mikudagur 13. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
14
Miðvikan
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
11. partur
T
að var Poul Müller, sum var upp
runin til hesa greinarøð, sum
var grundað á tey nógvu brøv, sum
hann legði eftir seg. Tí er longu sagt
nokk so nógv frá hansara søgu.
Hesi brøv eru tó flest øll slík,
sum hann hevur fingið. Hann hevur
eisini sent ein hóp av brøvum, men
tey kenna vit sum so einki til Tí
hevur myndin av Poul verið eitt
sindur ófullfíggjað.
Men kortini ber til at geva eina
nærri mynd av Poul. Í ár 2000 skriv
aði Lars Dyrløv Madsen, lesandi við
Roskilde Universitetscenter, eina
ritgerð um menning av svartkalva
veiðu í Jakobshavn seinast í 1800
talinum, har Poul var undangongu
maður.
Henda ritgerð viðgerð eisini
Poul sum persón, og er henda fyrra
greinin grundað á nevndu ritgerð.
Gjørdist triði
kolonistjórin í ættini
Poul var kolonistjóri í Jakobshavn/
Ilulisat frá 1892 til 1901, tá ið hann
doyði. Sum áður greitt frá, vóru
beiggi hansara, Rasmus, og svágurin,
Grønlands Johan, kolonistjórar í
Grønlandi um somu tíð. Sostatt
hevur ættin havt stóra ávirkan í
Grønlandi seinast í 19. øld
Kolonistjórin var ovasti myndug
leikin hjá kongaliga handlinum í
koloniini. Hann hevði eisini ábyrgd
ini av øllum fólkum undir »dansk
ret.«
Í Jakobshavn vóru umframt
kolonistjórin og ein danskur assis
tentur níggju mannligir grønlend
skir hjálparar. Hesir skuldu gera alt
fyrifallandi arbeiði. Umframt var
konufólk, sum hjálpti til heima við
hús.
Arbeiðið hjá kolonistjóranum
var nógv at fást við umsiting,
eisini við skráseting av tí vinnuliga
virkseminum.
Poul fer til Grønlands
Poul var føddur í Havn 15. desember
1861, og hann varð doyptur í Havnar
kirkju 23. mars 1862.
Poul fekk eitt gott prógv frá
realskúlanum í Havn í 1877. Hann
arbeiddi síðani tvey ár hjá fútanum
í Havn, haðani hann fekk framúr
gott ummæli.
Í 1881 fekk Poul starv hjá konga
liga grønlendska handlinum í Keyp
mannahavn, og í 1883 varð hann
sendur til Christianshaab at arbeiða
hjá handlinum. Frá 18861888 hevði
Poul farloyvi orsakað av eini oyrna
sjúku, sum gjørdi, at hann líðandi
gjørdist nærum púra deyvur.
Í 1891 kom Poul til Jakobshavn
sum assistentur. Í 1892 gjørdist
hann virkandi kolonistjóri, og árið
eftir kom hann í fast starv.
Poul doyði 19. november 1901 av
»bróstsjúku,« í veruleikanum tuber
klum. Tað hjálpti ikki uppá sjúkuna,
at hann ikki spardi seg sjálvan.
Poul varð jarðaður 24. november
og fekk ein sermerktan gravstein,
sum enn minnir um hann. Grav
steinurin ímyndar eitt træ.
Áhugaður fyri alt, sum
hevði við náttúru at gera
Sagt verður um Poul, at hann um
framt sítt arbeiði sum kolonistjóri,
eisini var áhugaður fyri frítíðarlívi
í grønlendsku náttúruni. Hann
fiskaði og fylgdi við í djóra og fugla
lívinum eins og beiggin Rasmus.
Hesin áhugi kom eisini fram í
teimum brøvum, hann fekk frá
beiggjanum Hans Christian, sum
fór til Amerika, ein áhugi teir vóru
felags um.
Poul hevur eisini skrivað nokk
so nógv niður av tí, sum hann
eygleiddi í Grønlandi um fugl,
kóp og fisk, og er hetta til skjals á
Kongaliga Bókasavninum.
Eisini innsavnaði Poul fitt av
fugli til at stappa út, ta tíð hann
var í Grønlandi. Poul fiskaði eisini
síl. Hann dugdi væl at koyra við
hundum, og hann hevði 40 hundar,
sum var roknað fyri at vera nógv tá
í tíðini.
Fyrstur við telefon
í Grønlandi
Poul var frammarlaga við nútím
ans tøkni. Hann hevði eina tele
fonskipan í kolonistjórahúsinum, og
hevði hann sostatt telefonsamband
við bygningarnar hjá handlinum.
Hetta var helst fyrsta telefonskipan
í Grønlandi. Tað er merkisvert,
hvussu skjótur hann hevur verið, tá
hugsað verður um, at Bell uppfann
telefonina í 1881. Telefonin kom jú
ikki í Føroyum fyrr enn í 1906.
Poul var eisini íðin fotografur,
og hansara myndir eru til skjals á
søvnum í Grønlandi og Danmark.
Myndirnar hjá Poul Müller eru, um
ikki tær elstu, so millum tær eldru
í hesum søvnum. Hetta áhugamál
hevði hann til felags við pápan.
Kundi vera ov stívrendur
Poul hevði eitt stórt djórahald i, og
hetta gav honum eisini trupulleikar
í lokala samfelagnum.
Hetta elvdi eisini til fleiri stríðs
mál. Eitt mál av hesum slag var, tá
ið Poul kravdi endurgjald, tí hundar
vóru lagstir á seyðin hjá honum á
eini oyggj. Hundarnir høvdu dripið
fleiri seyðir.
Men hesum fekk Poul einki
burtur úr. Hann skuldi havt vitað,
at á fjøru, og tá ísur var, sluppu
hundarnir lættliga út á oynna.
Hetta dámdi ikki Poul, og sagt
verður, at hann var í øðini og gav ilt
av sær um hesa avgerð.
Hetta hevur ikki verið væl
upptikið millum íbúgvarnar, har
hundahald var grundarlagið fyri
samfelagnum, og har illsinni van
liga ikki varð góðkent.
Djór og plantur
Hvussu fjølbroyttur Poul var, sást
í øllum djórunum hann hevði. Tað
var seyður, høsn, dúgvur, villgæs,
kaninir, geitir og svín. Tað hevur
kravt eitt stórt innhegnað øki at
hava pláss til øll hesi djórini og
støðugt at skula verja tey móti
hundunum. Tað má eisini hava
verið eitt stórt arbeiði at útvega fóð
ur so norðarlaga á knøttinum. Men
hetta tyktist kortini at rigga væl.
Eisini dyrkaði Poul plantur,
blómur og grønmeti. Dømi um
hetta eru persilla, karsa, salat,
blomkál, røtur, kál og blómur sum
rósir, nelikar o.s.fr.
Óvinur við prestar, men
vinur við læknar
Eina ferð um mánaðin var donsk
gudstænasta í kirkjuni. Men her
møtti Poul ongantíð upp. Hetta var
ikki væl upptikið í einum kristnum
samfelagi. Men serliga var hetta
illa upptikið av danska prestinum,
at ikki allir teir fáu dansktalandi
møttu upp. Men tað skilst eisini
á brævaskiftinum hjá Poul, at
hann hevur ikki verið ov væl í øgn
við donsku prestarnar. Teir hava
kanska heldur ikki altíð verið av
Guds bestu børnum. Eisini kundu
teir sjálvir vera ringastir móti
sínum egnu.
Økislæknin Bentzen skrivar í
síni dagbók, hvussu hann upplivdi
Poul Müller í 1899:
»Lige for broen er et gammeldags
pynteligt hus (kolonibestyrerhuset),
rensdyrgevir over døren, stort
beslag, hvidmalede vindueskarmer.
Ned derfra kommer en lille spinkel
mand, dansk klædt, med kasket
på hovedet, brun jakke, lange
kamikker. Han kommer langsomt
og roligt, lige som lidt nølende
og lidt forlegent, som om han på
en måde er forskræmt og dog
overlegen. Men jeg kan ikke give
noget billede, der kan forklare det
Poul Müller hevði fyrstu
telefon í Grønlandi
Í umrøðuni av Müllerættini í Havn koma vit nú til tann seinasta, nevniliga Poul, triðja
sonin hjá Marin Kristinu og Hans Christopher Müller, sýslumann í Havn. Sum øll hini
hevur hann sína serligu søgu, sum vit fara at hava í tveimum pørtum
Poul var ein av teimum trimum av Mullerættini, sum
var kolonistjóri í Grønlandi seinast í 19. øld
Komandi partur
Svartkalvi hevur havt stóran
týdning fyri Grønland.
Her var Poul Müller ein
undangongumaður
Müllersøgan: