mikudagur 13. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
Sosialurin
artastartara
Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya, ið
tekur sær av sølu av fiski,
sum fer um uppboðssølu,
eru eini seks fulltíðarstørv,
og
á
Landingarmiðstøð
Føroya, sum tekur sær av
landing og øðrum tænastum
til skip og bátar við eitt nú
kassum, kørum og agni,
arbeiða eini 30-40 fólk, tá
landing er, og fiskur skal
skiljast og pakkast.
Tilsamans arbeiða eini
40-50 fólk á FMF og LMF, tá
mest er at gera.
Í byrjanini og nøkur ár
fram var hetta ein fyritøka,
men fyri nøkrum árum
síðan vórðu fyritøkurnar
skildar sundur, soleiðis at
hetta eru tvey feløg við hvør
sínum rakstrargrundarlagi.
Kristian Fríðrik Olsen er
stjóri á Landingarmiðstøð
Føroya, sum eisini hevur
virksemi aðrastaðni enn á
Toftum, og Jens Christian
Olsen er stjóri á Fiska-
marknaði Føroya.
Kaffi og wienarbreyð
Tá
Sosialurin
var
á
gátt á LMF og FMF í
gjáramorgunin, fingu vit
gott kaffi og wienarbreyð,
sum Harry Benjaminsen
syrgdi fyri.
Á stuttu vitjanini heils-
aðu vit eisini upp á báðar
stjórarnar, Jens Christian
Olsen (FMF) og Kristian
Fríðrik Olsen (LMF) umframt
landingarformannin, Niclas
Davidsen.
Harry
Benjaminsen,
sum hevur fingurin á pulsi-
num og veit, hvat rørist
við bryggjukantin, segði,
at umframt vanligu upp-
gávurnar hjá Landingar-
miðstøð Føroya, er eisini
vanligt, at fólk hjá LMF
pakka fisk fyri útflytarar.
– Skiljing og pakking
taka eisini sína tíð, og tí er
tað ikki altíð so, at nógv fólk
ganga heima, tó at eingin
landing er, sigur hann.
Útróðrarfiskur
Tá Sosialurin hevði Harry
Benjaminsen í telefonini
aftur í morgun, visti hann
at siga, at eini 30.000 pund
av útróðrarfiski komu upp á
land á Toftum í gjárkvøldið.
– Hetta er bæði línu-og
snellufiskur, og onkur bátur
við snellu hevði upp í 1100
pund, leggur hann aftrat.
Harry Benjaminsen segði
í morgun, at línuskipið Vest-
urhavið væntandi kemur
inn at landa í morgin.
vilmund@sosialurin.fo
40-50 arbeiða við
landing og sølu
VINNA Landingarmiðstøð Føroya og Fiskamarknaður
Føroya er eitt lutfalsliga stórt arbeiðspláss, tí bara
á Toftum arbeiða eini 40-50 fólk við sølu, landing
og ymiskum tænastuveitingum til skip og bátar
... pápi mín small
um, meðan hann stóð
og arbeiddi, og hóast vit
royndu at fáa lív í hann
aftur, eydnaðist tað ikki...
HARRY BENJAMINSEN
FMF og LMF er tilsamans eitt stórt arbeiðspláss á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen