mánadagur 11. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. oktober · Nr. 144
14
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tey, sum bagatellisera hesa
kreppuna, stoyta bensin á
bálið hjá politikarunum, tí
so sleppa teir undan at seta
neyðug tiltøk í verk.
Tað heldur Reidar Nónfjall,
búskaparfrøðingur og stjóri
á Handilsskúlanum.
Hann heldur eisini, at
vit hava ikki lært nógv av
kreppuni fyrst í nítiárunum.
– Støðan, sum samfelagið
er í nú, er ikki heilt tann
sama sum í fyrru kreppuni.
Hesu ferð er tað ikki alt
banka kervið, sum er rakt
og hvørki landskassin ella
komm unurnar eru við at
fara í heysin.
– Hinvegin er tað ein røð
av
trupulleikunum,
sum
end ur taka seg og sum vísa,
at bæði politik arar, vinna
og flestu borg arar nir, púra
hava gloymt kreppuna fyrst
í nítiárunum.
– Tað er ikki bara altjóða
kreppan, sum ger um seg í
Føroyum hesuferð. Men kort
ini brúka fleiri fram stand
andi leiðarar hesa altjóða
kreppuna sum ruskspann
fyri vánaligari leiðslu og
skeiv um avgerðum seinastu
árini.
– Hetta er eisini tað, sum
gongur galið við politisku
ráðgevingini, sum í løtuni
er meira og minni tannleys,
óálítandi og óbrúkilig, leggur
hann afturat.
–
Henda
kreppan
er
kanska ikki so umfatandi,
men hin vegin slepst heldur
ikki undan, at stórur partur
av krepp uni er sjálv skaptur
og tað liggur ein røð av
óloyst um trupul leik um síðan
fyrru krepp una.
Hann hugsar í hesum sam
bandi um neyvari og strang
ari eftirlit við bank unum,
men tað er ein danskur
trupul leiki.
Hann hugsar eisini um
neyvari og strangari eftir
lit við kommununum, um
framt at hann hugsar um
fiskivinnabygnaðin, komm
unu samanlegging, um at ein
skilja almennar fyritøkur og
um samaleggingar í almennu
umsitingini.
Og hann hugsar um iva
málið um Atlantsflog, sum
er okkara motorvegur til
útlandið.
– Jú, víst hava vit bú
skap ar kreppu í landinum
og hon er hóast alt so mikið
um fatandi, at arbeiðsloysið
er lufalsliga stórt, hallini á
fíggjarlógini eru stór, ong ar
íløgur verða gjørdar, íverk
setarí er uppsteðgað, ongar
nýggjar vinnur síggja dagsins
ljós, fiskivinnan á landi og á
sjógvi gongur sera illa og
tann eini stórbankin er farin
á heysin.
– Tí tykist tað rættiliga
arro gant og tápuligt at siga,
at henda kreppa ikki minnir
um fyrru kreppuna.
Hann vísir eisini á, at
Fiskavirking er í eini skuld
arfellu,
nógv
part feløg
verða avtikin og búskapar
vøksturin er lítil.
– Tí fer kreppan, sum
byrjaði í 2008, at halda fram
og vit hava ikki sæð botnin
enn. Vit eru farin frá, at
bank arnir góvu risalán til at
teir í dag ikki geva lán til ein
tann einasta íverksetara.
Onki lært
Reidar Nónfjall heldur, at
tað er ófatuligt, at ein banki
kann føra seg sjálvan soleiðis
fram, at eitt heilt samfelag og
hundraðtals íleggjarar lata
seg freista av lánum, til at
keypa lánsfíggjað partabrøv
og fylla innkeypskurvuna við
háeksplosivum fíggjarligum
produktum, sum tey als ikki
kenna innihaldið av.
– Harafturat megnaðu
bank in at gerast ársins virki
á Vinnu degnum og stjórin,
Marner
Jacobsen,
verður
valdur til ársins leiðara í leið
ara degnum í Synergi.
– Føroyski hugburðurin
sigur mær, at stillaðu stjórar
nir nú upp til eitt stórt starv
ella í politikki, høvdu teir
fingið stóran samhuga og
høvdu klárað seg heilt væl.
– Sjálvt løgmaður varð í
Út varpinum fyri tveimum
árum síðani og rósti banka
leiðslunum í báðum bank un
um fyri stóran dugnaskap.
– Men hvat kendi hann til
innanhýsis virksemi í Eik at
vera so góðtrúgvin í sínum
útsøgnum, spyr Reidar Nón
fjall.
Hann vísir eisini á, at tað
hava verið nógvar røddir
frammi, sum hava funnist at
gongdini.
– Nógv fakfólk hava sanni
liga verið forklók, og kunnu
tí í dag ikki skuldsetast fyri
bara at bakklók.
– Men almenningurin,
politik arar og spekulantarnir
hava verið samd um at nið
ur gera og tileinkisgera hesar
kritisku røddir – eisini í dag í
hesi kreppuni, vit nú eru í.
aki@sosialurin.fo
Bensin
á Bálið
BANKAKREPPA Vit hava ikki lært nógv av kreppuni fyrst í
nítiárunum, heldur Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur
Ongin
verja
– Tað er nakað sum
bend ir á, at eftirlitið
við bank unum seinastu
árini
hevur
hevur
fylgt rákinum um, at
marknarðarkreftirnar
skulu
nokk
sjálvar
skapa røttu javn vág
irnar og um, at bankar
kunnu gott vera pro
fit sentur og átaka sær
vinnuligan váða.
Tað heldur Reid ar
Nónfjall,
búskapar
frøð ingur.
– Í nøkrum førum
hev ur hetta ført til
kasino virksemi
og
eydnu spæl av tí slag
num, sum leiðslan í Eik
hevur fingist við.
Stjórin á Handils
skúl anum
sigur,
at
ein stórur trupulleiki
er vantandi brúkara
vernd.
Hann hugsar um,
at bankarnir sleppa
ótarn aðir at ráðgeva
við skifta fólki,
uttan
at tey eru vard upp á
nakran máta.
–
Avleiðingin
er,
at í fleiri førum eru
viðskifta fólk leidd í
fíggjarligt óføri.
–
Hetta
er
ein
trupul leiki, sum ES nú
hevur tikið upp.
– Ráðgevingin frá
bank unum hevur meira
mint um søluarbeiði til
fyri muns fyri bankan.
Hann sigur, at tí
mugu
viðskiftafólk
hava í huga, at tey
mugu sjálvi gera sær
greitt, hvat tey vilja og
hvat, tey góðtaka fyri
at tryggja sín egnu
fígg jarviðurskifti,
ístaðin fyri at lata alt
upp á hend urnar á
einum banka ráðgevara,
sum í veru leikanum
er eitt sølufólk hjá
bankanum.
Annars undrar tað
Reidar Nónfjall hví
Fíggj areftirlitið
ger
vart við seg so seint,
sum í hesum.
–
Endamálið
við
ein um
eftirliti
má
væl sakt ans verða at
arbeiða fyri byrgjandi
soleiðis at eftir lit ikki
verður ein spurn ing
urin um at stað festa,
at
“sjúklingurin
er
deyður og at fyrireika
jarðarferðina”.
Annars heldur hann,
at fjølmiðlarnir hava
svik ið í ólukkumát, tí
teir hava mest ført seg
fram sum lýsarar fyri
bankaleiðslurnar.
Í fleiri førum eru við
skiftafólk leidd í
fíggjar ligt óføri
Við veikum og
ódugna ligum nevnd ar
formanni og leiðslu og
pengaríkiligheit, kan
tað bara ganga galið,
tá ið farið verður í holt
við eina strategi, sum
vil vøkstur á ókendum
marknaðum
Tað tykist rættiliga
arrogant og tápuligt at
siga, at henda kreppa
ikki minnir um fyrru
kreppuna
Les viðmerking frá Bjarna Olsen á síðu 35