Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 12 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hvussu kann ein leiðsla uppá tvey, trý fólk átaka sær slíkar váðar, gera stór upp­ keyp, gera íløgur í partabrøv av slíkum slagi og stødd, sum talan er um her, umframt at lokka íleggjar við stórum kapitalupphæddum, uttan at nakar er førir fyri at steðga teimum ella vísa á, at her er nakað heilt galið. Reidar Nónfjall, búskapar­ frøðingur og stjóri á Føroya Handilsskúla, sigur, at hetta er tann relevanti spurn­ ingurin, tá ið vit skulu royna at forklára hví Eik kom í fíggjarligt óføri. Reidar Nónfjall heldur, at tað er ikki nakað skeivt í at taka á seg váðar í sambandi við vinnuligt virksemi. – Tann, ið ikki tekur ein váða á seg, má eisini vænta lægri inntøkur og avlop. Fekk merglop Hann sigur, at tað eru ymisk viðurskifti, sum nú hava ført til, at Eik fór fyri bakka, líka frá leiðsluni til altjóða umstøðurnar. Hann nevnir í fyrstu at­ løgu, at tað var í uppgangs­ tíðum, at Eik var umlagdur til ein banka, sum síðan kundi vera við í vinnuligum útlánum og fyritakssemi. – Henda umlegging, sam­ an tvinnað við kappingini um viðskiftafólk og markn­ aðarpart við BankNordik, hevur lagt trýst á leiðsluna um vøkstur. – Síðani er tað blivið greitt, at vakstrar­ og kapp ingar­ strategi hjá Eik varð grundað í nøgd og sjónligheit, heldur enn dygdina í útlánunum og á skilagóð strategisk uppkeyp av útlendskum bankum. – Leiðslan hevur ikki megn að at mett um útlánini og projektini í danska dóttur­ felagnum, áðrenn keypið og tí kom bankin at liggja innibrendur við virðisleysum projektum, sum hann setti pening í. Hann leggur afturat, at fyri at gjøgnumføra ein skjótan vøkstur, verður van­ liga farið undir at keypa og stovna íløgufeløg av ymisk­ um slag. – Íløgufeløgini í Eik­sam­ takinum eru eisini fíggjarliga miseydnað, tað er Notio eitt dømi um, sigur Reidar Nónfjall. Hann sigur, at við hesi vakstrar­ og kappingar stra­ tegi, fekk Eik volumusjúku ella merglop. – Tað merkir, at leiðslan, uttan at vita tað sjálv, hevur niðurraðfest planlegging, stýr ing og eftirlit. Tá er skjótt, at ein leiðsla missur dømi kraftina, er hon ikki nóg sterk og dugnalig. Reidar Nónfjall sigur, at eitt, ið hevur eyðkent Eik er, at vinnulívsmenn eru settir í leiðslu­ og álitisstørv og teimum misti forstjórin tamarhaldið á. – Hesir vinnulívsmenn hava í veruleikanum eisini veitt lán til sítt egna virksemi og hava verið ógegnigir. – Henda korrumperandi tilgongdin sæst aftur í gomlu nevndini í Fiskavirking við tað, at tey fólk, sum ganga aftur, eru øll úr Eysturoy og røkja aðrar netverkspostar. – Núverandi formaður er eisini úr Eysturoynni, leggur hann afturat. Nikkidukkur Reidar Nónfjall stað fest ir, at leiðslu­ og organisa tións­ bygnaðurin í Eik hevur í veru leikanum virkað so, at bank in hevur verið stjóra­ stýrdur. – Strategiska leiðsluupp­ gávan hjá nevndini, har ein uppgáva er at føra eftirlit við stjóranum, hevur als ikki virkað. – Danir kalla slíkar nevndir “tantebestyrelser”. Á føroyskum kunnu vit kalla teir nikkudukkur. – Nevndin hevur als ikki verið professionel. For­ maðurin í Eik­nevndini hevur eisini verið nevndarformaður í Eik­grunnum og tað hevur ført við sær, at ørskapurin fekk frítt spæl, uttan nakað gjøgnumskygnið. – Sjálvt um hesin kritikkur varð reistur herfyri, hevði tað onga ávirkan á formannin. Søgan hevur síðani víst, hví tað er, tí hann vildu sjálvandi verja fyri, at nakar sá inn í allar “kirkjugarðarnar” í sam­ takinum. Nevndin hevur heldur ikki havt ein dominerandi partaeigaraskara, sum hevur sett krøv um, hvussu teirra kapitalur skal umsitast. Nikkidukkur og stjórar kollsigl BANKAKREPPA Eitt, sum hevur eyðkent Eik er, at vinnulívsmenn eru settir í leiðslu- og álitisstørv og at forstjórin misti tamarhaldið á teimum Hesir vinnulívsmenn hava eisini veitt lán til sítt egna virksemi og hava verið ógegnigir, sigur Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur Danir kalla slíkar nevndir »tante be styr­ el ser«. Á føroysk um kunnu vit kalla teir nikku dukkur