fríggjadagur 8. februar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 27 - 8. februar 2002
Nr. 27 - 8. februar 2002
23
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Danir spara
Hóast danir hava fingið
meiri løn seinastu árini,
og hóast fleiri og fleiri
hava fingið arbeiði, er
privata nýtslan hjá fólki
ikki vaksin síðani 1998.
Tað sæst í einari kann-
ing, sum Danske Bank
hevur gjørt.
Kanningin sigur, at
danir skylda meiri í
bankum og realkreditt-
feløgum nú enn fyrr,
men samstundis hava
fólk sett munandi meiri
pengar til uppsparing,
samstundis sum virðið
á sethúsunum er hækk-
að.
Úrslitið er sambært
Danske Bank, at tey
næstan 2,5 milliónir
húskini í Danmark eiga
í meðal 1,2 milliónir
krónur í dag - í peng-
um, virðisbrøvum og
fastari ogn.
Fiskimenn
vigast
Nógvir fiskimenn í
Noregi eru í øðini um
eina nýggja reglugerð,
sum krevur eina serliga
heilsuváttan frá fiski-
monnunum.
Reglugerðin,
sum
sjóferðslumyndugleik-
arnir hava gjørt og sett í
gildi, sigur m. a., at
menn mugu ikki viga
meiri enn eitt ávíst
samanhildið
við,
hvussu stórir teir eru.
Sum dømi kann verða
nevnt, at ein maður,
sum er 180 sentimetrar
til hæddar, skal ikki
viga meiri enn í mesta
lagi 112 kilo. Kortini
ber til at fáa frávik frá
regluni, men bert í av-
markaða tíð. Í síðsta
mánað fekk ein útróð-
rarmaður í Sunnmøre at
vita, at hann máttti
tveita tólv kilo av sær
innan mánaðir. Gjørdi
hann ikki tað, máttti
hann binda bátin.
Nógvir norskir út-
róðrarmenn eru í øðini
um nýggju regluna. Teir
halda, at Noreg er við
at gerast eitt land, har
alt skal ásetast við regl-
um, og teir eru longu
farnir at spyrja, hvat tað
næsta verður.
Úr Norðurlondum:
Nýta ikki
MMR
Næstan 20 prosent av
foreldrunum í Norður-
noregi taka ikki av til-
boðnum um at kopp-
seta tey smáu við
MMR-vaksinuni.
Heilsumyndugleikar
nir í Tromsø siga, at 17
prosent av foreldrunum
siga beinleiðs nei, tá
læknarnir koma við
tilboðnum, og hini trý
prosentini aftra seg við
at taka av og biðja um
umhugsunartíð.
Orsøkin til ivan hjá
foreldrunum eru kann-
ingar í Bretlandi, sum
benda á, at samband
kann
vera
millum
MMR-koppseting og
autismu.
Krevja
broyting
Nógvir svenskir polit-
ikarar tosa nú um at
banna
innflytarafor-
eldrum at noyða døtur-
nar at góðtaka hjúna-
samband, longu tá tær
eru blaðungar. Orða-
skiftið hevur tikið seg
upp, eftir at ein kurd-
iskur maður myrdi sína
egnu dóttur, tí hon sýtti
fyri at giftast einum
kurdiskum manni, sum
foreldrini høvdu valt
henni.
Mikudagin samtykti
Ríkisdagurin at áleggja
stjórnini at leggja fram
uppskot til lóg, sum
skal forða sonevndum
"tvningilshjúnaløgum"
og hjúnaløgum, har
annað ella bæði fram-
vegis eru børn. Og
sambært
samtyktini
skal lógin umfata øll
fólk í Svøríki, sama um
tey eru svenskir ríkis-
borgarar ella ikki.
Svensk lóg ásetir, at
fólk skulu hava fylt 18
ár fyri at fáa loyvi at
gifta seg. Lógin hevur
tó eina grein, sum gev-
ur frávik frá hesum
aldursmarkinum, men
tann reglan umfatar
einans svenskar ríkis-
borgarar. Tað er hent, at
fólk av útlendskum
uppruna hava fingið
loyvi at gifta seg, hóast
tey bert hava verið 15
ár. Tá hevur verið víst
til lógina í upprunaliga
heimlandinum,
men
hetta verður nú steðg-
að.
Tað dragnar millum
USA og tess sameindu
í Evropa, nú ameri-
kanarar umhugsa
næsta stigið í bar-
daganum ímóti
yvirgangi
ALTJÓÐA
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Eygleiðarar siga, at franski
uttanríkisráðharrin, Hubert
Vedrine, segði ikki annað
enn tað, sum Evropa hugs-
ar, tá hann í einari opin-
skáraðari
samrøðu
við
franska útvarpið France
Inter mikudagin fanst at
politikkinum hjá stjórnini í
Washington.
- Vit stuðla USA, ameri-
kanska fólkið er vinfólk
okkara, og soleiðis verður
tað eisini. Men í dag eru vit
hótt av einari amerikansk-
ari uppfatan, sum ber í sær,
at alt snýr seg um bardagan
ímóti yvirgangi. Men vit
góðtaka ikki hendan hug-
burðin. Vit eiga at loysa teir
grundleggjandi
trupul-
leikarnar so sum fátækra-
dømi og órættvísi, segði
Hubert Vedrine við France
Inter.
Politiskir
eygleiðarar
siga, at orðini hjá franska
uttanríkisráðharranum eru
enn ein tekin um ta veks-
andi
ósemjuna
millum
USA og tess sameindu í
Evropa. Aftan á atsóknirnar
tann 11. september í fjør
góvu evropeisku londini
USA fullan stuðul, men
síðani er kuril komin á
tráðin.
Meðan Bush forseti tosar
um lond sum Norðurkorea,
Irak og Iran sum "ónd
lond" og hóttir við at víðka
bardagan ímóti yvirgangi,
halda tey sameindu hjá
USA í Evropa ikki, at tað er
neyðugt við fleiri hernað-
artiltøkum.
Treytaleysi amerikanski
stuðulin til ísraelsku stjórn-
ina bøtir heldur ikki um
viðurskiftini millum USA
og Evropa. Í útvarpssam-
røðuni segði Hubert Ved-
rine beinleiðis, at Evropa er
ímóti amerikanska stuðlin-
um til ísraelsku stjórnina.
- Eftir okkara tykki er tað
skeivt at stuðla einum poli-
tikki, sum ikki hevur annað
endamál enn kúgan. Poli-
tikkurin hjá Sharon er
skeivur. Hetta hava vit sagt,
og vit hava lagt fleiri upp-
skot fram, segði franski
uttanríkisráðharrin.
Evropa vil ikki hava
meiri kríggj
Fyri fyrstu ferð í
mong ár hava ungar
kvinnur tikið prógv á
lærda háskúlanum í
Kabul
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Undir
Taliban-stýrinum
fingu afghansku kvinnur-
nar ikki loyvi at útbúgva
seg, og tær, sum brutu
bannið, vórðu harðliga
revsaðar.
Men
nógvar
kvinnur
sýttu kortini fyri at laga seg
eftir teimum reglunum.
Summar valdu at útbúgva
seg við hús, annaðhvørt
einsamallar ella saman við
øðrum, og nógvar fingu so
mikið burturúr, at tær stóðu
upptøkuroyndina á lærda
háskúlanum.
- Í fleiri ár slapp eg ikki í
skúla. Eg noyddist sjálv at
útbúgva meg, segði ein av
kvinnunum, sum fyri nøkr-
um døgum síðani stóð
upptøkuroyndina á lærda
háskúlanum í Kabul.
Áhugin at sleppa á lærda
háskúlan var so stórur, at
vápnaðir
løgreglumenn
máttu halda skil á teimum
nógvu
monnunum
og
kvinnunum,
sum
vildu
sleppa inn um dyrnar.
Rektarin á lærda háskúl-
anum í Kabul, Gholan
Manten Daniz, hevur ikki
sæð kvinnur í skúlastovuni
í fleiri ár, og hann segði seg
eisini fegnast um, at hin
helvtin av samfelagnum var
komin aftur í skúla.
Kvinnurnar í Kabul farnar aftur í skúla
Eitt palestinskt húski oman á tí, sum er eftir av húsum teirra, eftir at gravkýr hjá ísraelska herinum javnaðu tey við jørðina. Tað
er hesum politikki, Evropa er ímóti
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Danir spara
Hóast danir hava fingið
meiri løn seinastu árini,
og hóast fleiri og fleiri
hava fingið arbeiði, er
privata nýtslan hjá fólki
ikki vaksin síðani 1998.
Tað sæst í einari kann-
ing, sum Danske Bank
hevur gjørt.
Kanningin sigur, at
danir skylda meiri í
bankum og realkreditt-
feløgum nú enn fyrr,
men samstundis hava
fólk sett munandi meiri
pengar til uppsparing,
samstundis sum virðið
á sethúsunum er hækk-
að.
Úrslitið er sambært
Danske Bank, at tey
næstan 2,5 milliónir
húskini í Danmark eiga
í meðal 1,2 milliónir
krónur í dag - í peng-
um, virðisbrøvum og
fastari ogn.
Fiskimenn
vigast
Nógvir fiskimenn í
Noregi eru í øðini um
eina nýggja reglugerð,
sum krevur eina serliga
heilsuváttan frá fiski-
monnunum.
Reglugerðin,
sum
sjóferðslumyndugleik-
arnir hava gjørt og sett í
gildi, sigur m. a., at
menn mugu ikki viga
meiri enn eitt ávíst
samanhildið
við,
hvussu stórir teir eru.
Sum dømi kann verða
nevnt, at ein maður,
sum er 180 sentimetrar
til hæddar, skal ikki
viga meiri enn í mesta
lagi 112 kilo. Kortini
ber til at fáa frávik frá
regluni, men bert í av-
markaða tíð. Í síðsta
mánað fekk ein útróð-
rarmaður í Sunnmøre at
vita, at hann máttti
tveita tólv kilo av sær
innan mánaðir. Gjørdi
hann ikki tað, máttti
hann binda bátin.
Nógvir norskir út-
róðrarmenn eru í øðini
um nýggju regluna. Teir
halda, at Noreg er við
at gerast eitt land, har
alt skal ásetast við regl-
um, og teir eru longu
farnir at spyrja, hvat tað
næsta verður.
Úr Norðurlondum:
Nýta ikki
MMR
Næstan 20 prosent av
foreldrunum í Norður-
noregi taka ikki av til-
boðnum um at kopp-
seta tey smáu við
MMR-vaksinuni.
Heilsumyndugleikar
nir í Tromsø siga, at 17
prosent av foreldrunum
siga beinleiðs nei, tá
læknarnir koma við
tilboðnum, og hini trý
prosentini aftra seg við
at taka av og biðja um
umhugsunartíð.
Orsøkin til ivan hjá
foreldrunum eru kann-
ingar í Bretlandi, sum
benda á, at samband
kann
vera
millum
MMR-koppseting og
autismu.
Krevja
broyting
Nógvir svenskir polit-
ikarar tosa nú um at
banna
innflytarafor-
eldrum at noyða døtur-
nar at góðtaka hjúna-
samband, longu tá tær
eru blaðungar. Orða-
skiftið hevur tikið seg
upp, eftir at ein kurd-
iskur maður myrdi sína
egnu dóttur, tí hon sýtti
fyri at giftast einum
kurdiskum manni, sum
foreldrini høvdu valt
henni.
Mikudagin samtykti
Ríkisdagurin at áleggja
stjórnini at leggja fram
uppskot til lóg, sum
skal forða sonevndum
"tvningilshjúnaløgum"
og hjúnaløgum, har
annað ella bæði fram-
vegis eru børn. Og
sambært
samtyktini
skal lógin umfata øll
fólk í Svøríki, sama um
tey eru svenskir ríkis-
borgarar ella ikki.
Svensk lóg ásetir, at
fólk skulu hava fylt 18
ár fyri at fáa loyvi at
gifta seg. Lógin hevur
tó eina grein, sum gev-
ur frávik frá hesum
aldursmarkinum, men
tann reglan umfatar
einans svenskar ríkis-
borgarar. Tað er hent, at
fólk av útlendskum
uppruna hava fingið
loyvi at gifta seg, hóast
tey bert hava verið 15
ár. Tá hevur verið víst
til lógina í upprunaliga
heimlandinum,
men
hetta verður nú steðg-
að.
Tað dragnar millum
USA og tess sameindu
í Evropa, nú ameri-
kanarar umhugsa
næsta stigið í bar-
daganum ímóti
yvirgangi
ALTJÓÐA
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Eygleiðarar siga, at franski
uttanríkisráðharrin, Hubert
Vedrine, segði ikki annað
enn tað, sum Evropa hugs-
ar, tá hann í einari opin-
skáraðari
samrøðu
við
franska útvarpið France
Inter mikudagin fanst at
politikkinum hjá stjórnini í
Washington.
- Vit stuðla USA, ameri-
kanska fólkið er vinfólk
okkara, og soleiðis verður
tað eisini. Men í dag eru vit
hótt av einari amerikansk-
ari uppfatan, sum ber í sær,
at alt snýr seg um bardagan
ímóti yvirgangi. Men vit
góðtaka ikki hendan hug-
burðin. Vit eiga at loysa teir
grundleggjandi
trupul-
leikarnar so sum fátækra-
dømi og órættvísi, segði
Hubert Vedrine við France
Inter.
Politiskir
eygleiðarar
siga, at orðini hjá franska
uttanríkisráðharranum eru
enn ein tekin um ta veks-
andi
ósemjuna
millum
USA og tess sameindu í
Evropa. Aftan á atsóknirnar
tann 11. september í fjør
góvu evropeisku londini
USA fullan stuðul, men
síðani er kuril komin á
tráðin.
Meðan Bush forseti tosar
um lond sum Norðurkorea,
Irak og Iran sum "ónd
lond" og hóttir við at víðka
bardagan ímóti yvirgangi,
halda tey sameindu hjá
USA í Evropa ikki, at tað er
neyðugt við fleiri hernað-
artiltøkum.
Treytaleysi amerikanski
stuðulin til ísraelsku stjórn-
ina bøtir heldur ikki um
viðurskiftini millum USA
og Evropa. Í útvarpssam-
røðuni segði Hubert Ved-
rine beinleiðis, at Evropa er
ímóti amerikanska stuðlin-
um til ísraelsku stjórnina.
- Eftir okkara tykki er tað
skeivt at stuðla einum poli-
tikki, sum ikki hevur annað
endamál enn kúgan. Poli-
tikkurin hjá Sharon er
skeivur. Hetta hava vit sagt,
og vit hava lagt fleiri upp-
skot fram, segði franski
uttanríkisráðharrin.
Evropa vil ikki hava
meiri kríggj
Fyri fyrstu ferð í
mong ár hava ungar
kvinnur tikið prógv á
lærda háskúlanum í
Kabul
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Undir
Taliban-stýrinum
fingu afghansku kvinnur-
nar ikki loyvi at útbúgva
seg, og tær, sum brutu
bannið, vórðu harðliga
revsaðar.
Men
nógvar
kvinnur
sýttu kortini fyri at laga seg
eftir teimum reglunum.
Summar valdu at útbúgva
seg við hús, annaðhvørt
einsamallar ella saman við
øðrum, og nógvar fingu so
mikið burturúr, at tær stóðu
upptøkuroyndina á lærda
háskúlanum.
- Í fleiri ár slapp eg ikki í
skúla. Eg noyddist sjálv at
útbúgva meg, segði ein av
kvinnunum, sum fyri nøkr-
um døgum síðani stóð
upptøkuroyndina á lærda
háskúlanum í Kabul.
Áhugin at sleppa á lærda
háskúlan var so stórur, at
vápnaðir
løgreglumenn
máttu halda skil á teimum
nógvu
monnunum
og
kvinnunum,
sum
vildu
sleppa inn um dyrnar.
Rektarin á lærda háskúl-
anum í Kabul, Gholan
Manten Daniz, hevur ikki
sæð kvinnur í skúlastovuni
í fleiri ár, og hann segði seg
eisini fegnast um, at hin
helvtin av samfelagnum var
komin aftur í skúla.
Kvinnurnar í Kabul farnar aftur í skúla
Eitt palestinskt húski oman á tí, sum er eftir av húsum teirra, eftir at gravkýr hjá ísraelska herinum javnaðu tey við jørðina. Tað
er hesum politikki, Evropa er ímóti
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
23
22