Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Reyðlittu fuglfirðingarnir høvdu tamarhald á dystinum fyrstu løt­ una. Men so tók heimaliðið yvir og spældi sannførandi restina av dyst­ inum. SÍ vann greitt 3­0, tá ÍF vitjaði í Sørvági. Verjuparturin hjá heimaliðnum kom ikki væl frá byrjan, men spældi seg so líðandi upp. Serliga riggaði blokkurin væl. Álopsspælið hjá SÍ var hugflogs­ ríkt. Heimaliðið hevði sjáldan sama uppspæl, og fuglfirðingar stóðu ofta bara og hugdu at, tá bólturin varð bukaður niður í gólvið hjá teimum. Hóast ungi hópurin hjá SÍ ikki hevur spælt í fleiri ár í bestu deild­ ini tilsamans, so merkist tað als ikki um vikuskiftið. Tí kom Ragnar Petersen, sum hev ur tikið við venjarastarvinum hjá SÍ í summar, væl frá byrjan. Ternan manglar royndirnar Ternan tók fleiri skeivar avgerðir, sum var tekin um manglandi roynd ir millum tær bestu, tá liðið av Toftum spældi sín fyrsta dyst í bestu kvinnu deildini Sóleyð Troleis og Katrin Olsen hava drúgvar royndir úr bestu deild ini. Annars eru spælararnir ikki serliga royndir hjá Ternuni. Tað merkist væl í vikuskiftinum, tá TB vann móti uppflytarunum av Toftum. Heimaliðið var ikki serliga sann­ førandi í sínum spæli. Serliga fyrstu løtuna gjørdu tær fleiri mistøk, sum gestirnir ikki gjørdu sær dælt av. Móttøkurnar vóru ikki upp á pláss, men tað eydnaðist ofta at fáa bóltin yvir um netið, hóast tað. Úrslitið var 3­2, og Ternan prógv­ aði tí, at liðið fer helst at gera um seg, hóast toftakvinnur júst hava vunnið sær pláss í bestu deildini. Royndirnar á muni Tað vóru royndirnar, sum var mest eyðsýndur munurin. Heimaliðið helt høvdið kalt í trýstu støðunum. Tað merkist fremst av øllum, at TB hevði spæl­ arar, sum vildu taka ábyrgd og royndi at avgera dystin. Serliga var Guðrið Nolsøe eyð­ sýnd í álopspælinum hjá heimaliðið, og hon, saman við Mariu Rasmussen royndi at skumpa ungir tær ungu í verjupartinum. uni@sosialurin.fo Eingin ivi í Sørvági Eik-ligan, kvinnur Tað var ikki væntað, at SÍ fór at vinna so greiðan og sannførandi sigur, tá ÍF vitjaði í Sørvági. Og Ternan tók fleiri skeivar avgerðir, sum var tekin um manglandi royndir millum tær bestu, tá liðið av Toftum spældi sín fyrsta dyst í bestu kvinnudeildini SÍ - ÍF 3-0 (25-11, 25-18 og 25-16) TB - Ternan 3-2 (25-15, 14-25, 19-25, 25-19, 15-7) TB - SÍ 0-3 (18-25, 9-25, 19-25) Uni Holm Johannesen Tvørámenn royndu seg við einum skerdum hópi móti SÍ, sum hevur vunnið greipuna sein astu tvey árini. Uppgávan vísti seg skjótt at vera ov stór. Úrslitið var 3­0 til SÍ. Fyrsta settið var javnt, og liðini fylgdust upp til 15­15. Tá setti sørvingarnir ferðina upp, og TB hótti ongantíð leiðsluna. Settúrslitini vóru 18­25, 9­25 og 19­25. Jón stóð seg væl Jón Nielsen var serliga eyð­ sýndur hjá SÍ. Hann stóð seg væl í teimum trimum sett unum. Í løtunum, hann gjørdi minni um seg, tóku aðrir høvuðs leik lutin á teg og sendu bóltin av gjørdir niður í gólvið hjá mótstøðu­ monnunum. TB flutti upp í bestu deildina í farna kappingarári. Tað merk­ ist, at tvørámenninir eru ikki drúgv ir millum teir bestu. SÍ revs aði upp flytararnar fyri teirra mistøk. Fyrsti dysturin í bestu deildini gav ábendingar um, at TB fremst av øllum skal menna seg í hesum kappingarárinum, hóast úrslitini helst verða misjøvn. Dysturin millum TB og SÍ var tann einsasti, sum varð spældir í bestu mansdeildini um vikuskiftið. Eik-ligan, mEnn SÍ staðfesti, at TB verður helst við fyri at læra í hesum kappingarárinum SÍ flongdi uppflytararnar Tær reyðu úr Fuglafirði, fingu lítið gjørt við Sannførandi SÍ-kvinnurnar Mynd: Álvur Haraldsen