fríggjadagur 8. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
12
VIKUSKIFTI
Modell
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað var ein sunnumorgun fyri fýra
árum síðani, at Juanita Schrøter Holm
fyrstu ferð varð spurd, um hon vildi
royna seg sum modell. Hon fór inn á
eitt bakarí í Havn at keypa morgun
breyð, og har fekk ein sniðgevi eygað
á hana.
– Eg hevði verið í býnum um nátt
ina og skuldi keypa breyð til morgun
mat. Tá kom Elisa Heinesen til mín
og spurdi, um eg hevði hug at verða
modell fyri hana, greiðir Juanita frá.
Hetta var byrjanin til fleiri spenn
andi uppgávur sum modell. Juanita
hevur verið á forsíðum í Føroyum,
gingið catwalk til London Fashion
Show, hevur búð í Bretlandi, og seinast
hevur hon verið við í modellkapping í
donskum sjónvarpi.
Leyp út í tað
Juanita Schrøter Holm er ættað
úr Hvalba, men hon er nú flutt til
Havnar at búgva, tí hon er farin undir
lesnað til lærara.
Men modelluppgávurnar og
dreym urin hava altíð sentral hjá henni.
Høga, reyðhærda gentan úr Hvalba
við tí sterka úttrykkinum hevur havt
nógvar spennandi uppgávur – bæði
heima og burturi.
Eitt skifti búði hon í London, har
hon hevði fleiri modelluppgávur.
Sniðgevin Elisa Heinesen, sum eisini
býr í London, hjálpti Juanitu við at
finna arbeiði, og Juanita gekk eisini
modell fyri Elisu Heinesen til London
Fashion Week.
– Fólk søgu onkuntíð við meg í
Hvalba, at eg skuldi roynt meg sum
modell, og eg hugsaði eisini eitt sindur
um tað, men tað hendi einki við tí,
fyrr enn eg møtti Elisu á bakarínum
í Havn. So leyp eg bara út í tað, sigur
Juanita.
– Mær dámar væl at arbeiða sum
modell. Tað er spennandi og fjøl
broytt, tú møtir nógvum fólki, og tú
kemur runt ymsastaðni.
Top Model
Juanita hevur verið við í sjónvarps
kappingini Danmarks Næste Top
Model, sum Kanal 4 sendir. Sendirøðin
er júst byrjað – triði partur var í vik
uni – og í fyrsta partinum var Juanita
at síggja.
– Ein vinkona helt, at eg skuldi
tekna meg til kappingina, og eg sendi
so eitt bræv avstað. Ein dagin, tá eg
var til arbeiðis á flakavirkinum í
Hvalba, ringdi telefonin í lummanum.
Tá var tað Kanal 4, sum vildi hava
meg til Danmarkar at verða við í
send ingini, greiðir Juanita frá.
Hon fór avstað og var við till fyrstu
upptøkuroyndirnar. Fyrst vóru tær
100 gentur, síðani varð skorið niður
til 38, og síðani aftur til 20 gentur.
Juanita var eina av teimum seinastu
20. Síð ani skuldu 13 gentur veljast
út til kapp ingina, og hetta var gjørt
í fyrsta parti av sendingini.
– Eg varð ikki vald millum tær
13, og kanska var tað tí, at eg gjørdi
ikki nóg nógv vart við meg. Fram leið
ararnir søgdu, at tey leitaðu ikki bert
eftir útsjónd, men eisini eftir gentum,
sum kundu bera eina sendirøð, so tað
ráddi um at gera vart við seg á ymsan
hátt, sigur Juanita.
– Tær donsku genturnar vóru nokk
meiri ósmædnar enn, eg helt meg eitt
sindur aftur, og tað gjørdi kanska,
at eg slapp ikki upp í part. Men tað
var sera stuttligt at royna eina slíka
kapping, og mamma heldur, at tað var
fínt, at eg fór út, tí genturnar fóru ikki
so væl við hvørji aðrari.
Má tola kritikk
Tað verður ofta havt frammi, at krøv
ini til modellirnar eru sera hørð. Tær
skulu verða klænar, síggja gott út og
skulu passa sítt arbeiði.
– Eg havi ikki nakað serligt pro
blem við at verða væl fyri. Eg kann
eta tað mesta uttan at taka uppá, og
eg má næstan royna at eta nógv fyri
ikki at blíva for kløn. Men eg eri eisini
í tí støðu, at mær dámar væl sunnan
mat, sigur Juanita.
Modellirnar kunnu koma út fyri
hørðum kritikki í sambandi við upp
gávur og annað, og tað mugu tær læra
seg at taka ímóti.
– Tú skalt ikki verða veik og mást
tola nógvan kritikk. Tað er vigtigt, at
mann ikki tekur kritikkin persónliga,
og so skal mann bara trúgva uppá seg
sjálva. Onkran kritikk kann mann ikki
brúka til nakað. Vissi onkur sigur við
meg, at eg havi ov stóru eygu, so fái
eg einki gjørt við tað. Men fái eg at
vita, at eg skal ganga øðrvísi, so kann
eg lurta og læra, sigur hon.
– Í fyrstuni var tað tungt at fáa
kri tikk, men so lærdi eg, at eg skuldi
ikki taka tað ov nær.
Bygdarfrellið
Juanita Schrøter Holm er uppvaksin
í Hvalba, og har treivst hon sera
væl.
– Eg eri eitt bygdarfrell. Eg havi
ar beitt í fisk og alt hatta har. Sjálvt um
mær dámdi væl at búgva í London,
so trívist eg kanska betur í Føroyum.
Tað er gott at royna okkurt nýtt av
og á, men eg havi tað fínt í Føroyum,
sigur Juanita.
– Tað merkir tó ikki, at eg ikki
fari av landinum aftur, um eg skuldi
fing ið onkran kjans sum modell. Tað
er næstu árini, at eg skal royna tað,
um eg ætli mær tað, men tað kann
saktans verða, at eg endi aftur í
Hvalba seinni – tá eg eri eitt sindur
eldri, sigur Juanita.
Síðani hon var 18 ára gomul hevur Juanita SchrøtEr holm
roynt Seg Sum modEll í Føroyum og uttanlandS. FyrSta kjanSin
Sum modEll Fekk hon á einum baKaríi í havn, og Fyri Stuttum
Fekk hon SpEnnandi uppringing á FlaKavirKinum í hvalba
Eg Eri Eitt
bygdar-
frell
mynd: jens kristian vang