Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sunnudagin 10. oktober 2010 komu boðini um, at Mogens Holm Pedersen var deyður, 80 ára gamal. Við honum er ein trúgvur Føroyavinur farin. Fyrstu ferð eg hoyrdi um Mogens var í sekstiárunum í brævi frá Einari Kallsberg, sum tá var útsendingur fyri danska fíggjarmálaráðið í Washington. Har høvdu hann og Sunnuva hitt eina Strand­ arkonu, Magnhild, sum var gift donskum manni, sum var útsendur til danska aðal­ konsulátið í Chigago. Tá ið eg sjálvur kom í danska uttanríkisráðið í 1976 var ein av mínum fyrstu tæn astuferðum til New York á hav rættar­ stevnu. Har vóru stórmál fyri Føroyar á skránni og munagóð før oysk luttøka í sendinevnd danska ríkisins. Har hittu vit Mogens og Magnhild. Mogens var tá á danska aðal­ konsulátinum í New York. Tey vóru nógv saman við føroysku sendinevndini og buðu okkum heim til sín í Bronxville. Vinskapurin gjørdist sjálvsagt ikki minni av, at Magnhild og Sólvá, kona Atla Dam, vóru skyldkonur. Mogens tók løgfrøðiligt embætisprógv í 1956. Frá 1958 til 1960 var hann fulltrúi á Ríkisumboðnum. Harvið fekk hann eitt tilknýti til Føroya, sum vardi alt lívið. Har fann hann konu sína, Magnhild, fødd Johansen, ættað úr Gørð um á Strondum, og hon bar Føroyar við sær í hjart an um allastaðni tey fóru: Til Pakistan, USA í tveim um umførum, til Fíla­ beinsstrondina í Afrika, við tænastu í Keypmannahavn inn í millum. Bæði vóru tey blíð, fryntlig og hjartalig, og mangur hevur sitið væl inni hjá teimum, bæði i heimi teirra í Rungsted og á ymsum bústøðum úti í heimi. Sera væl dugdu tey at halda gomul sambond viðlíka. Fýra synir fingu tey: Jens, sum doyði í bestu árum, Mortan, sum eitt skifti búði á Strondum og fekk sær konu har í sóknini, Daniel og Karl Johan. Og tann hjartagóða Magnhild hevði so eisini eina fosturdóttur heim við úr Pakistan, Malenu, sum tey ættleiddu. Tá ið Einar Kallsberg alt ov ungur doyði í 1980 fór eg eitt skifti heim til Føroya at arbeiða í landsstýrinum. Tá var Mogens komin aftur í uttanríkisráðið og fekk hann í uppgávu at røkja starv mítt hesi árini 1980 – 1984. Hetta sama endurtók seg, tá ið landsstýrið árini 1993­ 2000 aftur hevði boð eftir mær, hesuferð til at leiða samráðingarnar við Bretland um landgrunsmarkið og taka lut í fyririeikingunum til olju­ leiting. Hesi árini var hann trúfastur luttakari í óteljandi samráðingum um føroysk uttanríkisáhugamál og hevur veitt mangari føroyskari sendi nevnd dugnað og hjálp. Mogens sýndi stóran áhuga fyri Føroyum og var væl lýddur av føroyskum sam­ ráði ngar fólkum. Ein ferð, sum meg minnist serliga væl, var til stóru FAO­ráðstevnuna um fiskiskap í Róm í 1984. Á skránni vóru týðandi mál fyri framtíð Føroya, og væl mannað nevnd umboðaði tær politisku Føroyar: Pauli Ellefsen løgmaður, Annfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Hilm ­ ar Kass, marknaðar nevnd ar­ formaður. Harum framt vóru vit tríggir em bætismenn: Mogens, Tryggvi Johansen og eg. Ráðstevnan vardi næstan tvær vikur, men vit ferðaðust bíliga, sum charterturistar, allir við maka. Hetta vóru hend­ ingarríkir dagar og hugnaligir afturat. Hin 1. mai 2000, eftir at hann var fyltur sjeyti, gavst Mogens í uttanríkisráðnum. Hann hevði góða heilsu og spældi tennis til langt upp í sjeytiárini. Í hoyna vóru tey oftast nakrar vikur á Strond­ um. Seinastu tvey árini tók heilsan at bila. Hann makt að­ ist burtur av innvortis krabba­ meini og nú orkaði hann ikki meira. Vit, sum hava kent Mog­ ens sum arbeiðsfelaga, fara at sakna hann, men sam stundis ugga okkum við minn inum um at hava kent eitt sera dám­ ligt menniskja. Størri verður saknurin hjá teimum, sum stóðu honum næst. Tey hugsa vit um við samkenslu. Mogens verður jarðaður 14. oktober 2010 úr Hørsholm kirkju. Í Lyngby 12. oktober 2010 Árni Olafsson Albert Róin 6. august 1936 – 8. oktober 2010 in memoriam Tú komst so tíðum inn um gátt við kvikum gongulagi, tú íkast gavst til orðadrátt, so snøgt sum loyst úr kvæði. Tín kvikleiki í orð og tal, tín sjónarring oss vísti, og lívsroyndir í hópatal so væl tín tala lýsti. Tú fórt um høv, tú fórt om lond, har væl tín vitan munti, men altíð bundu best tey bond til tey, tú heima unti. Tú heima átti tíni øll, í góðum rúmum korum, tú lærdi tey um fjørð og fjøll við góðum nýtum orðum. Tú vart ein egin serlig sál, so søkin í tí dulda, at øll ei skiltu heilt tað mál, tú goymdi í tí hulda. ­­­ Tú komst so mangan inn á gólv at hitta tey, tú kendi, um lív títt nærkaðist til tólv, tú heilsaði og vendi. ­­­ Nú fórt tú um tann evsta flúr at finna besta miðið, har góð er havn at enda túr: »Vár vinur, hvíl í friði«. pmp Nøkur minningarorð um Mogens Holm Pedersen