mikudagur 13. oktober 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
Sosialurin
Skipanin við hjálparlæknum
á smærru sjúkrahúsunum er
øðrvísi enn á Landssjúkra
húsinum. Eftir umbøn frá
almennu myndugleikunum
á sinni, játtaði felagið hjá
hjálparlæknunum, at ser
skipan kundi vera á Klaks
víkar Sjúkrahúsi, ið síðani
eisini er galdandi á Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Vanligt er á
Landssjúkrahúsinum,
at
hjálparlæknar hava forvakt
í 1 døgn og síðani frí. Ráðiligt
er ikki at hava longri vaktir,
tí arbeiðstrýstið er so stórt.
Tílík
vaktskipan
krevur
eitt
vælmannað
lið
av
hjálparlæknum, ið skifta um
at hava vakt á sjúkrahúsinum.
Á smærru sjúkrahúsunum er
arbeiðstrýstið nakað minni.
Tískil varð hildið, at ráðiligt
var, at læknar kundu hava
forvakt í longri tíð uttan
íhald, og varð umbønin frá
almennu myndugleikunum
um serskipan fyri forvaktirnir
á smærru sjúkrahúsunum
tískil gingin á møti. Tað
merkir so eisini, at talið
av læknum, ið skulu passa
eina tílíka forvaktsskipan á
smærru sjúkrahúsunum er
væl minni – hægst 4 læknar
um mánaðin.
Ført hevur verið fram,
at hjálparlæknarnir hava
tilkallivakt – tað er tó ikki
rætt. Er ein forvakt á einum
sjúkrahúsi, so er ein á vakt
allatíðina, og ikki bert til
kallivakt. Sáttmálin sigur
tó, at effektiva arbeiðið skal
hægst vara 16 tímar um
døgnið, tí forvaktin skal
hava møguleika at hvíla, men
altíð vera tøkur. Ásetingin
um mest loyvda effektiva
arbeiði er í sáttmálanum fyri
at verja hjálparlæknan og
tryggja, at sjúklingar altíð
kunnu kenna seg tryggar
og ikki stúra fyri, at læknin
ger feilir av møði. Um tað
vísir seg, at arbeiðstrýstið
á smærru sjúkrahúsunum
verður so stórt, at ásetingar
um hvíld ikki verða fylgdar,
so er talan um sáttmálabrot,
og tað verður ikki loyvt.
Lønin á smærru sjúkra
húsunum er útroknað í mun
til vanligu lønartreytirnar
hjá hjálparlæknum í Føroy
um.
Hjálparlæknalønin
í
Føroyum hevði í mong ár
verið afturútsigld í mun til
lønina hjá hjálparlæknum í
t.d. Danmark, men til seinastu
sáttmálasamráðingar
varð
bøtt nakað um hetta, tó at
tímalønin enn er nakað
lægri. Tískil forvinnur ein
nýggjur
hjálparlækni,
ið
kemur at starvast í Føroyum
27.389,82 kr. um mánaðin.
So hvørt sum royndirnar
og starvsaldurin hækkar,
koma førleikaviðbøtur til, og
lønin hækkar, men tá veksur
ábyrgdin eisini í stórum.
Smærru sjúkrahúsini hava
valt at hava royndar hjálp
arlæknar í forvakt, nakað,
sum er skilagott, tí hjálpar
læknarnir á smærru sjúkra
húsunum krevja at vera
sjálvstøðugir,
klára
stóra
ábyrgd og samstundis duga
at leggja arbeiðið til rættis,
soleiðis, at tíð er til hvíld.
Eginleikar, sum forvaktirnar
á Landssjúkrahúsinum sjálv
andi eisini skulu hava, men
tá ein er nýggjur frá uni
versitetinum, eru royndirnar
avmarkaðar, og samsvarandi
minni ábyrgd verður løgd á
teirra herðar – ið merkir, at
vaktskipanin á Landssjúkra
húsinum er meira útbygd, í
mun til smærru sjúkrahúsini,
við
royndum
bakvaktum
innan fleiri sergreinar.
Hjálparlæknar skulu helst
vera í útbúgvingarstarvi til
at gerast serlæknar, ella um
teir eru vorðnir serlæknar, so
setast sum deildarlæknar ella
yvirlæknar. Smærru sjúkra
húsini í Føroyum kunnu
ikki hava útbúgvingarstørv,
og at seta deildarlæknar
sum forvaktir er nokk ikki
haldbart.
Tískil
er
lítið
sannlíkt og ikki ráðiligt at
hjálparlæknar verða settir
í fast starv burturav á
smærru sjúkrahúsunum, tí
tað seinkar tilgongdina av
serlæknum. Tað merkir, at
hjálparlæknarnir, ið manna
forvaktirnar á Klaksvíkar
og Suðuroyar sjúkrahúsum,
hava fast starv aðrastaðni
eisini. Tíbetur eiga vit fitt av
dugnaligum hjálparlæknum
í Føroyum, ið arbeiða í
føstum starvi á Landssjúkra
húsinum ella úti í komm
unulæknaskipanini,
sum
kunnu átaka sær at manna
forvaktirnar á smærru sjúkra
húsunum. At hava royndar
hjálparlæknar í vakt í 168
tímar uttan íhald kostar tó
pengar.
Rokið um løn hjá hjálpar
læknum er íkomið, tí nýggja
forvaktsskipanin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi
skal
fíggjast.
Uppgávan hjá forvaktini á
Suðuroyar Sjúkrahúsi verður
ikki bert at passa sjúkrahúsið,
men eisini at síggja og
kanna sjúklingarnar, sum
kommunulæknavaktin
í
Tórshavn heldur hava tørv
á at verða sæddir av lækna
millum kl. 16 og 08. Tað merkir,
at
kommunulæknarnir
í
Suðuroy ikki skulu hava
vakt dag og nátt alt árið
runt, ið annars slítir og
elvir til, at tilgongdin av
kommunulæknum í Suðuroy
í framtíðini er sera ivasom.
Hví
Heilsumálaráðið
og
heilsumálaráðharrin ikki tosa
meira um grundgevingarnar
fyri at seta skipanina á
stovn, í staðin fyri at tosa
ávísum
løgtingsmonnum
eftir munninum, er mær
ein gáta. Tað er skuffandi
at
síggja,
at
ráðharrin
fyri
heilsumál
alment
í
fjølmiðlunum blandar seg
í
lønarviðurskiftini
hjá
hjálparlæknum. Tað vekir ikki
álit, nú tað stundar til nýggjar
sáttmálasamráðingar. Eisini
er tað skuffandi at síggja ein
løgtingslim, ið samstundis
er kommunulækni og enntá
hevur tíð at gera kristiligt
útvarp, seta spurnartekin við
førleikan hjá hjálparlæknum,
og skírir teir vandamiklar fyri
sjúklingarnar. Viðkomandi
løgtingslimur átti um nakar
vita, at ásetingar eru um
hvíld í sáttmálanum – hetta
tí, at hann var formaður í
felagnum fyri hjálparlæknar
í fleiri ár í 90 árunum. At
løgtingslimurin leggur eftir
lønini hjá hjálparlæknum
er eitt sindur undarligt, tí
nógvar av ásetingunum, ið
elva til lønina, ið løgtings
limurin gremir seg um, stava
frá tí tíðini, viðkomandi var
formaður.
Lønarviðurskiftini
hjá
hjálparlæknum í Føroyum
eru, sum sagt, ikki betur enn
í t.d. Danmark, har flestu
føroysku
læknarnir
eru
útbúgvnir og eru tætt til
knýttir. Skal føroyska heilsu
verkinum vera lív lagað í
framtíðini, so nyttar einki
at gera umstøðurnar hjá
hjálparlæknum verri, tí so
verður trupult at fáa teir til
landið. At áhaldandi styrkja
og
menna
heilsuverkið
merkir tískil, at fokus má
vera á at áhaldandi menna
lønar, útbúgvingar og gran
skingarviðurskifti hjá hjálpar
læknum í Føroyum, føroyska
samfelagnum at gagni.
Jan Rasmussen
Formaður fyri Yngri Læknar í Føroyum
Viðv. viðurskiftunum hjá
hjálparlæknum í Føroyum
Mikkjalsmessudag varð Olaf Johansen, sum hevur verið
skrivstovumaður í 35 ár í Føroya Fiskimannafelag, biðin
um at koma inn til Jan Højgaard. Har fekk hann eitt bræv,
ið boðaði frá, at hann varð burturvístur pr. dags dato! Í
hjálparleyst orðaða brævinum fekk Olaf onga greiða
fráboðan um, hví hann varð burturvístur. Burturvísing
verður bert framd í serstøkum førum, og hevur við sær sera
álvarsamar fylgjur fyri tann, ið verður burturvístur. Til
dømis fær viðkomandi onga uppsagnarløn. Menniskjaliga
er tað sjálvsagt ein dyggur smeitur at verða uppsagdur
– enn verri at verða burturvístur.
At Jan Højgaard kemur sær at gera slíkt, er ófatiligt.
Olaf hevur trúfast arbeitt fyri Fiskimannafelagið í ein
mansaldur. Hann hevur altíð arbeitt samvitskufult og
gjørt eftir viðtøkum felagsins. Fyrr – tá ið nógv var at gera
í Fiskimannafelagnum – arbeiddi hann mangan til seint
út á kvøldið, fyri at fáa ymiskt avgreitt til ásettu tíð. Olaf
dugir so sera væl at skriva, og alt, ið hann fæst við, er væl
úr hondum greitt.
Stundum eru lívsins brotasjógvar harðir. Í oktober 2004
gjørdist Olaf nýrasjúkur, og sama árið misti hann konu
sína. Hóast herviligu sjúkuna hevur Olaf arbeitt hvønn
dag, og síðani verið í dialysu eftir arbeiðstíð í 6 ár! Hetta
er ikki hvørsmansføri, tí nýrasjúklingar eru ofta so illa
fyri. Men fyri Olaf var arbeiðið lívsæðrin, og hann hevur
gjørt eitt megnarverk í Fiskimannafelagnum øll hesi
árini. Mangur maður man kenna Olaf frá skrivstovuni í
Fiskimannafelagnum, har fólk vóru vælkomin inn á gólvið
við tí, sum lá teimum á hjarta. Fólk eru skelkað av hesi
beistagerð, Jan Højgaard hevur framt. Av ókendari orsøk
skuldi Olaf burturvísast, hann skuldi fáa mønustingin.
Ikki virdi Jan Højgaard hann nóg mikið til at geva honum
uppsagnarløn heldur. Eg øtist, vamlist! Olaf átti at sloppið
at arbeitt, til hann sjálvur valdi at siga upp. Hann hevur
sanniliga uppiborið virðing eftir trúgva tænastu og
dygdargott arbeiði í meira enn 35 ár.
At Jan Højgaard, ið bert var smádrongur, tá ið Olaf
byrjaði at arbeiða í FF, kemur sær at fara soleiðis við einum
av sínum fólkum, má vera tekin um, at manninum vantar
nakrar grundleggjandi førleikar. Sjálvur er Jan Højgaard
borin á lógvum. Hann hevur, um nakar, merkt til stórsinni
og næstakærleika. Annars var hann ongantíð komin til
formanssessin, tað er so sikkurt og vist.
Ver vísur í, Jan Højgaard, at tú fert at hoyra meira til
hetta framyvir.
Katrin Dagbjartsdóttir
Ein beistagerð,
Jan Højgaard!
Nú tað er greitt, at vit hava eina landsferðslunevnd, vil
eg heita á hana, um at gera eina meting av restini av
vegakervinum í Norðoyggjum og almannakunngera hana.
Opið bræv til Landsferðslunevndina
– Í kjalarvørrinum
á húkinum í Klaksvík
Hallgerð Næs Simonsen
Lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá hjálparlæknum í Føroyum hevur verið
á breddanum bæði í Løgtinginum og í fjølmiðlunum. Tað eru serliga
lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá hjálparlæknum, ið arbeiða á smærru
sjúkrahúsunum í Suðuroy og í Klaksvík, ið hevur staðið fyri skotum