Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen 98 stig til Ísland. 80 stig til Føroyar. Tað var endiliga úrslitið í lands­ dystinum millum Ísland og Før oyar, sum varð avgreiddur í Laugar­ dalslaug svimjihøllini í Reykjavík leygardagin. Tað var skjótt greitt, at ís lend­ ingar fóru at vinna. Shaila millum Garðarnar, Pauli Ø. Mohr, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal noyddust at geva avboð, orskað av arbeiði og øðrum. Kári á Høvd anum og Mona Simonsen, sum áður hava umboðað Føroyar í al jtóða høpi, eru givin at svimja, og tí vóru tey ikki við. Ísland hevði allar svimjararnar, sum eru ovast á styrkislistanum í Íslandi, tøkar. Føroyski hópurin var ungur. Tríggir vóru seninorar, fimm vóru juniorar, og hini átta eru eitt, tvey og trý ár undir veruligan junioraldur. Ísland hevði 11 seniorar, tríggjar juniorar og tveir undir veruligan junioraldur í sínum hópi. Vunnu greitt Tað vóru oftast fleiri sekund, sum skiltu íslendingarnar frá føroy ing­ unum. Føroysku svimjararnir gjørdu hinvegin bart í liðsvimjingini á átta ferðir 50 metra frí. Tað var strævn­ asti teinurin í lands dystinum. Næstbesta liðið hjá Ísland varð kolldømt, og Føroyar áttu tí ovasta og triðbesta liðið í hesi kapp ingini. Ísland misti øll síni stig, sum næst­ besta liðið upprunaliga tryggj aði teimum. Samanumtikið var íslendenski sigurin greiður. Í støðum var klassa­ munur. Serliga á breiddini vann Ísland fleiri stig. Tað sást serligt, tá bæði liðini vunnu hvør sínar seks ein staklingakappingar, og vinn andi stigini komu tí frá hinum pláss­ unum og liðsvimjingunum. Vunnu seinast Tað er hinvegin ikki meira enn eitt ár síðan, at Føroyar vunnu samlaða landsdystin móti Íslandi. Tað var í Gundadali í Havn. Tá var úrslitið 101­79. Tað er longu nú greitt, at liðini hittast aftur í oktober í 2011 í svimji­ høllini í Gundadali. uni@sosialurin.fo Hóast greiða tapið í lands dyst­ inum, sum gjørdi fleiri av før­ oyingunum bart. Magnus Jákupsson, Havn ar Svimjifelag, setti nýtt før oyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing. Hann var nummar fremstur við tíðini 24.95 sekund. Hann átti somu­ leiðis gamla metið, sum var 25.17 sekund. Hann er fyrsti før oyingur, sum svimur teinin undir 25 sekund. Magnus Jákupsson tryggjaði sær gullnálina við úrs litinum. Astrid Foldarskarð, FLOT, setti nýtt føroyskt juniormet í fyrstu kappingini í 50 metra fir­ valdasvimjing. Tíðin var 29.63 sekund. Foldarskarð átti eisini gamla metið, sum var 30.05 sekund, sum var sett í mai í ár. Tað er ein greið framgongd. Jón Hofgaard, Suðuroyar Svimji felag, setti nýtt juniormet í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:06.50. Hann var næst ur íslendska Jakob Jóhann Sveinsson, sum vann kappingina. Á út tøku stevnuni til landsdystin í september svam Hofgaard sama teinin við tíðindini 1:08.53. Pál Joensen átti gamla junior metið frá november 2008 við tíðini 1:07.20. Pál Joensen eigur føroyska metið við tíðini 1:05.50. Birita Debes, FLOT, setti nýtt føroyskt og juniormet í 100 metra rygg. Tíðin var 1:03.15. Hon átti gamla juniormetið frá før oyameistarastevnuni í mai í ár, tá hon svam teinin við tíð ini 1:04.72. Elspa Mørkøre átti før­ oyska metið við tíðini 1:03.78. uni@sosialurin.fo Fleiri føroysk met Íslendingarnir svumu skjótari Svimjing Íslendingarnir vunnu greitt landsdystin móti føroyingum í vikuskiftinum Magnus Jákupsson, Havn ar Svimjifelag, setti nýtt før­ oyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing Tað vóru oftast fleiri sekund, sum skiltu íslendingarnar frá føroy ing unum