Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 18 Sosialurin Eirikur Lindenskov Um fáar dagar fer Savns fagn­ aðurin 2010 av bakkastokki – hesaferð við nýggjum spenn­ andi tiltøkum, ið eisini koma út um sjálv søvnini. Í nógv ár hava tey stóru søvnini í Havn havt upp­ livingardagar fyri børn, ung og vaksin úti á søvnunum. Undirtøkan hevur altíð ver­ ið góð, og vónandi koma ikki færri í ár, tí nógv til tøk eru á søvnunum: Upp gáv ur, upplivingar, serfrøð ing ar, sum greiða frá og familju­ hugni er nakað av tí, sum er á skránni á Náttúru gripa­ savn in um, Sjó savn in um, Listasavninum og Forn minn­ is savn inum. Tað nýggja í ár er, at Savnsfagnaðurin er far in á flog. Hann hevur breitt seg við kappingum, mentanar­ tiltøkum og einari útferð. 30. september var síðsta freist at senda inn til far til tær báðar Savns fagn að ar­ kappingarnar ­ tekni kapp­ ing fyri børn og films kapp­ ing fyri ung. Nógv áhuga vert tilfar kom inn. Dóms nevnd­ irnar viðgera nú tilfarið, og fríggjadagin í heystfrítíðini verða vinn ar arnir heiðraðir á tiltaki í Miðlahúsinum. Til teirra, sum ikki hava tol at bíða til mánadagin 11. oktober kl. 11.00, tá søvnini lata upp, er eitt tiltak á skránni longu sunnudagin 10. oktober. Skipað er fyri Savns fagnaðarútferð til Gjáar. Við Gjógv hoyra vit um eldgos og Gjáarsøgu, sleppa m.a. at síga í berginum og ganga á línu. Drekkamunnur og myndasýning verður í Gjáargarði. Tiltøk uttan fyri søvnini Savnsfagnaðurin breiðir seg eisini oman í Miðbýin í Havn, har Tutl og Miðlahúsið verða karmur um tiltøkini Vísindi og list – ein heild. Hvønn gerandisdag í heystfrítíðini verða tón leika­ tiltøk í Tutl á Káta Horn inum, har tónleikurin er tengdur at evnunum, sum Savns­ fagnaðurin snýr seg um. Í Miðlahúsinum verða hvørt kvøld tveir styttri fyri­ lestrar og ein tónleikaløta við kendum føroyskum tón­ leikarum. Tey fýra søvnini standa fyri hvør sínum kvøldi frá mánadegi til hós­ dag. Fríggjakvøldið verða so vinnararnir av Savns fagn­ aðar kappingunum heiðraðir, og ein spennandi almenn Savnsfagnaðarquiz verður á skránni saman við einari tónleikaløtu. Myndir frá tekni kapp­ ingini verða at síggja bæði í Miðlahúsinum og Býar­ bókasavninum. – Endamálið við hesum tiltøkum er at vísa á, at vísindi og list ikki eru so fjar frá hvørjum øðrum, tí bæði krevja sama byrjanarstøði – nevniliga kreativitet og eyg leiðing, siga søvnini í tíð­ indaskrivi. eirikur@sosialurin.fo Savns- fagnaðurin 2010 fer á flog FRAMSÝNINGAR Ørgrynna av spennandi og læruríkum tiltøkum og upplivingum verður á Savnsfagnaðinum, sum byrjar sunnudagin Ymisk tiltøk á Savnsfagnaðinum: Filmskapping Luktupplivingar Teknikapping Savnsfagnaðarútferð til Gjáar Serfrøðingar greiða frá Fyrilestrar og tónleikur í Miðlahúsinum Søguløta Tónleikur í Tutl Krabbafisking Almenn Savnsfagnaðarquizz Listatúrur