Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 10 Sosialurin Bergtóra Høgnadóttir Joensen Dagfinnur Danbjørg Kjak Slept upp á fjall við sjúkradagpeningi Við jøvnum millumbilum eta heimligu sjakalarnir føð ina hjá teimum smáu í samfelagnum, so tað gerst óliviligt hjá hesum, ið koma í fíggjarliga trongstøðu, missa arbeiði og eisini verða noydd til at rima av land inum, meðan onnur í m. a. lestrarørindum ikki síggja sær nakran møgu­ leika at venda heim aftur. Sjakalarnir verða stórt sæð friðaðir, og skuldi nakar víst á teirra leiklut, so verða teir vardir politiskt, religiøst og juridiskt av teirra viðsamansvornu, sum fríkennandi halda fyri, at man skal ikki útnevna synda bukkar, hvør skal siga, teir eru uttan skuld, tað er samfelagið og um­ støð urnar, ið hava skapt krepp una og fíggjaróskilið. Sjakalarnir verða friðaðir og halda lágan profil inntil næstu ferð. Tað munnu vera mong, ið kenna og vita nakað um sjakallevnaðin í tí føroyska fíggjarkervinum, men sum einans undrast og tosa um tað sínámillum í staðin fyri at almannakunngera vitanina og royna at organi­ sera mótmakt móti pen­ ingamafiuni. Í 50'unum var onkur búr aður inni. Í 90'unum sluppu allir bæði peningaligu, poltisku og juridisku sjakalarnir ­ bert hann, ið segði frá fíggj­ ar svikunum bleiv búraður inni. Kanska er tað tí, at fólk tiga í almennum høpi, sjálvt um tey í øðrum samanhangi vita eina rúgvu. Tey vita sum er, at rætturin langt frá altíð er rættur, og best man vera at tiga, tí so fær man onki í klemmu. Plastikk­ posa juristarnir eru ikki at spæla við, tí teirra uppgáva er at gera svart til hvítt og øvugt, so ikki er undarligt, tá fortalt verður, at fyrsti av slagnum stóð í læru í tí Ónda stað. Eikskandalan kundi fing ið erligar politikarar eina ferð med alla at vakna, sligið nevan í borðið og stað­ fest, at nú er nokk. Nú skulu sjakalarnir lýsast friðleysir, jagstrast dag og nátt og setast fyri ein dómstól, sum kann búra teir inni í mun til tey fíggjarsvik, teir hava framt, og á henda hátt minimera framtíðar sjakalvirksemi í tí føroyska fíggjarheiminum. Teir stýrandi (burtursæð frá sjakalsympatisørunum) kunnu bevilga nakrar fáar mill.kr. til sakkøna hjálp (møguliga úr gannalondum okkara) í eini djúbtgangandi kanning av øllum fyritøkum í Føroyum teirra teldum og samskiti annars og øllum privatum sjálvuppgávum sein astu 5 árini. Eisini pen­ ingsflytingar millum bankar herheima og í útlondunum, og eisini kanna hvat árin stráðmannavirksemi hevur á føroysk viðurskifti. Tað er upp á hægstu tíð, at fólkið fær neyðugt innlit í sjakalanna lív og virki her í Føroyum. Og at hetta virksemi verður steðga. Stillið sam­ felagsins sjakalar til svars! Sjúkradagpening fáa tey sum eru sjúk, men ikki hava rætt til løn undir sjúku. Nakrar 60 milliónir verða væntandi nýttar til sjúkra­ dag pening komandi ár. Gott, at vit hava eina sjúkra­ dagpeningaskipan, og mong eru á ongan hátt arebeiðsfør, tá tey eru sjúkrameldað. Hendan grein snýr seg um tey, sum við røttu hjálpini, kunnu verða hjálpt skjótt og væl úr skipanini aftur. Kanningar vísa, at fólk missa fótafestið á ar beiðs­ marknaðinum rættiliga skjótt, tá tey gerast sjúk. Eftir stutta tíð missa mong starv sítt og eftir einum ári kemur bert 1 av 10 út á arbeiðsmarknaðin aftur. Í Føroyum ber til at fáa sjúkr dagpening í fleiri mán ­ aðir – nágreiniliga 40 vikur. Sjúkradagpeningurin verður latin í 40 vikur uttan at spurnaðartekin verður sett við, kanna verður ella hin sjúki verður boðin til sam røðu. Rættast er at stuðla og ráðgeva fólki um, hvussu tey sum skjótast kunnu fara til verka aftur, ella kanska ein endurbúgvingarætlan verður løgd. Serliga tá arbeiðsloysið er, er trupult hjá teimum sum standa uttan fyri ar­ beiðs marknaðin at fáa fótin innum. Vit noyðast tí at kýta okkum so tey, sum hava eitt starv ikki missa tað vegna sjúku – um tað kann fyribyrgjast. Nøkur dømi Hárfríðkanarkvinnur gerast stundum ovurviðkvamar fyri vatni ella ymisku kemi­ kal iunum sum tær nýta í yrki sínum hvønn dag – tað merkir stundum, at tær noyðast at at broyta yrkisleið sína. Tað sama ger seg javnan galdandi fyri heimahjálparan og fiskimannin, at tey gerast niðurslitin og mugu skifta starv ella í ringasta føri hava eina fyritíðapensjón – hví skulu fólk hon bíða í 40 vikur, heldur enn beinanvegin at blíva kunna um endur búgv­ ingarmøguleikar? Skríggjar til himmals, at fólk skulu bíða í 40 vikur, áðrenn nakar tosar við tey um eitt nú end­ urbúgving. Sum sosialráðgevi havi eg mangan upplivað, at tað var júst samskiftið millum hin sjúka og tað almenna sum fyribyrgdi, at fólk mistu sítt starv. Eitt dømi um gott samstarv, var ein arbeiðsgevari sum ætlaði at koyra eina kvinnu úr starvi, tá hon hevði verið sjúk í 4 mánaðir vegna tunglyndi. Arbeiðsgevarin hevði einki frætt frá henni. Tá eg tosaði við kvinnuna aftaná 4 mánaðir greiddi hon mær frá, hvussu fegin hon vildi arbeiða, men ikki megnaði fulla tíð í verandi støðu. Hon var um at blíva ør av at ganga heima, vóðu orðini hon nýtti. Eitt prát við hana og arbeiðsgevaran førdi við sær, at hon fekk eina lutvísa sjúkarmelding. Tað merkti, at hon arbeiddi hálva tíð og var ‘friðað’ fyri ávísar uppgávur fyrstu mánaðirnar, eftir at hon kom aftur til arbeiðis. Hesi dømini og mong aftrat bera boð um, at ein sam­ røða um rættindi, skyldur og møguleikar sum skjótast tey eru vorðin sjúk, kunnu geva fólkum eina betri lívsdygd og harumframt hevði tað spart landinum nakrar av teim 63 milliónunum, sum verða brúktar til sjúkradagpening næsta ár – um einki verður broytt. Seinastu árini hevur verið røtt upp undir, at vit eiga at fáa ein eftirskúla í Før oyum, og ætlanin hevur ver ið at byggja ein slíkan í Hvalba. Men hví byggja nýggj­ an eftirskúla fyri nógvan pening, tá vit hava fleiri skúlabygningar standandi, ið hava pláss ella fara at fáa pláss, tá ein neyðug rationalisering av skúl a skip­ anini er framd? Eg skjóti tí upp, at nýggj­ ur eftirskúli verður lagdur á Eiði. Har er góður og rúm­ ligur skúli, sum ikki er so yvir­ fyltur av næmingum longur. Upp í skúlan er bygd ein góð ítróttarhøll, og uttan fyri skúlan er sparkivøllum, sum eg haldi er á leið eins stórur sum ein hondbóltsvøllur, og Niðri á Møl er fótbóltsvøllur í fullari stødd. Skúlin er sum nevnt bæði góður og rúmligur, høvuðsumvældur og bygt uppí fyri fáum árum síðani, og í grannalagnum hjá skúlanum er Hotel Eiði, sum kann hýsa næmingunum. Møguliga fæst hotellið til keyps, men eg ivist í hvussu er ikki í, at tað í minsta lagi fæst til leigu. Skuldi tað gjørst eitt sindur trongligt í skúlanum á Eiði, tá ein eftirskúli er byrjaður har, so er ráð fyri tí. Eiðis kommuna og Sunda kommuna samstarva í dag um Felagsskúlan á Oyr­ arbakka, har næm ing arnir í 8. til 10. flokk ganga, og tað skuldi ikki tikið langa tíð hjá hesum báðum kommununum at semjast um at víðka hetta samstarvið til 7. og møgu liga eisini 6. flokk, við tilhoyr andi ábótum á Felags skúlan. So Helena Dam á Neysta­ bø kann bara fara í gongd við einum eftirskúla. Eg rokni við, hann kann saktans byrja á Eiði longu eftir summarfrítíðina komandi ár, um myndugleikarnir sýna hegni at semjast um hetta mál. Leggið eftir skúlan á Eiði Sofus Debes Johannesen Serliga tá arbeiðsloysið er, er trupult hjá teimum sum standa uttan fyri ar beiðs marknaðin at fáa fótin innum