Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 8 Sosialurin Randi Jacobsen 24 ára gamla Birita Simonsen, sum er ættað úr Havn, hevur seinastu ellivu árini búð í Aalborg í Danmark. Tá ið hon skuldi velja sær útbúgving, var hon ikki í iva. Hárfríðkanarfakið – tað var hon. Hon var heppin og fekk lærupláss hjá Hårklip í Aalborg. Sjálvt um hon ikki verður liðug at læra fyrr enn í mars næsta ár, hevur hon longu gjørt stóra skreytir. 30. september varð hon út­ nevnd til danmarksmeistara í at klippa og lita. Hon vann í kappingini, sm annars var fyri útbúgvin hárfríðkanarfólk. – Tað var eisini ein kapping fyri juniorar, fólk undir 25 ár, í at klippa og lita og langt hár á dukkum. Har var eg tvær ferðir nummar tvey, men samanlagt var eg nummar eitt, sigur Birita. Krevur nógv Øll hárfríðkanarfólk kunnu melda seg til kappingarnar, men tað krevur nógv at koma so langt. – Fyrst av øllum brenni eg fyri hesum arbeiðinum. Haraftrat havi eg vant og vant, sigur Birita. Í longri tíð hevur hon vant eftir arbeiðstíð, og seinasta mánaðin hevur hon vant hvørt einasta kvøld í fleiri tímar. Samstundis hevur hon leingi miðað eftir heims­ meistrakappingin, sum í november verður í París. Tey eru fimtan í Danmark í HM­ bólkinum, sum hittist hvønn sunnudag. Ta kappingina gleðir Birita seg ómetaliga nógv til. Hon svarar ikki beinleiðis upp á spurningin, um hon ikki er errin. – Tað veit ikki, men eg eri ótrúliga fegin. Hetta er stutt­ ligt. Arbeiðsgevarin hjá mær er eisini fegin, og hon kemur við til HM, sigur Birita. Hon hevur ikki kannað møguleikarnar fyri at halda fram á arbeiðsplássinum, tí ið hon í mars verður liðug at læra. – Eg ætli mær av landinum at arbeiða í eina tíð, og eg fari antin til London ella til Suðurafrika. Í london eru fleiri stórar og spennandi hárfríðkanarstovur. Tað sama er í Suðurafrika, har eisini fleiri kappingar eru at fara til. Danmarksmeistari í hárklippi Birita Simonsen úr Havn gjørdi tað bragd sum hárfríðkanarlærlingur at vinna í kappingini móti útbúnum háfríðkanarfólkum. Hon er danmarksmeistari og fer um nakrar vikur til HM í París Birita vann sannførandi í kappingina við bara útbúgvin hárfríðanarfólk Tvær kappinginar vóru í at gera hárið á dukkum. Samanlagt vann Birita eisini hesa kappingina, sum var fyri juniorar