fríggjadagur 8. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 8. oktober 2010
17
VIKUSKIFTI
lótu úr hondum, hevur framleiðarin
hjá The Beatles, George Martin, kallað
besta tónleikin av øllum tónleiki, sum
varð gjørdur í 60'unum. Tá eftirtíðin
fer at leita eftir nýskapandi tónleiki
úr farnu øld, fara nøvnini Lennon og
McCartney tí at hava somu støðu, sum
navnið Mozart hevði í síni tíð.
Persónmenskan Lennon
Var John Lennon ein stórur sangari
og sangskrivari, so var hann eisini
ein sjáldsom og ofta mótsigandi
persónmenska. Í The Beatles var hann
tann intellektuella og ótolna kraftin.
Rebellurin, sum pínadoyð ikki tímdi at
geva seg undir mjørkatos hjá følskum
myndugleikum, og sum tí alt sítt lív
boksaðist við øll sløg av valdsharrum.
Sjálvt Richard Nixon ræddist John
Lennon og fekk fólk at elta hann fyrst
í 70'unum, meðan Vietnam-kríggið
gjørdist ein alsamt størri kleppur um
beinini á amerikonsku stjórnini. Onki
var at siga til hetta, tí frammanundan
hevði amerikanski forsetin hoyrt eina
millión mótmælisfólk syngja "Give Peace
A Chance" uttan fyri Hvítu Húsini.
John Lennon er sjálvandi best
kendur fyri sín tónleik, men dyrkar tú
persónin, er minst líka stuttligt at lurta
eftir samrøðunum við hann. Skjótt
verður greitt, at hann var nógv meira
enn ein vanligur rockari og poppari.
Hann var skarpur í sínum útsagnum
og metingum. Segði tað, hann hugsaði,
og varð ofta hartaður fyri at siga teir
sannleikar, ið ongin annar tordi at bera
fram. Tá Beatles var í hæddini í 1966,
suffaði hann tungliga um alt hóvastákið
og hugleiddi um, at Beatles var vorðið
betri umtókt enn Jesus. Javel, søgdu
onglendingar, men skandalan var vís
í bíbliubeltinum í USA, sum fór at
brenna Beatles-plátur sum mótmæli
ímóti John Lennon.
Lennon segði sjálvur, at tá hann
var barn, ivaðist hann í, um hann
var flogvit ella óður í høvdinum, tí
ongin skilti hann. Hann hevði ikki
sama kontrolleraða og ovurfegna
sinnalagið sum Paul McCartney. Hetta
sást í sangum sum "Strawberry Fields
Forever," "I'm The Walrus," "Lucy In
The Sky With Diamonds," "A Day In
The Life" og "Come Together." Sangir
sum hesir kollveltu rocktónleikin, og
allir bólkar, ið komu aftaná, eitt nú
Pink Floyd og Queen, lurtaðu, lærdu og
førdu hesa nýskapan víðari. Tekstirnir
hjá Lennon eru ofta, men langt frá
altíð, surrealistiskir. Teir eru dragandi,
og áðrenn tú veitst av, ert tú endaður
í tí sermerkta og bersøgna Lennon-
heiminum.
Tann bersøgna røddin
Og latið okkum dvølja eitt sindur
við tann bersøgna Lennon. Um síni
politisku sjónarmið segði hann í 1971:
"Eg havi altíð verið politiskt
tilvitaður og verið ímóti stillstøðu. Tað
er grundleggjandi, tá tú veksur upp
sum eg, at hata løgregluna sum ein
natúrligan fígginda og skíggja herin sum
nakað, ið tekur fólk við sær og letur tey
liggja eftir onkustaðni steindeyð. Hetta
var grundleggjandi kenslan í byrjanini,
men sjálvandi fjarar kenslan eitt sindur
av, tá tú verður eldri, fært familju
og hvørvur inn í systemið. Eg havi
speirikið systemið, síðan eg var barn,
men onki er broytt. Vit eru eitt sindur
betur ílatin nú, men somu idiotarnir
ráða framvegis fyri borgum."
Eisini hevði hann í 1971 greiðar
meiningar um, hví listafólk skuldu
skapa vón millum tey ungu:
"Lívsstílurin í 20. øld er skaptur
í Amerika. Ungfólk eru apatisk. Tey
halda, at onki er vert at stríðast fyri,
og at alt er liðugt. Tey vilja tí flýggja
inn í rúsevnini og oyðileggja seg sjálvi.
Okkara uppgáva er at siga teimum, at
vón er fyri framman, og at nógv er
eftir at gera. Vit mugu broyta teirra
høvd og siga teimum, at tað er í lagi.
Tingini kunnu broytast, og bara tí
ungdómsuppreisturin ikki riggaði, ber
ikki til at siga, at alt er liðugt. Hetta er
bara byrjanin. Kollveltingin er akkurát
byrjað. Hetta er byrjanin til tær stóru
broytingarnar."
Um tær brendu Beatles-pláturnar í
USA segði hann:
"Tá tey fóru at brenna pláturnar,
var tað ein skelkur, men eg kundi
ikki sleppa mær burtur og vita, at eg
hevði skapt eitt lítið petti av hatri í
heiminum. Men hatta er trupulleikin
við at siga sannleikan. Tú vilt so
fegin siga sannleikan, men mást vera
falskur viðhvørt, tí alt tað heila er á
ein hátt falskt, sum í einum spæli. Tú
vónar, at um tú ert sannur viðhvørt,
so fara fólk at virðsmeta teg og vera
sonn afturímóti, tú vónar, at tað loysir
seg. Men øll spæla spælið, og viðhvørt
standi eg nakin og sannur eftir, meðan
øll hvessa at mær. Tað er skuffandi."
Um hann gjørdist 70
Spurningurin er so, hvat John Lennon
hevði havt avrikað seinastu 30 árini, um
hann var á lívi. Tá hann doyði, ætlaði
hann at geva nógvar plátur út aftrat,
og avlopið av "Double Fantasy" kom
eisini út á "Milk And Honey" í 1984.
Men hvussu hevði tónleikur hansara
flutt seg í 80'unum og 90'unum? Hvat
hevði hann brúkt internetið til, sum
hann ongantíð upplivdi, og har fólk
á YouTube framvegis harmast deyða
hansara hvønn dag? Hvussu ofta
hevði hann gjørt gjøldur burtur úr
George Bush, og hvat hevði hann sagt
um álopið á World Trade Center og
fíggjarkreppuna? Ongin veit, og ongin
veit heldur, um hann og Paul McCartney
høvdu funnið saman aftur, men tað er
lítið sannlíkt, tí at fara aftur til Beatles
var sum at fara aftur í fortíðina, segði
Lennon. Tað tímdi hann ikki.
Fjepparar kring heimin mugu tí
dvølja við arvin. Syngja "Imagine,"
"Woman" og "Jelous Guy," meðan teir
heiðra falnu kempuna. Eftirtíðin er
langt síðan farin at falla dóm yvir
John Lennon. Í eini kanning millum
bretar varð hann útnevndur til 4.
størstu persónmenskuna í bretsku
søguni. Í somu kanning gjørdist
Winston Churchill nr. 1. Kanska skalt
tú vera farin av foldum fyri at fáa
tílíka viðurkenning, men kortini sigur
hetta ikki so lítið um tað pláss, ið John
Lennon vann sær í søguni. Ein ótryggur
drongur, ið búðu hjá mostir síni
meginpartin av lívinum, tí pápin rýmdi,
og mamman var nakað útsveimandi og
seinni doyði, hevði ein dreym um at
gerast líka stórur sum Elvis, og hann
gjørdist ríkiliga tað.