mun keypa ráfiskin frá skipum og bátum, sum landa í Suð­ uroy, og tí hevur óreglu­ semi, sum verið hevur, higartil ikki havt so stóra ávirkan á virksemi. – Sjálvandi hevði tað ver ið best og tryggast, um veður og vindur ikki ávirk­ aði farleiðina so skjótt, tí tað vildi verið óheppið, um fiskur kom at standa, sum ikki fekst um fjørðin, sigur hann. Hava keypt Stjórin vísir á, at nakað av fiski verður keypt á upp­ boðssølu, sum síðan kemur suður í trailarum. – Vit keyptu soleiðis fisk mikudagin og fingu hann suður við Reginu Baltica, og vit keyptu eisini fisk í gjár, sum vit skuldu fáa suður í gjárkvøldið, sigur hann. Magnus Jespersen ásann ar, at sjálvandi kann tað koma at fáa sína ávirk­ an, um hann øtlar veðrið aftur, soleiðis at eingin sigling verður um Suð ur­ oyarfjørð, tá brúk annars er fyri, at túrarnir verða sigldir. vilmund@sosialurin.fo Bæði mikudagin og væntandi eisini í gjár fekk Delta Seafood á Tvøroyri fisk suður við Reginu Baltica. – Tað hevði sjálvandi verið betri, um farleiðin var tryggari, sigur Magnus Jespersen, stjóri Regina Baltica hevur ikki elvt til høvuðbrýggj SUÐUROYARLEIÐIN Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at tey hava ikki havt teir heilt stóru trupulleikarnar, nú siglingin hjá Reginu Baltica hevur verið óreglulig. – Men sjálvandi er tað keðiligt, um fiskur kemur at standa, sigur hann ... virkini keypa mesta ráfiskin frá skip um og bátum, sum landa í Suðuroy... MAGNUS JESPERSEN Vilmund Jacobsen Upsaveiðan hjá par trol ar un­ um hevur verið heldur sløk í ár, og serliga hevur veiðan roynst illa í summar. Hetta hevur gingið útyvir virksemi hjá virkjunum sum arbeiða upsa. Nú heystið stendur fyri, verður vóna, at meiri upsi verður at fáa, og onkrar ábend ingar eru um, at so leið­ is verður. Í gjár vóru partrolararnir Jaspis og Ametyst í Sal­ tang ará við fullari last av góðum upsa, og mikudagin landaðu eisini partrolararnir Hamranes og Breiðanes góða upsalast í Hvalba. Tá upsin hevur verið álit­ ið hjá fleiri fiskavirkjum seinnu árini, nú lítið hevur verið at fingið av toski og hýsu, hevur tað eisini gingið útyvir útboðið av fiski, at eisini henda veiðan hevur verið í lakara lagi. Lítið virksemi Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sum eisini er stjóri á Sand oy Seafood, sigur, at lítið virk­ semi hevur verið á flaka­ virkinum í Skopun í sein­ astuni. – Nú Eysturbúgvin, sum er álitið í oynni, er liðugur á gulllaksi og aftur er farin á upsaveiði, vænta vit, at tað verður heldur frægari við ráfiski og arbeiði í Skopun. Eysturbúgvin leggur at kalla hvørja upsalast upp í Sand­ oynni, sigur hann. Stjórin vísir á, at tað kort­ ini ikki er soleiðis, at teir, sum eiga Eysturbúgvan, lata Smáliga up út yvir San FISKAFRAMLEIÐSLA Í seinastuni hevur lítið virksemi verið á flakavirkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun. Nú Eysturbúgvin, sum er álitið í oynni, aftur er farin á upsaveiði, er væntandi, at meiri virksemi verður í Skopun. Í Hvalba sær hinvegin betri út Vilmund Jacobsen Leingi hevur ætlanin verið at gevast við kynbótaarbeiði á Lívfiskastøðini í Skopun og avgerðin um, at hetta arbeiði skuldi halda uppat, er fyri so vítt tikin fyri fleiri árum síðan. Men Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum, hevur havt eina aðra áskoð­ an um hesi viðurskifti og hevur hildið, at tá ið vit hava eina vælvirkandi alivinnu í Føroyum, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, er tað ikki rætt at gevast við lívfiskaarbeiðnum í Før oy­ um. Steðgaði ætlanini Við Sosialin sigur lands stýris­ maðurin, at hann regulert steðgaði ætlanunum um niðurlegging. – Eg fekk ein dialog í lag Jóhan Dahl, landsstýrismaður: Steðgaði ætlani KYNBÓTAARBEIÐI – Tá vit hava eina vælvirkandi ali­ vinnu í Føroyum, sum hevur stóran sam felags ligan týdning, helt eg tað ikki vera rætt at gevast við lív­ fiska arbeiðnum í Føroyum, sigur Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður, sum fegnast um, at samarbeiðsavtala nú er fingin í lag millum Fiskaling og SamloBreed í Noregi