Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tjaldur byrjaði væl í fyrsta lands kappingardystinum í hes­ um árinum. VB hevur runnið aftaná odd inum seinastu kappingar­ árini, og við støði í dystinum í vikuskiftinum, so fara vágs­ kvinnur eisini tað komandi mán aðirnar. Tjaldur vann uppiborið við sjey málum. Úrslitið var 28­21. Gjørdu bart Ikki tí, gestirnir úr Vági stóðu seg væl. Tær hóttu støðugt í fyrra um farinum, og eftir hvíldina vunnu tær seg stundum fram­ um. Men miðskeiðis í seinna hálv leiki setti Tjaldur ferðina upp. Cornelia Rimbu byrjaði av álvara at gera vart við seg, og hon skeyt fimm av sín um átta málum seinastu 10 minutt ir­ nar. Tað var høvuðsorsøkin, at munurin varð heili sjey mál tá av tornaði. Cornelia Rimbu var eisini topp skjútti hjá heimaliðnum. Útlendska styrkin Tjaldur hevur vunnið seg upp millum tey fremstu í før oysk­ um kvinnuhondbólti eftir fá­ um árum. Serliga hevur útlendska til­ gongdin havt týdning, og tað er líkt til, at støðan verður ikki øðrvísi í hesum kappingar ár­ inum. Cornelia Rimbu og Adina Petrea stóðu fyri helminginum av málunum hjá heimaliðnum hesaferð. Tjaldur hevur bara spælt ein landskappingardyst í hesum kappingarárinum, men tað er longu greitt, at tær, saman við Anniku Thomsen, fara at taka høvuðsleiklutirnar á seg. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Meðan kollfirðingarnir á áskoðara­ plássunum klappaðu, róptu og fagn aðu sínum málskjútta, royndu hoy víkingar at greiða hvør øðrum frá, hví tað gekk so galið. Meðan fáir hoyvíkingar klapp­ aðu, róptu og fagnaðu sínum mál­ skjúttum, royndu hinir hoy víkingar at greiða hvør øðrum frá, hví tað gekk so galið. Tað var í royndu og veru prát um besta mansliðið í Hoyvík, sum var fremst í huganum hjá hoy­ víkingum seinasta hálvan tíman av dystinum. Tað eru gott og væl 18 mánaðir síðan, at føroyameistarasteypið varð handað Halgiri Dahl­Olesen. Steypið staðfesti, at Hoyvík átti besta hondbóltsliðið í landinum. Støðan er ein heilt onnur í dag. Liðið er broytt munandi. Halgir Dahl­Olesen, Bárður Brimvík, Janus Søresen, Johan Hofgaard, Regin Joensen og Danni Syhler eru ikki knýttir at hópinum longur, umframt at Kári Nielsen hevur takkað fyri seg sum venjari. Nøvnini, sum hava loyst av, eru Rógvi Sørensen, Hans Kári Hansen, Sigmund Nolsø, Rúni V. Højgaard og aðrir. Tað eru ikki spælarir, sum eru til reiðar at gera seg galdandi í bestu hondbóltsdeildini av álvara enn. Aftaná gullrúsin og gullárið, var H71 aftast í røðini av seks liðum í fjør. Tað eru ábendingar um, at hoy­ víkingar fara heldur ikki at bjóða ovastu liðunum av í hesum kapp­ ingarárinum. Tað staðfestu kollfirðingar, sum vunnu greitt og uppiborið í høllini í Hoyvík leygardagin. H71 hevur einki stig fing ið fyri fyrstu tveir landskapp ingar dyst­ irnar. Óroyndir Tað var lítið veiggj í hoyvíkingum. Serliga í álopsspælinum gekk illa. Heimaliðið gjørdi fleiri púra óneyðug mistøk, sum høvdu við sær, at gestirnir sluppu aftur og aft ur í skjótálop. Levi Nybo vardi málið hjá H71. Hann stóð framúr væl undan steðg inum. Málverjin vardi fyri fleiri at sókn um, og tað var orsøkin, at leiðslan var ikki størri enn TRÝ! mál í hálvleikinum. KÍF var á odda so at siga alla­ tíðina, hóast kollfirðingarnir mis­ nýttu fleiri upplagdar møguleikar. Aftaná hvíldina runnu gestirnir undan, og munurin øktist millum lið ini. Skulu hava tol Føroyameistarar hava tað oftast trupult. Umstøðurnar hjá venjaranum vóru ikki av teimum bestu í fjør. Nakrir av stuðulsleikarunum takk­ aðu fyri seg. Menn komu ikki í mans stað. Nú skulu ungir hoyvíkingar taka við ábyrgd. Unglingar eru sjáldan støðugir í sínum avrikum í fleiri dystir upp í slag, og tí er helst neyð­ ugt hjá hoyvíkingum at brynja seg við toli. Tað verður helst ikki í hesum kapp ingarárinum, at H71 fer at bjóða oddinum av. So komandi mánaðirnar fara hoy víkingarnir á síðulinjuni helst at práta um, hvussu liðið aftur kann vinna dystirnar. uni@sosialurin.fo Tjaldrið er til reiðar Hondbóltur Tjaldur hevur verið liðið, sum hevur givið Stjørnuni kapping um gullstríðið seinstu árini. Tjaldrið staðfesti í vikuskiftinum, at liðið er aftur til reiðar at bjóða í ár Tjaldur - VB 28-21 (12-13) 5 min.: 3-1 10 min.: 6-3 15 min.: 8-5 20 min.: 8-7 25 min.: 10-10 35 min.: 12-13 40 min.: 14-15 45 min.: 17-16 50 min.: 19-19 55 min.: 22-21 Tjaldur: Cornelia Rimbu 8 (2), Adina Petra 7, Annika Thomsen 5, Sarah Ann B. Thomsen 2, Barbara Nygaard 2, Simona Petersen 2, Jóhanna í Króki 1, Benadikta Johannesen 1 Útvísingar: 5 Venjari: Bogdan Burcea VB: Rannvá Johannesen 4, Una Egilsdóttir 4 (1), Gurið Mortensen 3, Monika Samuelsen 2, Justina Baizareviciute 2 Útvísingar: 5 Venjari: Egil Steintórsson Áskoðarar: 100 H71 - KÍF 25-32 (11-13) 5 min.: 3-1 10 min.: 3-3 15 min.: 5-5 20 min.: 8-6 25 min.: 8-9 35 min.: 13-16 40 min.: 15-19 45 min.: 17-23 50 min.: 19-25 55 min.: 21-29 H71: Dánjal Tórgarð 7, Bogdan Florea 5, Poul Kjartan Dam 4, Tróndur Vatnhamar 4, Esbern Pætursson 2, Hans Kári Hansen 1, Rógvi Sørensen 1. Venjari: Daniel Rapa KÍF: Sosialurin fekk tíverri ikki upplýst málskjúttarnar. Venjari: Jan Ottesen Nógv er broytt í Hoyvík Hondbóltur Tað eru gott og væl 18 mánaðir síðan, at hoyvíkingar lótu seg fagna sum føroyameistarar. Nú vilja hoyvíkingar vita, hvussu keðiliga gongdin verður vend Agnar Joensen skiftir til KÍF Agnar Joensen, sum altíð hevur umboðað barndómsfelagið VÍF, fer nú at spæla við KÍF. Kviki og stríðshugaði vestmenningurin noyðist kortini at bíða í ein mánað, áðrenn hann fer í reyðu troyggjuna hjá kollfirðingum. Um tú skiftir felag, tá landskappingin er byrjað, noyðist tú at bíða í ein mánað frá tínum seinasta landskappingardysti, áðrenn tú kann umboða nýggja felagið. Agnar Joensen hevur vant við KÍF í vikuni. nr. lið dysTir Vunni jaVnT TapT + mál - mál +/- sTig 1 Stjørnan 3 3 0 0 92 66 26 6 2 Tjaldur 1 1 0 0 28 21 7 2 3 Kyndil 2 1 0 1 48 43 5 2 4 VÍF 3 1 0 2 74 87 -13 2 5 VB 3 1 0 2 66 80 -14 2 6 StÍF 1 0 0 1 27 32 -5 0 7 Neistin 1 0 0 1 22 28 -6 0 Sunset-deildin kvinnur Leygardagin, 16. oktober: StÍF - Stjørnan Sunnudagin, 17. oktober: Tjaldur - VÍF VB - Neistin Týsdagin, 19. oktober: Stjørnan - Kyndil Neistin - Tjaldur Tróndur Vatnhamar og hinir í H71 fingu ikki gjørt nógv við kollfirðingar Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen