mikudagur 13. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
10
Sosialurin
Kjak
Á triðja sinni í tí sonevnda
“heimastýrinum”
hevur
fíggjarmarknaðurin elvt til
at seta Føroyar í skelk og
undantaksstøðu – og í veru
leikanum meginpartuirn av
vanligum fólki og vinnu undir
umsitng hjá myndugleikum,
ið vit ikki hava fólkaræðisliga
ávirkan á.
Okkara
uppgáva
er
taka og staðfesta politiska
ábyrgd. Men vit hoyra bara
teir leiðandi politikararnar
sum fíggjarmálaráðharran
og løgmann kasta ábyrgdina
fyri gongdini frá sær – og so
okkurt krímut neyðarróp frá
formanni Fólkafloksins, tá ov
seint er.
Sannleikin er, at hesir
tríggir ABCflokkarnir, ið
hava sitið á valdinum í Føroy
um seinastu 7 árini, hava verið
sum tiltikna keiputekningin:
Har ein heldur hendurnar
fyri oyruni. Annar heldur
fyri eyguni. Og hin triði fyri
munnin.
Fígg jarmálaráðharrin
hevur eftir at Eik varð sett
undir
umsiting
nærum
ført tað fram sum eina
dygd, at hann hevur sitið
í landsstýrinum gjøgnum
tvær bankakreppur (!). Var
nøkur verulig ábyrgd og
avleiðing, átti hesin veruleiki
at elvt til, at hann sjálvsagt
beinanvegin hevði lagt frá
sær og biðið um umbering
fyri onki at hava lært og at
hava stýrt so illa.
Men ABCflokkarnir eru
sum ein Bermudatríkantur
fyri ábyrgd og kós. Alt verður
burtur innanfyri teirra mark
og teir sleppa at kasta ábyrgd
frá sær og mala runt uttan
mál ella mið.
Óteljandi mótuppskot
og ávaringar
Sannleikin er, at ongin kann
siga seg óvitandi um ta støðu,
sum nú er íkomin – og sum
rakar
nógvar
túsundtals
føroyingar meint og kann
fáa djúptøknar avleiðingar
frameftir.
Samgonguflokkarnir hava
tilvitað og afturvendandi
felt og skúgvað burtur øll
uppskot, ið kundu havt fyri
byrgt støðuni og ábyrgdar
loysinum.
Lat meg bara nevna hesi:
Skatta og búskaparpolitikk
urin
hjá
ABCflokkunum
við Eidesgaard og Bárði
Nielsen á odda yvirhitaði
búskapin,
setti
onki
til
síðis og oysti bara meira á,
meðan bankarnir kappaðust
um at lána uppá kunstigu
uppblásingina av nýtsluni.
Meira enn 6 uppskot ár um
ár royndu at tálma og steðga
hesum
vitleysa
politikki,
men vórðu øll feld.
Uppskot á Fólkatingi um
at føroyskir myndugleikar
skuldu hava fult innlit í
støðua
og
gongdina
hjá
bankunum í Føroyum varð
felt. M.a. tí landsstýrið, har
Bárður Nielsen var fíggjar
málaráðharri og Eidesgaard
løgmaður, svaraði Fólkatingi
num at teir ikki vildu hava
hetta innlit.
Búskapargrunnurin,
ið
skuldi hýsa peningi fyri søl
una av Føroya Banka (1,6
mia) sum varð samtykt í løg
tingssamtykt, varð ongantíð
stovnaður. Ístaðin er ítøkiligt
løgtingslógaruppskot frá and
støðuni um Búskapargrunn
in felt 4 ferðir. Peningurin
er ístaðin futtaður av undir
ABC (peningur, sum eisni
blásti lán og nýtslu upp).
ABC
samtykti
serliga
lógarbroyting, ið skuldi eggja
fólki at lána sær pening til
at keypa partabrøv fyri við
skattafyrimuni. Ávarað varð
júst um, at hetta fór at eggja
til ósunna lántøku og binda
fólk niður frameftir – og
fleiri ferðir hevur verið roynt
frá andstøðuni at taka lógina
av. Men til fánýtis.
Uppskot um at forða
bankunum at flyta allar
konto og gjaldsskipanir av
landinum, hevur verið felt
av ABC, hóast ávaringarnar
gingu út í ólukkumát.
Tvey broytingarupp
skot feld í sambandi
við bankapakkarnar
Og í sambandi við sonevndu
bankapakkarnar,
sum
vórðu skundaðir ígjøgnum
eftuir fáum døgum, uttan at
landsstýrið hevur arbeitt við
málinum yvirhøvur, ávaraði
andstøðan um júst tað, sum
nú er hent. Og hevði tí tvær
ferðir ítøkiligt uppskot til
broytingar. ABC afturvísti tí
– m.a. við teirri grundgeving,
at landsstýrið skuldi nokk
fundast við danskar ráð
harrar og finna eina loysn og
tryggja sær innlit innan ein
mánaður var liðin. Tað hendi
ongantíð.
Fari at loyva mær at
endurgeva bort úr teimum
álitum, sum andstøðan skriv
aði um bankapakkarnar fyri
tveimum árum síðani. So
kunnu fólk sjálv meta um,
hvørt okkara landsstýri, ið
sambært lóg skal hava ábyrgd,
hevur tikið av henni:
Úr álitinum hjá
andstøðuni um
bankapakkar:
“Nú eru føroyskir peninga
stovnar so noyddir at taka lut
í eini skipan, har teir gjalda til
eina felags loysn, ið fyrst og
fremst er gjørd til at tryggja
danska fíggjarkervið.
Føroysku peningastovn
arnir kunnu í ringasta føri
gjalda upp til tilsamans 460
mió. kr., hóast teir ikki sjálvir
fáa tørv á at nýta skipanina
í lógaruppskotinum. Hesar
460 mió. krónurnar eru meira
enn tvífalt 2% av føroysku
bruttotjóðarúrtøkuni.
Og talan er um eina
loysn, ið fyrst og fremst
leggur rokningina til vanliga
borgaran og vanliga kundan
í peningastovnunum, sum
skulu
gjalda
við
hægri
rentu.
(...)
Tað er átaluvert, at før
oyskir myndugleikar ikki
hava tikið virknan lut í
samráðingum um og hava
viðgjørt hesa loysn út frá
føroyskum áhugamálum og
til tess at tryggja áhugamálini
hjá føroyska samfelagnum
sum heild.
Meðan danski fíggjar
marknaðurin
saman
við
stjórn og øllum politiskum
flokkum hava viðgjørt og eru
samd um eina loysn, ið uttan
iva verður mett skilabest fyri
danska samfelagið, er als
onki atlit tikið til føroyska
búskapin og til føroyska
fíggjarkervið.
Men hetta átti at verið
ein skipan, har Føroyar eru
nevndar sum ein partur í
skipanini. At hetta verður við
gjørt sum ein avtala millum
Føroyar og Danmark.
T.e., at Føroyar og føroy
sku peningastovnarnir knýta
seg í skipanina og taka lut
eftir egnum fortreytum.
Tí verður skotið upp:
• At lógaruppskotið greitt
ásetir, at talan er um eina
skipan fyri Danmark og
Føroyar
• at lutur føroysku pen
ingastovnanna til trygdar
grunnin verður ásettur í mun
til føroysku bruttotjóðar
úrtøkuna (2%).
• at føroyskir myndug
leikar hava umboð í teirri
nevnd, ið skal standa fyri
trygdarskipanina
og
fær
heimild at seta peningstovn
um krøv.
• at ásett verður, at sam
ráðingar
verða
millum
donsku og føroysku stjórnina
um, hvussu farið verður fram
við skyldum og møguligum
afturgjøldum.
Tí setir minnilutin fram
soljóðandi
broytingarupp
skot:
Í grein 1 verður sett sum
nýtt stk.2:
"Stk. 2. Inden for ramm
erne af den i stk. 1 nævnte
garantiordning
forhandler
Danmarks
regering
og
Færøernes landsstyre om en
aftale der skal sikre:
a) færøske medlemmer
i bestyrelsen for afviklings
selskabet
b) at de færøske penge
institutters
andel
i
ind
betaling og garanti sættes
i relation til det færøske
bruttonationalprodukt.
c) at færøske myndigheder
får fuldt indblik og orien
tering om lovens anvendelse
på samme niveau som den
danske regering
d) det færøske hjemme
styres
retsstilling,
hvor
den danske stat er nævnt i
loven.
e) at i de tilfælde, hvor
Afviklingsselskabet behandl
er sager vedrørende fær
øske pengeinstitutter, skal
færøske myndigheder ind
drages i behandlingen på
samme niveau som danske
myndigheder."”
Fyri føroysk stjórnarmál
og føroyskt fólkaræði og
ábyrgd kann tað als ikki
góðtakast, at tað politiska
ábyrgdarloysið,
sum
hevur
verið
atvoldin
til
trupulleikarnar,
nú
skal
elva
til
uppaftur
størri
ábyrgdarloysi
Við
uppskotnu
loysn
ini at seta donsku “banka
pakkarnar”
í
gildi
fyri
Føroyar,
leggja
føroyskir
myndugleikar alla ábyrgd
fyri fíggjarkervinum frá sær
til danskar myndugleikar:
Danska fíggjareftirlitið
fær øktar heimildir mótvegis
føroyskum peningastovnum
– uttan at føroyskir myndug
leikar
hava
innlit
ella
avgerðarrætt.
Danski Búskapar og
vinnumálarðaharrin
fær
heimildir at seta danskan
statspening
í
føroyskar
peningastovnar í prinsipp
inum í óavmarkaða tíð – uttan
at føroyskir myndugleikar
hava innlit ella avgerðarætt.
Fyri føroyska sjálvsvirðing
og føroyskt stríð at standa á
egnum beinum, er talan um
eitt risaafturstig, har vanligi
føroyingurin
og
føroyskt
vinnulív fær trúttað niður
í seg, at danska stjórnin
bjargar teirra pengum og
møguleikum, hóast talan ikki
er um nakra útreiðslu fyri
danska statin, men heldur
eina inntøku, um ætlanirnar
eydnast.
Fyri møguleikarnar hjá
føroyingum at reka skila
góðan fíggjar og búskap
arpolitikk
er
talan
um
eitt risaafturstig, tí størri
myndugleiki verður fluttur
til Danmarkar og onki innlit
tryggjað.
Og fyri føroyskt fólkaræði
er talan um, at føroyskir
politikarar
og
ráðharrar
kunnu ikki haldast til svars
fyri sínar avgerðir viðvíkjandi
fíggjarkervinum og vanligum
føroyskum húsarhaldum og
bankakundum, tí ábyrgdin
verður send av landinum.”
Ábyrgdarloysisins
Bermuda-tríkantur
Høgni Hoydal
ABC-flokkarnir eru eins og ein Bermuda-tríkantur fyri ábyrgd og kós: Uttan mun til hvørji
týdningarmikil mál koma inn um henda tríkantin, so hvørvur øll ábyrgd. Og tey, sum eru sett
at standa við ábyrgdini, sleppa at at reika runt við ongari kós, uttan at verða sett til svars