Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 30 Sosialurin Eyðun Klakstein Nógv fólk var til almennu móttøkuna, tá ið kókibókin Lætt og Leskiligt 4 varð løgd fram í Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík seinnapartin fríggjadagin. Johanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk standa fyri útgávuni, og tær greiddu frá, at tær hava reikað longur fyri at finna íblástur til upp­ skriftir. – Vit blíva ongantíð troytt­ ar av at tosa um mat, upp­ skriftir og at gera spennandi nýggjar rættir, og tað er júst orsøkin til, at vit nú útgeva okkara fjórðu bók í røðini, siga tær báðar. – Hesa ferð hava vit latið hugin reika eitt sindur longri bæði til meir eksotiskar upp­ skriftir og øðrvísi mátar at bjóða til borðs. Fjølbroytt kókibók Lætt og Leskiligt 4 gevur fólki hugskot um rættir til brunsj, buffet, uttandura máltíðir, vetrarkvøld og morgunmat. Og summir av rættunum eru meira eksotiskt inspireraðir. Til dømis dadlir í baconsveipi, hvítleyksstoktar tikararækir, grissini við pesto og saltaðar mandlir. – Fyrst og fremst ynskja vit aftur hesa ferð at geva lesarunum spennandi og lætt ar uppskriftir til rætt­ ir, sum fólk kunnut eta við góðari samvitsku og borð­ reiða við einum smíli. Sum nakað nýtt hava tær nú eisini ymisk hug skot til morgunmat og millum mál­ tíðir. Tey bjóða fólki at royna til dømis havragreyt við peru og súrepli, músli, smoothies, heimagjørda súltutoy, bollar og góð breyð av ymsum slagi. Breyðini og bollarnir rigga eisini væl, um fólk vilja gera matpakkan sunnari og meir spennandi. Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kost til­ ráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðra­ kálking ella skulu ansa eftir vektini. eydun@sosialurin.fo Dadlur í baconsveipi BÓK Fjórða bókin í røðini Lætt og Leskiligt bjóðar meira eksotiskar uppskriftir. Millum uppskriftirnar eru dadlir í baconsveipi, grissini við pesto og saltaðar mandlir NÝGGJ BÓK Elisabeth Akursmørk og Johanna á Tjaldrafløtti hava nú útgivið fjórðu bókina í røðini Lætt og leskiligt Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt talu og fegnaðist um, at uppskriftirnar eru lættar og sunnar Fólk fingu høvi at royna nakrar smakkiroyndir Johanna og Elisabeth signeraðu nógvar bøkur fríggjadagin Lætt og leskiligt bókin