Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen – Tað er ikki altíð lætt, tá tú er stórur favorittur, segði Matjaz Kek, venjari hjá Slovenia, á tíðinda­ fund inum aftaná dystin, sambært heimasíðuni hjá UEFA. Nei, hann hevur helst rætt. Men hendan dagin var tað lætt. Avrikið hjá føroyingunum stað­ festi væl og virðiliga munin millum føroyskan fótbólt og slovenskan fótbólt. – Vit spældu við sjálvsáliti frá byrjan, og eg eri errin av leikarunum, var stutta, men greiða niðurstøðan hjá slovenska venjaranum. Føroysku spælararnir, sum Brian Kerr hevði valt sum sínar stríðs menn, royndust væl fyrstu løtuna. Men so skjótt Tim Matavz sendi heimaliðið á sigurskós, so var liðugt. Slovenia spældi føroysku spæl ararnar sundur og saman. Málskjúttin Matavz Tim Matavz stóð fyri trimum av mál unum hjá Slovenia. Føroyska miðverjan, sum var manna við Atla Gregersen og Egili á Bø, fekk ongantíð tamarhald á fram herjanum, sum spælir við FC Groningen í Hollandi. Fyrst stýrdi hann bóltinum í málið aftaná innlegg úr høgru. So sneiddi hann Atla Gregersen av, áðrenn hann økti til 2­0. Og miðskeiðis í seinna hálvleiki skeyt hann sítt hattrick, tá føroyska verjan var lítið sannførandi í sínum spæli. Matavz fekk stundum nógv pláss, eins og viðleikararnir høvdu nær mast fríar teymar á hálvuni hjá føroy ingunum. Mikkelsen royndist væl Jákup Mikkelsen var aftur í før­ oyska málinum. Málverjin var mest eyðsýndi før­ oyingurin og staðfesti, at hann hev­ ur framvegis landsliðsstøði. Hann stórbjargaði fleiri ferðir og hevði lítlan møguleika, tá mót støðu­ menninir skutu seg á máltalvuna. Tað varð væntað, at trýstið fór ikki at vera eins stórt í seinna hálv­ leiki, tí Slovenia skal spæla móti Italia í annað kvøld. Men tað legði heimaliðið ikki petti í. Teir spældu við fullari megi, og so hugdu før­ oyingarnir bara at. Fingu so mál Tað var lítið at frøast um hjá før­ oyska liðnum í Ljubljana fríggja­ kvøldið. Tá tríggir minuttir vóru spældir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdi Christian R. Mouritsen sær dælt av verjumistaki og mink aði um munin. Hóast tað hjálpti eitt sindur, so hjálpti tað ikki serliga nógv. Slovenia vann 5­1, og tað var ikki eitt mál ov lítið. uni@sosialurin.fo Føroyar runnu bara aftaná A-lAndsliðið Tim Matavz var stóra hetjan í Slovenia fríggjakvøldið. Føroyska landsliðið hevði millum lítið og einki at bjóða og tapti uppiborið við fýra málum Slovenia - Føroyar 5-1 (2-0) Ljubljana, Slovenia 16.000 áskoðarar Dómari: Stanislav Todorov, Bulgaria Linjuverjar: Nikola Dzhuganski og Nikolay Petrov, Bulgaria 1-0: Tim Matavz, 25. 2-0: Tim Matavz, 36. 3-0: Tim Matavz, 65. 4-0: Milivoje Novakovic, brts., 72. 5-0: Zlatko Dedic, 84. 5-1: Christian R. Mouritsen, 90. Slovenia: Samir Handanovic, Udinese – Miso Brecko, FC Koln, Marko Suler, KAA Gent, Bostjan Cesar, Chievo, Robert Koren, Hull City, Valter Birsa, Auxerre (Andraz Kirm, Wizla Krakow, 51.), Milivoje Novakovic, FC Koln, (Zlatko Dedic, Bochum, 73.), Bojan Jokic, Chievo, Aleksander Radosavljevic, ADO Den Haag, (Armin Bacinovic, Palermo, 59.), Josip Ilicic, Palermo, Tim Matavz, FC Groningen Uttan at verða skiftir inn: Jasmin Handanovic, Empoli, Zlatan Ljubiljankic, KAA Gent, Dalibor Stevanovic, Vitesse, og Matej Mavric, SV Kaåfenberg. Gult kort: Bostjan Cesar, 29. Venjari: Matjaz Kek Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF – Jónas Tór Næs, B36, Atli Gregersen, Ross County, Egil á Bø, EB/Streymur, Hendrik Rubeksen, HB – Bogi Løkin, NSÍ (Hjalgrím Elttør, B36, 41.), Fróði Benjaminsen, HB, Jústinus R. Hansen, NSÍ, Daniel Udsen, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg, (Christian R. Mouritsen, B36, 81.), EB/Streymur, (Jann Ingi Petersen, NSÍ, 81.) – Jóan Símun Edmundsson, Newcastle Uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, HB, Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur, Jonhard Frederiksberg, NSÍ, og Rógvi Baldvinsson, Ålgaard IF. Gult kort: Jústines R. Hansen, 17., Atli Gregersen, 26., Fróði Benjaminsen, 52., Hendrik Rubeksen, 70. Símun og Jóhan sótu uttanfyri Símun Samuelsen, HB, og Johan Troest Davidsen, NSÍ, vóru ikki við fríggjakvøldið vegna skaða. Teir hava verið stuðulsleikarar á landsliðnum seinastu árini, og tað kom sjálvsagt dátt við hjá landsliðsvenjaranum, at teir ikki vóru tøkir. Símun Samuelsen var skaddur í hælsinuni, og Johan Troest Davidsen hevði fingið ein stoyt í knæið. Jann Ingi Petersen, NSÍ, var leingi ivasamur, tí hann hevði ein snudd í baklærinum. Hann kom á vøllin, tá lítil løta restaði í av dystinum. Bíligt brotsspark Matt Holland, sum er viðmerkjari hjá SkySports 1, metir, at brotssparkið, sum Slovenia fekk móti Føroyum, var sera bíligt. Fríggjakvøldið vístu SkySports1 hæddarpunkt frá dystinum í Slovenia. Tá støðan við brotssparkinum kom á skíggjan, spurdi verturin, um Matt Holland metti, at tað var brotsspark. Hann var sera ivasamur á málinum og kom til ta niðurstøðu, at hóast Hendrik Rubeksen hevði hondina um mótstøðuleikaran, so var brotssparkið sera bíligt. Slovenia økti tá til 4-0. HAGTØL UM DYSTIN Slovenia Føroyar Mál: 5 1 Royndir á málið: 12 3 Royndir framvið málinum: 15 0 Gul kort: 1 5 Reyð kort: 0 0 Fríspørk framd: 11 13 Hornaspørk: 13 2 Rangstøður: 2 2 Hagtøl frá uefa.com Slovenia hevði gott tak á Newcastle framherjanum, Joan Símun Edmundsson og hinum føroyingunum Mynd: Polfoto