Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 8. oktober 2010 18 VIKUSKIFTI orð og myndIr: Leo Poulsen útIsetIn Heilt frá tíðini í fólkaskúlanum, tá lær­ ar arnir løgdu dent á list og mentan og harundir sjónleik, fekk Nicolaj Falck ein brennandi áhuga fyri leiklistini. – Hetta tók rættiliga dyk á seg, tá eg kom upp í kabarettina á ovastevnu fyrstu ferð í 1996. Síðani havi eg verið við í fleiri sjónleikum í Sjónleikahúsinum, umframt at eg havi verið statist í onkrum filmi, sigur Nicolaj Falck úr Reykjavík. Saman við konu síni var hann eitt ár í Australia, og har var hann eisini við í einum videolagi, og heimaftur komin hevur hann verið við í fleiri føroyskum lýsingarfilmum. – Eg fekk longu áhuga fyri sjón­ leikar skúlanum í Íslandi, tá eg var við í leikinum Vita vørðurin, sum Rakel Helms dal skrivaði. Tá leikti eg saman við Kristinu Hansen og Kathrinu Nolsøe, sum báðar hava gingið á Lista háskúla Íslands fyrst í 90­unum, sigur Nicolaj Falck. Hetta var í 1999, og tað skuldu ganga góð tíggju ár, áðrenn møguleikin veruliga beyðst at sleppa upp til Íslands á skúla. – Vit settu upp leikin Havgird í Nólsoy í vár og byrjaðu so smátt at fyrireika leikin í desember. Tá stóð greitt, at vit skuldu hava íslendskan leikstjóra, so eg setti mær fyri, at fáa sum mest av hjálp frá henni, og hon hevur eisini verið sera týdningarmikil í bæði praktiskari hjálp og øðrum viðurskiftum, sigur Nicolaj Falck. Talan er um Ágústu Skúladóttir, sum er ein av heilt kendu ís lendsku leik stjór unum. Sum í Føroyum Við góðari hjálp frá Ágústu Skúladóttir fór Nicolaj Falck so til Íslands í mars til upptøkuroynd, fyrst á traditionella sjónleikaraskúlanum, har hann tó ikki slapp gjøgnum nálareygað. – Seinni fór eg so til upptøkuroynd á breytini, ið nevnist Fræði og Framkvað – teori og praksis – og har slapp eg so inn. Hetta er ein nýggj breyt. Hon byrjaði í 2005 og fyrsti flokkurin varð liðugur í 2008. Útbúgvingin er á BA stigi, sigur Nicolaj Falck. Longu tá hann var í Íslandi í mars – hann var seinkaður heim aftur orsakað av øskuni – fall hann fyri Reykjavík. – Alt minnir rættiliga nógv um Føroyar, og eg trívist sera væl. Reykjavík er ein sera vinarligur býur, sigur Nicolaj Falck. Og tað er gott, tí útbúgvingin tekur trý ár, og fyribils er hann einsamallur í Íslandi, meðan familjan er eftir í Nólsoy. – Eg eri ótrúliga væl stuðlaður av konuni, Sonju. Hon eggjaði mær til at fara undir útbúgvingina, nú høvið beyðst, sjálvt um hon nú skal eiga okkara fjóðra barn fyrsta dagin, sigur Nicolaj Falck. Tað skal eisini eitt ávíst áræði til, tá tú ert vorðin 33 ára gamal at fara frá konu og børnum í eitt fremm ant land at útbúgva seg. – Í Nólsoy hava vit góðan og tryggan barnagarð fyri okkara børn, og Sonja hevur arbeiði í bygdini. Hartil kemur so eisini, at jólafrítíðin er ein heilan mánað, meðan summarfrítíðin er heilar tríggjar mánaðir, umframt eina páskafrítíð. So tað er ikki so nógv øðrvísi enn hjá einum langfara sjómanni, heldur Nicolaj Falck. Tó er meiningin, at familjan skal koma yvir til Íslands, tá høvi einaferð býðst. Møguleikarnir opnir Hendan útbúgvingin umfatar alt innan leiklist. So útbúgvin kann Nicolaj Falck virka sum leikstjóri, dramagurgur, ljós­ maður, stutt sagt alt innan sjónleik. – Nú er hetta ein tríára útbúgving, so tað er heldur tíðliga at siga nakað um, hvørja leið eg fari at taka, tá út­ búgvingin er lokin. Men tað, sum liggur í kortunum beint nú er, at eg verði verandi eitt ár í íslandi eftir lokna útbúgving, og so fæst at síggja, hvørjir møguleikar vísa seg, sigur Nicolaj Falck. Hann byrjaði síðst í august, og við nakað av undirvísing í íslendskum hjá einari íslendskari kvinnu, sum er flutt til Nólsoyar, meistrar hann longu málið. – Eg havi eisini fingið arbeiði í Tjóð leikar húsi Íslands, har eg hjálpi til at smíða pall, so eg stór­ trívist í Íslandi, sigur Nicolaj Falck. Hava fólk hug at vita nærri um skúlan ber til at lesa meiri inni á heimasíðuni http://www.lhi.is Eg havi altíð brent fyri sjónleiki Nicolaj Falck. Hann er farin undir tríára útbúgving á Listaháskúla Íslands, og hann trívist væl í íslandska høvuðsstaðnum Reykjavík Mynd: Albert Eiríksson 33 ára gamal og Fjórða barnið á veg. Tá Tekur Tað áræði og forsTáilsi frá konuni aT byrja upp á eina útbúgving. men Tað er júsT Tað, nicoLaj FaLck hevur gjørT nú hann byrjaði í nýggjari úTbúgving á LiStaháSkúLa ÍSLandS í reykjavík