mánadagur 11. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 11. oktober · Nr. 144
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í farnu viku tóku seks bygn
ingssnikkarar prógv á Tekn
iska Skúlanum í Tórshavn.
Teir eru f.v.: Hallur Thomsen,
Froðba, Hallur Victor Dimon,
Tvøroyri, Høgni L. Højgaard,
Runavík, Jóhannus E. Jo
hansen, Argir, og Ólavur
Jensen, Sørvágur.
Góði Frits!
Eg siti her og droymi meg
at vera saman við tykkum á
Hotel Vágum í løtuni, síggi
”skálkabrosið” hjá tær, og
hvussu tú hugnar tær, tí tað
dugur tú væl. Veit at tú saknar
ommu við tína síðu í dag.
Minnist mongu løturnar
vit hava havt saman, tá vit
vóru eftir havhesti og tú
bannaði yvir Skopunarbátin
sum sigldi tvørt fyri okkum,
tú rópti á meg og bað meg
sigla hann niður hehehe, ja
tað var ein góður túrur, tá vit
komu at landið aftur, hevði
omma gjørt góðan døgurða,
haldi at hon hevði koyrt eitt
ræst kjógv í ovnin.
Dagin eftir tá eg og Jón
skuldu til Havnar aftur,
minn ist eg at omma setti seg
inn í bilin. Nú kemur so ein
av tínum nábúgvum oman,
haldi at hann hevði kenn
ingina, hann fær hondina
á lærið á ommu sum situr í
bilinum, og missur fløskuna,
ja hon fór rullandi oman
brekk una, tú rópti á hann:
Fløskan, fløskan, tú misti
fløskuna, hann svaraði ”lat
fløskuna fara til H…., ” hann
hevði jú hondina á lærinum
hjá ommu.
Eina løtu seinni spyr
hann, ”tú Frits hvørjir eru
hasir mennirnir ?” Sum ikki
einaferð var tú skjótur at
svara, ”jú hattar eru tveir
franskmenn, sum eru komnir
at vitja”, omma bronglaði
okkurt til okkum og vit
aftur til hana, og so skuldi
tú siga okkurt eisini, so letur
í nábúgvanum ” Frits halt tú
kjaft og læt hana tosa tí tað
dugur tú ikki”.
Góði Frits, eg sakni løt
urnar runt køksborið hjá
ommu, har hava vit tikið
nógv kortspøl.
Eg
var
oftani
glaður
yvir at ”Sam” ikki sigldi um
kvøldarnar, tí tú dámdi ikki
so væl, tá Jón og eg vunnu á
tær og ommu, men vunnu tit,
fullu orðini so sum ”hattar
var sum ein lítil grind ella
inteligensurin sigrar.
Eg vil við hesum orðum
takka fyri tað tú hevur
verið fyri ommu og øllum
hjá henni, og ynskja tær
hjartaliga tillukku við deg
num, og má Harrin signa teg
og framtíð tína.
Heðin og Thyra Skarðhamar
v/ familju á flatlondum
Frægi
listamaður
– heilsa til Amariel
Norðoy á seksti
fimm ára degnum
Frægi listamaður
í bóltandi postbáti í inn og útsúði,
har mastrartoppur, toppljós og siglingarljós
lita løriftið í skyggjandi, tárakendum, drippandi,
dropalitum.
Aldan leggur inn um stokk og æsing –
skakast í borðum og bitum
av tínum litríku penslastrokum.
Firðir og sund standa í rokum
av dimmbláum, svørtum,
vesandi húsaskýggja.
Skákstrikur koma undan tangum og nesum
lissa seglini upp
á sluppum, skonnartum, motorum
í løttum strokum
í kyldum um silvitnis vág
og gráum, hvítmylju vatni.
Penslabørn tíni hava nú latið
teg í í seksti fimm ár – í morreytt kot,
litríkar troyggjur, hosur og stúkur.
Væl hava penslarnir dugað
at fjálga um tín bul, arm og legg,
men einki er sum ein
útróðrarbátur
við sótsvørtum ljóðringum,
glintandi við lending,
gnellandi um strong og íðu
í boðabrotum
undan eyst og vestfalsbroddi.
Har er tín motorbátaheimur
tín dagur og staður
títt listaliga bylgjubrot!
Frægi listamaður.
Frits
Heilsan til Frits á Dunga
á 95 áradegnum
Bygningssnikkarar