mikudagur 13. oktober 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
8
Sosialurin
Uni Arge
Eik Banki er farin í søguna, og
skelkurin hjá teimum flestu
hevur lagt seg, men onki er
broytt, síðan Sjóvinnubankin
og Føroya Banki róku út á
streymasjógv í 1992. Enn sum
áður vita føroyingar ikki fyrr
enn í evsta tíma, at bankarnir
eru um at fara av knóranum,
boðini koma úr danska fíggj
areftirlitinum,
og
undir
stór um trýsti skal politiska
skipanin so taka avgerðir,
ið kunnu kosta milliardir av
bjargingarkrónum.
Hvussu
kann
henda
skip anin broytast, er ein av
spurningunum, sum hevur
verið nógv umrøddur, síðan
tíð indini bórust um ringu
støðuna hjá Eik Banka 27.
september. Summi vilja hava
eitt føroyskt fíggjareftirlit,
onnur halda Føroyar vera ov
lítlar til egið fíggjareftirlit,
men ein millumleið er eisini
nevnd, sum kundi givið
polit isku skipanini neyvari
upp lýsingar um bankarnar
og tí betri førleikar at taka
avgerðir um bankakervið.
Stresstesta bankar
Hesa
millumleið
nevndi
Malan Johansen, bú skap
ar frøðingur á Virð is bræva
markn aði Føroya, á kjak
fund inum hjá Dimmalætting
í
Sjónleikarahúsinum
í
farnu viku. Hon vísti á, at í
Danmark stress testar Tjóð
bankin av og á stórar bank
ar sum Danske Bank og
Nordea, tí teir hava so ovur
honds sterka støðu í sam
felagnum. Tjóðbankin hevur
eisini Føroyar sum ábyrgdar
øki, men ger onki sovorðið
arbeiði í Føroyum.
– Fremsta málið hjá Tjóð
bankanum er at tryggja, at
danska bankaskipanin ikki
kollsiglir, og tí verða serliga
bankar sum Danske Bank
og Nordea eftirhugdir. Í
Før oyum kundu vit á sama
hátt
stresstestað
okkara
størstu bankar, tí so høvdu
vit havt eitt amboð, ið kundi
sagt politisku skipanini, um
lampurnar í bankunum lýsa
grønt, gult ella reytt, sigur
Malan Johansen.
Hon heldur, at Landsbanki
Føroya kundi gjørt hesar
roynd irnar. Trupulleikin í
løtuni er tó, at Landsbankin
sleppur ikki niður í bøkurnar
hjá peningastovnunum, tí
hesum hava peninga stovn
arnir sett seg ímóti. Lands
bankin sleppur einans at
síggja tøl fyri allan banka
sektorin, og hesi tøl kunnu
ikki brúkast at royna hald
førið hjá bankunum.
– Politikararnir eiga at
koma upp í leikin og samráða
seg fram til, at Landsbanki
Føroya fær heimild at sam
starva við danska tjóð bank
an um at stresstesta før oysku
peningastovnarnar. Stress
testirnar kunnu so vísa,
hvussu haldførið hjá bank
unum er, um eitt nú set húsa
prísirnir falla 20 prosent, ella
um fiskaprísirnir falla 50
prosent, sigur Malan Johan
sen.
Herd altjóða krøv
Hon vísir á, at í altjóða høpi
eru reglurnar fyri bankar
rættiliga
nógv
herdar
í
seinastuni
við
sonevndu
Basel 2reglunum, og skjótt
verða eisini Basel 3reglur
settar í gildi. Nýggju regl ur
nar hava við sær, at solvens
krøvini og gjaldføriskrøvini
verða herd. Krøvini skulu
stað festast í lóggávunum hjá
einstøku londunum í sein
asta lagi í 2013, so um Føroyar
fara at herða eftir litið við
egnum bankum, sam svarar
tað neyvt við rákið uttan
lands.
– Í framtíðini verður kravt,
at 50 teir størstu bankarnir í
ES, ið fara um landamørk,
skulu stresstestast. Bank
arnir í Føroyum teljast sjálv
andi ikki millum hesar bank
ar, men í Føroyum kundu
vit kravt tað sama, tí hóast
okkara
bankar
ikki
eru
stórir í altjóða høpi, eru teir
sera stórir á føroyska markn
aðinum.
Stresstestirnar
kundu
havt
displiner
andi ávirk an á bankarnar, so
út sving ini av banka krepp um
gjørd u st minni, sigur Malan
Johan sen.
Fyribyrgja vanlukku
Ynskinum um at fáa á føtur
eitt sjálvstøðugt føroyskt
fíggjareftirlit ivast hon tó í.
Trupult verður at uppbyggja
neyðuga førleikan í einum
tílíkum
eftirliti,
heldur
hon, tí so fáir bankar eru í
Før oy um, men at danska
fíggj areftirlitið sum oftast
kemur alt ov seint upp
leikin, er ongin ivi um, og tí
mugu føroyingar gjøgnum
Landsbankan fáa betri innlit
í støðuna hjá bankunum.
– Danska fíggjareftirlitið
kemur upp í leikin, tá sjúk
lingurin er deyðadømdur,
og so øsa fólk seg upp um,
at føroyingar onki fingu at
vita fyrrenn tríggjar dagar
eftir, at Brian Mikkelsen
visti alt. Men tað broytir ikki
grundleggjandi
støðuna,
at
sjúk lingurin
veruliga
var deyða dømdur, og tí er
neyðugt at fáa í lag eina
skipan, sum kann fyribyrgja,
at sjúk lingurin doyr. Vit
mugu tryggja okkum, at
hann kann gerast frískur
aftur, sigur Malan Johansen.
Neyvari føroyskt eftirlit
við bankunum neyðugt
STRESSTEST Um føroyingar fáa at vita frá donskum ráðharra, at ein føroyskur banki er insolventur,
tríggjar ella fimm dagar ov seint, er líkamikið. Neyðugt er at hava neyvari føroyskt eftirlit við bankunum,
og Landsbanki Føroya átti at kunnað stresstestað føroysku bankarnar, eins og Tjóðbankin stresstestar
danskar bankar, heldur Malan Johansen, búskaparfrøðingur á Virðisbrævamarknaði Føroya
– Í Føroyum kundu vit stresstestað okkara størstu bankar, tí so høvdu vit hava eitt amboð, ið kundi sagt politisku skipanini, um
lampurnar í bankunum lýsa grønt, gult ella reytt, sigur Malan Johansen, búskaparfrøðingur (innsetta myndin)