mikudagur 13. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
6
Sosialurin
Uni Arge
Poul Michelsen, tingmaður,
tveitti mánadagin eina polit
iska bumbu á redaktións
borðini kring landið. Hann
boðaði frá, at hann hevði
tikið seg úr Fólkaflokkinum,
tí hann vildi ikki longur
finna seg í, at ein minniluti
stýrir Fólkaflokkinum, og
at flokkurin ikki virkar eft
ir síni egnu stevnuskrá.
Í skrivi gjørdi hann greitt, at
flokkurin sigur seg í stevnu
skránni vera liberalan, sosial
an og demokratiskan, verja
demokratiska stýrislagið í
Føroyum og tryggja per són
liga frælsið hjá fólki. Har
aftrat vil flokkurin, nevndi
Poul Michelsen, at Føroyar
skulu gerast suverenur statur
millum aðrar í heiminum.
Men hesum virkar flokk
urin sambært Poul Michelsen
ikki fyri. Hann hevur í fleiri
ár stríðst eitt innanhýsis stríð
við serliga Bjarna Djurholm
og Óla Breckmann, ið ikki
júst hava verið kendir fyri
at vera ídnir stríðsmenn á
sjálvstýrisvonginum, heldur
tvørturímóti. Eisini hava teir
verið ímóti at endurskipað
fleiri gamlar bygnaðir í sam
felag num, eitt nú í fiskivinn
uni, har teir stuðla teimum
valdsmiklu aktørunum, ið
longu eru í vinnuni, og
teim um fyrimunum, hesir
aktørar
fáa
við
verandi
bygn aði. Hesin hugburður
er konservativur og hoyrir
ikki nútíðini til, hevur Poul
Michel sen sagt, og tí tímdi
hann ikki meira.
Veruligi
valdsdysturin
millum Poul Michelsen øðru
megin og Bjarna Djurholm og
Óla Breckmann hinumegin
stóð undan løgtingsvalinum
19. januar 2008. Øll sóu tá,
at fremsta málið hjá Poul
Michelsen var at koppa
teimum báðum, og hann legði
nógv fyri. Vallýsingarnar
vóru bæði nógvar og stórar,
og ongin ivi er um, at Poul
Michelsen fór djúpt niður í
lummum fyri at vinna val
dystin. Tað eydnaðist eisini.
Poul Michelsen varð valdur
við 341 atkvøðum. Bjarni
Djurholm fekk 317 atkvøður
og
Óli
Breckmann
312.
Hvørgin teirra kom á ting,
men seinni fingu teir sess í
tinginum sum eykavaldir, tí
onnur fólkafloksfólk fóru í
landsstýrið.
Væl ber til at siga, at
sjálv stýrisvongurin í Fólka
flokkinum vann valið sein
ast, verður hugsað um, at
Annika Olsen, Jógvan á
Lakj uni og Jákup Mikkelsen,
ið øll eru sjálvstýrishugað,
komu á ting saman við Poul
Michelsen.
Men
úrslitið
gjørd ist, at Óli Breckmann
og Bjarni Djurholm, ið veljar
arnir vrakaðu, fingu eins
stóra ávirkan, tá Jørgen
Nicla sen, Annika Olsen og
Jacob Vestergaard fóru í
lands stýrið. Hetta kom illa
við hjá Poul Michelsen. Tá
so Fólkaflokkurin fríggja
dagin brádliga valdi Bjarna
Djurholm í grein 25nevnd ina,
sum skal viðgera stjórnar
skipanaruppskotið, var tað
Poul Michelsen ovboðið, og
hann takkaði fyri seg.
Á ein hátt er Fólka flokk
urin eitt sjáldsamt fyri
brigdi. Hann sigur seg, eins
og Poul Michelsen hevur
víst á, vera liberalan og sjálv
stýrishugaðan. Men hann
er ikki so liberal ur, at hann
stuðlar
minni luta bólkum,
sum søguliga hava verið
for fylgdir, hann stuðlar ikki
eini
reint
liberalistiskari
skipan í fiskivinnuni, har øll
á jøvnum føti skulu gjalda
fyri at fáa lut í fólksins ogn,
fiskinum, og hann er so lítið
sjálvstýrissinnaður, at hann
setir ein meiri ella minni
sambandshugaðan
eyka
tinglim at viðgera stjórn ar
skipanaruppskotið og ikki
sjálvan formannin, ið varðar
av uttanríkismálum land
sins.
Søguliga var Fólkaflokk
urin ein samanrenning mill
um Vinnuflokkin og mongu
veljararnar
hjá
Jó ann esi
Patursson.
Hurða klams ið
hjá Poul Michelsen reisir
spurningin, hvat er eftir
av tí framfýsna sjálv stýris
politikkinum
hjá
Fólka
flokkinum,
sum
Jóannes
Patursson og eisini Thorstein
Petersen vóru garantar fyri.
Annfinn Kallsberg, ið var
fullveldisløgmaður, er á veg
úr politikki. Jørgen Niclasen,
Jákup Mikkelsen og Heðin
Zachariassen tosa sjáldan
við nakrari sannføring um
sjálvstýrispolitikk. Jógvan á
Lakjuni er av heilum hjarta
sjálvstýrissinnaður,
men
kortini ikki so sinnaður, at
hann vildi endurveljast í
stjórn arskipanarnevndina.
Vantandi sjálvstýrishug
urin hjá stórum pørtum
av Fólk a flokkinum hevur
á valum kostað flokkinum
nógv í sjálvstýrisháborgini,
Havnini. Tjóðveldi hevur
etið nógv burtur av Fólka
flokkinum í høvuðsstaðnum,
og tær sjálvstýrisatkvøður,
sum Tjóðveldi ikki hevði
fingið fatur á har, átti Poul
Michelsen. Hvussu verður
so á einum komandi vali?
Hvagar skulu høgrasinnaðir
sjálvstýrisveljarar hjá Fólka
flokkinum fara, um teir ikki
reiðiliga kenna seg heima
í Tjóðveldinum, og Ann
finn Kallsberg ikki stillar
uppaftur? Spurningurin er
upp lagdur, men ikki ein fald
ur at svara.
Vist er kortini, at Fólka
flokkurin søguliga er ein
seig lívaður
flokkur,
sum
sjáld an fær teir stóru lúsing
arnar frá veljarunum. Í velj
arakanningum kann hann
ofta liggja lágt, onkuntíð
niðri á 1617 prosentum, men
tá til skarpskeringar kem
ur, endar hann vanliga á
1920 prosentum. Um Bjarni
Djurholm
og
Óli
Breck
mann
hava
styrkt
sína
støðu í flokkinum, nú Poul
Michel sen
loksins
vendi
teimum bakið, man tó vera
ivasamt. Veljararnir valdu
Poul Michelsen fram um teir
báðar seinast, serliga orsakað
av sjálv stýris málinum, og í
tí málinum er nú eitt tómt
pláss í Fólka flokkinum.
Radikalt sjálvstýri
fór á dyr
GreininG Fólkaflokkurin stendur sambært stevnuskránni fyri radikalum sjálvstýri
og einum liberalistiskum politikki á øllum økjum. Men í verki tykist hann at vera
hálvhjartaður í stjórnarskipanararbeiðinum, verjir gamlar bygnaðir í fiskivinnuni
og atkvøður ímóti málum um at verja persónliga frælsið hjá minnilutum. Er
stundin komin hjá flokkinum at umskriva stevnuskránna, nú Poul Michelsen hevur
sett orð á andsøgnina millum førda politikkin og stevnuskránna?
Í stevnuskránni hjá
Fólkaflokkinum
verður m.a. sagt:
»Hin føroyski
Fólka flokkurin
(radi kalt sjálvstýri)
er ein liberalur,
sosialur og demo
krat iskur sjálv
stýris flokkur.
Enda mál floksins er
fult sjálv stýri fyri
Før oyar, soleiðis at
vit fáa lóg gávu vald
á øllum økjum og
úteftir telja við sum
suverenur stat ur
javnbjóðis øðr um
sjálv stýrandi lond
um.«
Fakta