mikudagur 13. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað er neyvan serliga vanligt,
at arbeiðspláss liggja inni
við hjartastartara. Onkur
hevur slíkan útbúnað, og
Sosialurin hevur skilt, at
hjartastartarar eitt nú eru
í SMS og í terminalinum á
flogvøllinum. Helst eru aðrir
eisini á onkrum av teimum
størru
arbeiðsplássunum
kring landið.
Fiskamarknaður Føroya
á
Toftum,
sum
húsast
undir somu lon, sum Land
ingarmiðstøð Føroya, hevur
fyri fáum árum síðan útvegað
sær bæði hjartastartara og
iltfløsku við masku.
Tveir tilburðir
Eftir at tveir mans doyðu við
ikki so longu millumbili fyri
34 árum síðan, ávikavist í
starvi hjá Landingarmiðstøð
Føroya og umborð á skipi,
sum lá við bryggju á Toftum,
gjørdi Fiskamarknaður Før
oya av at keypa sær hjarta
startara og iltfløsku við
masku.
Nevndu deyðsføll snúðu
seg ikki um vanlukkutil
burðir, men um aðrar orsøk
ir til deyða. Eingin sigur,
at hjartastartarin ella iltin
høvdu kunnað bjargað nøkr
um av monnunum, men
kortini leiddu hesir tilburðir
til, at útbúnaðurin varð
keyptur, so hann nú er tøkur
í húsinum – og tøkur hjá
øðrum í økinum at brúka, um
tørvur skuldi verið á hesum.
Tá Sosialurin var á gátt
á LMF og FMF fyrrapartin í
gjár, sóu vit eitt nú hendan
útbúnað og stjórin á Fiska
marknaði
Føroya,
Jens
Christian Olsen og Harry
Benjaminsen, sum starvast
hjá Landingarmiðstøð Før
oya, vístu mær, hvussu hjarta
startarin verður brúktur í
neyðstøðu.
Misti pápan
Tað var nevniliga Harry
Benjaminsen,
sum
misti
pápan, Frede Benjaminsen,
meðan hesin var í arbeiði hjá
LMF.
– Pápi mín small um,
meðan hann stóð og arbeiddi,
og hóast vit royndu at fáa lív
í hann aftur, eydnaðist tað
ikki, sigur Harry.
Harry
var
sjálvur
til
arbeiðis á landingarmiðstøð
ini saman við pápa sínum,
tá hesin small um, og tað
var Harry sjálvur, sum gav
honum hjartamassagu, til
læknin, Sverri Lamhauge,
kom á staðið.
– Pápi var júst komin
aftur frá døgurða, tá hetta
hendi. Um nakað hevði verið
øðrvísi, um vit tá høvdu havt
hjartastartaran er jú slett ikki
vist. Tað veldst alt um, hvør
orsøkin var til, at pápi small
um og doyði so brádliga, sigur
Harry Benjaminsen.
Meðan
vit
vóru
inni
á
gólvinum,
segði
Jens
Christian Olsen, at hjarta
startarin virkar soleiðis, at
hann bara slær til, tá hjartað
er steðgað.
– Hetta merkir, at startarin
ongantíð kann gera tað verri,
sum hann tekur til.
Kunnað aðrar
Harry Benjaminsen sigur, at
eini 16 fólk á ávikavist LMF
og FMF hava verið á skeiði og
soleiðis hava lært at brúka
útbúnaðin.
– Tað er undir øllum
umstøðum ein ávísur trygg
leiki í at hava slíkan útbúnað
á arbeiðsplássinum, ásannar
hann.
Jens
Christian
Olsen
sigur, at tá tey høvdu keypt
útbúnaðin, sum tilsamans
kostaði umleið 30.000 krón
ur, lótu tey aðrar fyritøkur í
økinum vita, at hjartastartari
og
iltfløska
er
tøk
hjá
teimum.
Útbúnaðurin hevur fing
ið fast pláss í trappuupp
gongdini til skrivstovurnar
á Fiskamarknaði Føroya.
Við hesi grein skuldu so
uppaftur fleiri í økinum vita,
at hjartastartari og ilt eru tøk
í hølunum hjá Fiskamarknaði
Føroya á Toftum.
Arbeiðspláss hevur hja
TRYGD Eftir at tveir mans við ikki so longum millumbili doyðu í
arbeiði á Landingarmiðstøð Føroya og umborð á skipi, sum lá við
bryggju á Fiskamarknaði Føroya, keypti FMF sær ein hjartastartara
og iltfløsku við masku. – Vit hava latið vinnuna í økinum vita, at vit
hava hendan útbúnað hjá okkum, um brúk skuldi verið fyri honum,
sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen
Tað var pápi Harry Benjaminsen, sum small um og doyði,
meðan hann var til arbeiðis á landingarmiðstøðini. Nú sigur
skeltið uttanfyri, at hjartastartari og ilt eru tøk í húsinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stjórin á FMF vísir
okkum hjartastartaran
og iltfløskuna, sum
er tøk á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jens Christian Olsen er stjóri á Fiskamarknaði Føroya. Hann var
blíður og fyrikomandi, tá Sosialurin hitti hann í gjár
Mynd: Vilmund Jacobsen