mánadagur 11. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. oktober · Nr. 144
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Føroyska
liðið er væl
fyrireikað.
Hann veit
helst meira
um okkara
lið og okkara
spæliskipan,
enn um sítt
egna lið. Tað
fer at hjálpa
teimum.
Hann vil
vinna móti
okkum
Stephen Craigan,
landSliðSleikari hjá
norður-Írland,
um Brian kerr
Saman
um tikið var
íslendenski
sigurin greið
ur. Í støðum
var klassa
munur.
Serliga á
breiddini
vann Ísland
fleiri stig
um SvimjilandSdyStin
Í ÍSlandi
uni holm johannesen
Fótbóltssambandið
upplýsti
í
viku skiftinum á sínari heimasíðu,
at umleið 200 norðurírar fara at
stuðla sínum fótbóltslandsliðið á
Svanga skarði týsdagin.
Dysturin millum Føroyar og
Norður-Írland byrjar klokkan
16.00.
Føroyska landsliðið hevur tvær
ferðir áður roynt seg móti Norður-
Írlandi í fótbólti. Í Belfast í 1990
var úrslitið 1-1. Tá liðini hittust í
Lands krona vunnu norðurírar
5-0.
uni holm johannesen
Tað er nevnt aftur og aftur í føroysku fjølmiðlunum. Tað eru ov
fáir áskoðarar, sum stuðla fótbóltslandsliðnum.
Tað er eisini rætt, at áhugin fyri landsliðnum er ikki hin
sami, síðan Allan Simonsen gavst sum landsliðsvenjari í 2002.
Fleiri gomul og fløvandi minnir frá landsdystum á
Svangaskarði eru á heimasíðuni youtube.com. Svangaskarður
er á tremur við mælskum og ídnum føroyskum áskoðarum,
tá landsliðini hjá Spania, Malta, Skotlandi, Slovenia, Bosnia-
Hersegovina og øðrum vitja í Føroyum.
Tú visti altíð, hvat Julian
Johnsson, Todi Jónsson, Óli
Johannesen, Uni Arge, Øssur Hansen,
Pól Thorsteinsson, Allan Mørkøre,
Kurt Mørkøre og hinir løgdu fyri
dagin. Hvítu landsliðstroyggjurnar
vóru gravskitnar, sum teir kastaðu
seg niður í glíðandi takklinar, skump-
aðu mótstøðumenninir og runnu
eftir bóltinum. Hvørjaferð. Tað var
skomm at hopa undan. Tú kundi
grenja aftaná. Eingin helt seg aftur, tí teir høvdu fingið hol á
høvdið ella bløddu í knænum. Um tað var neyðugt, so fingu
teir bind um høvdið, og so út aftur á vøllin. Teir staðfestu, at
ræðuskítar renna undan. Rættir menn herja á. Sama, um støðan
var 0-0 ella 0-5.
Stríðsviljin fjaraði í smáum burtur, tá Henrik Larsen, og
seinni Jógvan Martin Olsen, settu seg í venjarasessin.
Tað var tí ein fragd, at landsliðsleikararnir spældu aftur við
fullari ferð, tá Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari.
Men stríðsviljan hava vit ikki sæð seinastu landsdystirnar.
Tað er ein sannroynd, at føroyingar tíma ikki til landsdyst,
bara tí tað er landsdystur. Tað er ikki nóg mikið bara at síggja
spælarar úr stórum evropeiskum feløgum í Føroyum longur.
Landsdystir skulu vera 90 minuttir av tjóðskaparligum
stoltleika. 90 minuttir við føroyska stoltleikanum, sum vit so
fegin vilja knýta at bardaga og søguni um David og Goliat. Og
hóast vit ikku rukku dreyminum um stig, so vilja vit framvegis
veittra við føroyska merkinum aftaná dystin og siga, at vit
gjørdu okkara ítarsta.
Alt ov ofta eru landsliðsleikararnir ikki sinnaðir at stríðast.
Seinastu dømini eru móti Italia og Slovenia. Tað er eingin
orsøk hjá okkum at fara til landsdyst, um vit ikki fáa ein feril
av tjóðskaparkenslu, men heldur eitt stórtap við vánaligum
hugburði fyri pengarnar.
At vit ikki eru førir fyri at bjóða hinum av, tað er eitt. Tað
vóru Todi Jónsson og hinir heldur ikki.
Men at vit ikki so frægt gera eina heiðurliga roynd at bjóða
hinum av, tað er eitt annað.
Tað tími eg so ikki at gjalda fyri.
Tað eru landsliðsspælararnir, sum skulu skapa áhugan fyri
landsliðnum.
uni@sosialurin.fo
Klumman:
Skapið so
áhugan sjálvir!
Gott og væl
200 norður-
írar til Føroya
»Gleðiligt var í dag at síggja, at Bárður
Johannesen aftur var til dystin fús. Serliga
í vejruni gjørdi Bárður góðan mun, og tá
nakrar venjingar eru farnar afturum, verður
hann uttan iva eins vandamikil í álopinum,
og hann var farna kappingarár.«
• Heimasíðan hjá Kyndli aftaná dystin
móti StÍF í gjár
»Vit hava kannað málið í manshópinum og
kvinnuhópinum hjá Neistanum, og menninir
eru klárt á odda. 27,2 prosent av neistamon-
num og fimm prosent av neistakvinnum
roykja. Seks neistamenn roykja, og ein kvinna
roykir eitt sindur. Kundi verið áhugavert at
frætt, um hetta er nakað, sum venjarar tosa
við sínar spælarar um.«
• Heimasíðan hjá Neistanum
»Eitt er, at vit ikki hava funnið rætta stevið
enn, men at hugburðurin er heldur ússaligur,
tað er ov galið. Rætti dystarandin hoyrdist
ikki fyrr enn hálvur seinni hálvleikur var
spældur, men tá er ov seint. Alt í alt eitt
vánaligt avrik av okkum, og vit kunnu tí
fegnast um, at hetta kann gerast nógv,
NÓGV betur.«
• Heimasíðan hjá H71 aftaná dystin móti KÍF
»Team Klaksvík fekk enn eitt stórtap á
heimavølli. At tapa við níggju málum móti
VÍF, er ikki eitt úrslit, sum Team Klaksvík
kann vera nøgt við.«
• Heimasíðan hjá Team Klaksvík
aftaná dystin móti VÍF
Miðlarnir skriva...
Svangaskarður
Julian Johnsson
U19 tapti
Føroyska U19-landsliðið er í hesum døgum í Lettlandi til EM-undankapping fyri U19-
landslið. Føroyar spældi í fyrsta dystinum javnleik móti Kroatia. Føroyar spældi móti
Italia leygardagin. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men Italia legði seg á odda í 22.
minutti. Føroyska U19-landsliðið spældi fult og heilt upp til italska liðið í fyrra hálvleiki
og royndi at fáa javna áðrenn hálvleik, men tíverri gekk tað ikki. Í seinna hálvleiki legði
Italia størri trýst á, og tað var neyðugt hjá føroyska liðnum at ansa betur eftir, tí fleiri
gul kort vóru givin. Italia fekk tvey mál afturat í seinna hálvleiki, í 54. minutti og 61.
minutti. Men móti endanum av dystinum komu okkara leikarar væl inn í dystin aftur,
og tað var nær við, at føroyingarnir minkaðu um munin. Dysturin endaði 3-0 til Italia.
Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður móti Lettlandi týsdagin.