Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 Sosialurin Í sambandi við 14. september- haldið 2010 ríkaði hann fjøl- mið larnar við einari grein, sum hevði yvirskriftina: “64 ár síðan føroyingar vrakaðu loys ingina.” Eg loyvdi mær at skriva eitt sáttligt svar til hans ara, har eg legði dent á ein asta sanna upplýsing í greinini. Hann viðgekk nevni liga, at loys ingin hevði fingið 1% størri part av veljara fjøldini enn stjórn- ar uppskotið. Johan veit, at 10. mai 1946 samtyktu sam- bands menninir O. F. Joensen, Andras Samuelsen, Johan M. Fr. Poulsen, Hans Iversen, Kristian Djurhuus og javn- aðar menninir J. E. Jacobsen, J. Fr. Øregaard, Jákup í Jákups- stovu, Johan Peter Davidsen, Peter Mohr Dam og William Smith, 12 í tali, at tveir spurningar skuldu leggj ast fyri Føroya fólk. Tann fyrri ljóðaði: Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi? Tann seinni ljóðaði: Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum? 49,3% vildu hava tann fyrra valkostin. 50,7% vildu hava tann seinna. Tað er tí rætt, sum Johan viðgongur, at loysingin fekk flestar atkvøður. Hvussu Johan, eftir sjálvur at hava ásanna henda veruleika, kann koma sær at seta sum yvirskrift, at føroyingar vrak aðu loysingina, má vera ein spurningur, sum hann kann ráðføra seg við sína samvitsku um. Nú kom Johan aftur, og nú avdúkar hann av álvara, at hann hevur tapt. Tá lærast skal um orða- skifti, verður dentur lagdur á, at um ráðandi er at hava grein í sínum máli. Men hvat skal tann gera, sum sær at mótparturin hevur full komu- liga rætt, og at hann als ikki kann vika tað, ið ført verður fram? Tá eru hyggini ráðini at leggja eftir mót partinum persónliga, dálka hann út, so at tey, sum ikki geva sær so nógv far um innihaldið í orða skift inum, halda at tann skrálandi taparin hevur vunnið. At fara út í slíka per són- liga útspilling er tí ein viður- kenning av, at ein sjálvur er við undirlutan, og tað Johan Petersen her ger, er í veruleikanum at vinda hvíta flaggið í húnar hátt, so ein og hvør kann síggja, at hann hevur tapt. Her kundi orðaskiftið tí enda, men fyri at eingin skal vála í tí misskiljing, at hini tølini hjá Johan eru røtt, er neyðugt at viðgera tey. Johan er skipsverkfrøðingur, og onkur kann halda, at ein, sum dugir at rokna út stabilitet hjá einum skipi, er samvitskufullur tá hann viðger tøl. Hann veit jú, at velir hann skeiv tøl ella roknar skeivt, kann hann forvolda, at skipið koppar. Men eru tølini so ikki í lagi? Fyrst kemur hann við ein- um prosentvísum býti av at kvøð unum á fólka at kvøð- uni. Kelda hansara er løg- tings tíðindi 1946, vanliga ting setan, blaðsíða 49. Eingin lesari kann halda annað, enn at tey tøl, sum hann hevur kemur við, eru røtt, tá ið hann kann vísa til eina so álítandi keldu. Men tað, sum Johan ikki sigur, er, at henda kelda er dagsett 20. september 1946. Hann sigur einki um, at fýra síðu frammanfyri, á síðu 45, verður sagt, at úrslitið av fínteljingini viðvíkjandi fólkaatkvøðuni varð lagt fyri tingið tann 23. september, tríggjar dagar eftir at hans- ara kelda var skrivað, og úrslitið av hesi fínteljing stendur á síðu 55, seks síður aftanfyri hansara keldu. Á fínteljingini minkaði loysingarmeiriluturin við fimm atkvøðum, úr 166 nið- ur í 161. Hetta kom m.a. av, at val nevndirnar sýttu fyri at lata upp brævbjálvar við at kvøðu seðlum, sum vóru komnir ov seint inn, soleiðis sum fyrr verandi sambands- ting maðurin Dánjal Daniel- sen í Sørvági førdi inn í gerða bókina at hansara nevnd gjørdi (Fólkaatkvøðan 1946, s. 671). Tann sum ætlar sær at brúka tølini hjá Johan, skal tí hava í huga, at tá Johan sigur 1) at stjórnar uppskotið fekk 47,2% av øllum innlatnum atkvøðseðlum, er rætta talið 47,3%. 2) at loysing fekk 48,7% av øllum innlatnum atkvøð- seðlum, er rætta talið 48,6%. Síðani fer Johan at reksa upp prosenttøl av velj arunum. Hann sigur: • at atkvøðuluttøkan var 66,4%. Harumframt sigur hann: • at 31% atkvøddu fyri stjórn­ aruppskotinum; • at 32% atkvøddu fyri loys­ ing; • at 33% ikki atkvøddu; • at 4% av atkvøðunum vóru ógildugar. Ein og hvør kann síggja, at her ruggar ikki rætt. Í barna skúlanum læru vit, at ein desimal brøkur bert kann hækk ast, um fyrsta talið aftan fyri komma er 0,5 ella meir. Skal hann arbeiða við heilum prosent- tølum, so má hann lækka atkvøðuluttøkuna úr 66,4 niður í 66%. Men so er talið av teimum, sum ikki atkvøddu, ikki 33, men 34%, og prosent- tølini verða 101% tilsamans! Ein slíkur feilur kundi bent á, at ein eftirkanning er neyðug. Johan hevur rokni- maskinu við hondina, og hann veit, at eitt prosenttal er ein partur av einum heilum tali. Tí ber til hjá honum at finna fram til veljaratalið út frá prosenttølunum, sum hann leggur fram. Johan sigur, at atkvøðu- luttøkan er 66,4%. Í løgtings- tíðindunum verður sagt, at seðlarnir fyri stjórnar upp- skot inum vóru 5.499, meðan loysing fekk 5.660, og 481 seðlar vóru ógildugir. Hetta eru til samans 11.640. Um hesir 11.640 veljarar eru 66,4%, má tað talið, prosentini eru roknaði av, sjálvt veljaratalið, vera 17.530. Síðani sigur hann, at av øllum veljarum hava 31% atkvøtt fyri stjórnar upp- skotinum. Hesar atkvøð ur vóru 5.499, og eftir tí má talið av veljarum vera 17.739. Harnæst sigur hann, at 32% hava atkvøtt fyri loysing. Hesar atkvøður vóru 5.660, og eftir tí hevur talið á veljarunum verið 17.688. At enda sigur hann, at 4% av atkvøðunum vóru ógildugar. Tær vóru 481, og eftir tí er talið á veljarunum eitt heilt annað, nevniliga 12.025. Her er greitt, at rokni- stykk ið hjá Johan er spinn- andi galið. Ein av teimum keldum, hann vísir á, er bókin Fólka- at kvøðan 1946, sum hann sostatt við gong ur at hava havt við hondina. Har er á blað síðu 569 upp aftur prent- að ein grein, sum stóð í Dag- blaðnum tann 17. september. Blaðstjóri á Dagblaðnum var Knút Wang. Hann var sera sam vitskufullur. Kom nakað skeivt fyri hjá honum, rættaði hann tað í næsta blaði. Eingin rætting kom til hesa grein. Tað, sum stendur í Dagblaðnum, samsvarar við tað, sum danski blaðmaðurin Mogens Nyholm fjarritaði niður um sama mundið (blað síða 572). Tað, sum her stendur, er at veljaratalið var 17.216. Tí ber til at seta upp hetta yvirlit: Tá Johan sigur, at 31% hava atkvøtt fyri stjórnar upp skot- inum, er rætta talið 32%. Tá Johan sigur, at 32% hava atkvøtt fyri loysing, er rætta talið 33%. Tá Johan sigur, at 4% hava latið inn ógildugan seðil, er rætta talið 3%. Tá Johan sigur, at 66,4% (ella 67%!) tóku lut í at kvøðu- greiðsluni, er rætta talið 67,7% (sum kann hækkast til 68%). Tá Johan sigur, at 33% ikki tóku lut í atkvøðugreiðsluni, er rætta talið 32%. Tey røttu tølini hevði Johan kunna sæð, um hann hevði lisið betri uppá og hugt á síðu 566 í bókini um fólkaatkvøðuna, tí hesar fregnir boðar setti amtmaðurin stjórn síni longu frá tann 16. september 1946. Johan hevur tí onga umbering fyri at bera falskan vitnisburð. Skipsverkfrøðingurin, sum er farin so bringubrattur at umvæla sambandsfloyið, hevur roknað skeivt, og úrslitið er, at snekkjan er koppað, og í havsbrúnni hómast lítlibátur við hvíta flagginum á stong. Zakarias Wang Johan Petersen vindur hvíta flaggið í húnar hátt! Orðaskiftið millum meg og Johan Petersen um fólkaatkvøðuna 1946 hevur fingið eina óvæntaða vend Kjak Alfred Olsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin “Leingi er tað, ið væl skal vera” sigur eitt gamalt orðatak, og tað má sigast um vegin gjøgnum Leirvík, frá Leirvíkstunlinum til Norð oyatunnilin. Løgtingið Øll hesi seinastu árini hevur vegurin gjøgnum Leirvík riðið løgtinginum sum ein marra, og viðgerðin hevur verið óvirðilig mótvegis fólkinum í Leirvík, tí sjálvt um løgtingið hevur sett av pening á fíggjarlógini, er ongin loysn funnin á vega- føringini. Tað er upp á tíð- ina, at vegurin nú verður gjørdur. Bygdaráðið Eisini hevur arbeiðið at finna eina loysn á vegafør- ingini gjøgnum Leirvík ver- ið sera tyngjandi fyri alt arbeiði hjá bygdaráðnum hesi seinastu mongu árini. Spurningurin um vega føringina førdi til, at bygdaráðið skipaði fyri eini fólkatkvøðu um, hvar ið vegurin gjøgnum Leirvík skuldi vera, og her var ein stórur meiriluti fyri at leggja vegin niðri í bygdini. Løgtingið tók undir við hesi avgerð og samtykti eina verklagslóg fyri vegin í Leirvík upp á 45 mió. kr. Tíverri hava trupul- leik ar millum lands- og kommunalu myndug- leik arnar ført við sær, at onki arbeiði enn er byrjað, sjálvt um tilboðini upp á arbeiðið langt síðani eru innkomin, men nú er so avtalan endaliga gjørd millum Eysturkom-munu og Landsverk, um vega- føringina niðri í bygdini. Hetta fegnist eg um og vóni, at arbeiðið kann byrja fyrst í oktober mánaði, so vegurin kann vera liðugur á vári 2012. Fíggjarligu játtanirnar Fyri 2010 eru 3 mió. kr. settar av til arbeiðið, á fíggjarlógini fyri 2011 eru settar av 18 mió. kr., og í 2012 verða settar av 18 mió. kr. Tað merkir, at arbeiðið nú kann byrja og halda fram uttan íhald, til tað stendur liðugt um 1½ ár. Hetta ger, at Leirvík nú endiliga fær eina virði- liga loysn upp á vega før- ingina gjøgnum bygd ina, og tað gleðir meg sum løgtingsmann í Eystur- oynni. Nú verður Leirvíks­ vegurin gjørdur