mánadagur 11. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 11. oktober · Nr. 144
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ósigraðir í sjey dystir
Atli Danielsen og FC Roskilde vunnu aftur í gjár. Hesaferð settu teir uppflytararnar frá Hobro upp á
pláss við at vinna 3-0 á heimavølli. Sigurin hevur við sær, at Atli Danielsen og teir hava ikki tapt seinastu
sjey umførini, og leikararnir tykjast veruliga at hava funnið stevið. Tað var eisini staðfest við, at FC
Roskilde lat ikki nakað mál fara ígjøgnum fyri fyrstu ferð í ár. Klaksvíkingurin, sum heldur steðg frá
landsliðsfótbólti orsaka av lesnaðinum, var við í uppspælinum til fyrsta málið og spældi næstan allan
dystin, tí hann var skiftur út fimm minuttir fyri leiklok. Við sigrinum hevur FC Roskilde nú 15 stig, sum
røkkur til eitt fimta pláss í deildini, sum má metast sum ein sera góð støða, tá FC Roskilde við bit og slit
bardi seg undan niðurflyting í fjør. Tað er eisini vert at hefta seg við málúrtøkna hjá Atla og teimum.
Í teimum tíggju dystunum higartil, hava teir skotið 19 mál, men latið heili 18 mál fara ígjøgnum. Ein
staðfesting av, at liðið hevur brúkt nakað av tíð um at finna stevið.
Uni Holm Johannesen
– Tá vit ikki skulu spæla móti
Írlandi, var Norður-Írland tað besta,
sum kundi henda.
Tað segði Brian Kerr við Sosialin,
tá tað var greitt, at Føroyar vóru í
sama undanbólki sum norðurírar.
Tí tað verður ein serstakur dyst-
ur fyri landsliðsvenjaran í annað
kvøld.
Kerr hevur ógvuliga tøtt ættar-
bond til norðurírska grannalagið,
og hann hevur gjørt greitt, at tað
hevði verið serstakt fyri hann, um
Føroyar fær stig.
Hevur vakt ans
Fjølmiðlarnir
í
Norður-írlandi
varpa eisini ljós á føroyska lands-
liðs venjaran undan dystinum.
At írski Brian Kerr hevur til-
knýtið til Norður-Írland er ikki ein
fyrimunur á Svangaskarði í morgin,
tí hann kennir til bretskan fótbólt.
Hann hevur leingi verið partur
av bretsku fótbóltsmentanini, og
tí veit føroyski landsliðsvenjaran,
hvussu hann skal seta kílar í álops-
spælið hjá Norður-Írlandi í annað
kvøld.
Stephen Craigan, verjuspælari,
staðfestir, at Kerr fer at gera alt fyri
at fáa stig.
– Føroyska liðið er væl fyrireikað.
Hann veit helst meira um okkara lið
og okkara spæliskipan, enn um sítt
egna lið. Tað fer at hjálpa teimum.
Hann vil vinna móti okkum. Hann
vil smílast aftaná. Tað er Írland
móti Norður-Írlandi, um tú vil rópa
tað so, sigur Stephen Craigan, sum
spælir við skotska Motherwell, við
Press Associaion.
Verjuspælarin sigur, at Brian
Kerr hevur tikið á seg eina stóra
upp gávu við at stjórna føroyska
lands liðnum.
– Hann er altíð ágrýtin. Tað
prógvaði hann sum landsliðsvenjari
hjá Írlandi. Kerr vil hava eitt gott
úrslit, og vit skulu stríðast fyri at
fáa fult, sigur hann.
Nøkur ivamál
Tað er framvegis ivasamt, um
Símun Samuelsen og Jóhan Troest
Davidsen verða í føroysku byrjunar-
uppstillini í morgin.
Hóast skaða, hava teir vant við í
vikuskiftinum, men mánamorgunin
var
ikki
endaliga
greitt,
at
Samuelsen og Davidsen spæla við
full ari megi í morgin.
Jann Ingi Petersen, sum var
smá skaddur undan dystinum móti
Slovenia fríggjakvøldið, tykist verð-
ur tøkur.
Tað eydnaðist ikki at fáa við-
merking frá Brian Kerr.
Brian Kerr skal hava stig
A-lAndsliðið Foreldruni hjá Brian Kerr eru bæði ættaði úr
Norður-Írlandi, og sum smádrongur var hann ofta í landinum. Fleiri
av systkinabørnunum eru úr Norður-Írlandi. Tí verður talan um
ein serstakan dyst hjá føroyska landsliðsvenjaranum í morgin
Føroyar er
størri enn Italia
Hópurin hjá Norður-Írlandi:
Málverjar:
Maik Taylor, Birmingham City
Jonathan Tuffey, Inverness CT
Alan Blayney, Linfield
Verjuleikarar:
Jonathan Evans, Manchester United
Stephen Craigan, Motherwell
Craig Cathcart, Blackpool
Gareth McAuley, Ipswich Town
Aaron Hughes, Fulham
Chris Baird, Fulham
Miðvallarar:
Grant McCann, Peterborough United
Chris Brunt, West Bromwich Albion
Jonny Gorman, Wolverhampton
Corry Evans, Manchester United
Steven Davis, Glasgow Rangers
Niall McGinn, Celtic
Sammy Clingan, Coventry City
Framherjar:
David Healy, Sunderland
Warren Feeney, Oldham
Kyle Lafferty, Glasgow Rangers
Pat McCourt, Celtic
Rory Patterson, Plymouth
Hópurin hjá Føroyum:
Málverjar:
Jákup Mikkelsen, ÍF
Tórður Thomsen, HB
Gunnar Nielsen, Tranmere Rovers
Verjuleikarar:
Egil á Bø, EB/Streymur
Jónas Tór Næs, B36
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ
Rógvi Baldvinsson, Ålgård IF
Atli Gregersen, Ross County
Jonhard Frederiksberg, NSÍ
Hendrik Rubeksen, HB
Miðvallarar:
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Fróði Benjaminsen, HB
Bogi Løkin, NSÍ
Jústinus R. Hansen, NSÍ
Daniel Udsen, EB/Streymur
Jann Ingi Petersen, NSÍ
Christian R. Mouritsen, B36
Hjalgrim Elttør, B36
Símun Samuelsen, HB
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Nigel Worthington, lands liðs-
venjari hjá Norður-Írland, sigur
við SkySports, at dysturin móti
Føroyum er størri enn dyst urin
móti Italia, sum var fríggja-
kvøldið.
– Fyri okkum er hesin dyst-
urin størri, tí nú vænta øll, at vit
fara at vinna. Føroyar hava ein
bretskan venjara, sum kennur
bretskan fótbólt. Teir hava
vanliga fleiri leikarar aftan
fyri bóltin, og teir fara helst at
seta kílar í okkara álopsspæl,
sigur Nigel Worthington vð
SkySports News.
Norður-Írland hevur fingið
eina góðan byjan upp á EM-
undankappingina. Liðið hevur
vunnu á útivølli móti Slovenia,
og fríggjakvøldið spældu teir
málleysan javnleik móti Italia
á Winsor Park í Belfast.
– Tað er gleðiligt, at vit í
teimum báðum fyrstu dyst-
unum hava hildið nullið. Vit
vístu móti Italia, at vit ræðast
ikki
nakran,
sigur
Nigel
Worthington.
Um Norður-Írland vinnur
dystin á Svangaskarði, so eru
teir væl fyri í kappingini.
– Dysturin móti Føroyum er
ein dystur, sum vit skulu vinna,
um vit vilja víðari. Vit hava
góð an møguleikan at koma í
eina góða støðu týsdagin, sigur
lands liðsvenjarin at enda.
Venjarin hjá norður írum, Nigel Worthington
Brian Kerr, landsliðsvenjari
Mynd: Álvur Haraldsen