Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 20 Sosialurin Veiði- og heystblað VEKT Gongdin seinastu árini hevur verið, at miðalvektin á harunum er minkandi. Staðfestast kann tó, at størstu harurnar liva á Sandoynni og tær minstu í grannaoynni, Skúvoy. Henda haran sær eisini gott út, og smakkar helst eisini væl Mynd: Jens Kristian Vang at tær vóru so spakar, at tær komu heilt inn í garðarnar hjá fólki at finna sær føði. Eitt serstakt var við hesum fyrstu harunum, – eitt sum ein í fyrsta umfari ikki gav sær far um: Tær vóru allar hvítar á liti um vetrinum, men vórðu seinni trokaðar burtur av teimum bláu. Óhugsandi er ikki, at onkur av innfluttu harunum hevur havt eitt slíkt íborið lit-gen. Sambært okkara fyrsta djóra- lækna, Carl Johan Bech varð tann seinasta hvíta haran – snjóharan – skotin veturin 1916-17. Hetta gev- ur haraftrat orsøk til eina aðra áhugaverda eygleiðing, tí har an hevur í roynd og veru tvey lit frá- brigdi. Tær snjóharurnar sum reika norðuri í Mið- og Norðurnoregi og í Alpunum hava ein snjóhvítan vetrar búna, meðan harurnar í Før- oy um, Skotlandi, Írlandi, Suður- noregi og Suðursvøríki hava ein ljósa gráan vetrarbúna. Tríggjar løgur Granskarar í dag høvdu helst ynskt, at eitt sindur meiri var skrivað tá, fyri 155 árum síðani, um hesar fyrstu harurnar – til dømis um kyn teirra. Tað er nevniliga ikki heilt einfalt at avgera kyn á haru, og tað arbeiðið varð tíverri ikki gjørt í 1850’unum. Tí vita vit ikki hvussu kynsbýtið var á hesum fyrstu átta harunum. Sagt verður, at lættast er at avgera kynið, tá hon verður flett. Tá ið skinnið verður togað av, síggjast eistuni týðiliga á kallharuni. Staðfestast kann tó, at kynsbýtið av haruni, og umstøðurnar at eiga og føða, vóru hesum fyrstu norsku harunum til vildar í føroysku náttúruni. Bert tíggju ár seinni vórðu túsundtals harur taldar. Hetta kemur vist ikki av ongum, tí haran sum er kynsbúgvin eftir bert átta mánaðum, leggur tríggjar ferðir um árið, einar 2-3 ungar hvørja ferð. Fyrsta løgan er í februar/mars; onnur í mai/juni og triðja í august/ september. Stovnurin verður á mangar mátar hildin niðri av rovfugli, men tað munnu kortini vera harumenn sum taka flestu harurnar ta tíðina, ið loyvt er at skjóta. Henda tíðina er skift ár undan ári. Tey fyrstu árini heilt frá 1. oktober til 14. februar í 1881, frá 3. november til 3. desember í 1969 til í dag, nú tað er vorðið loyvt at skjóta haru frá 2. november og 31. desember. Tað vil so aftur siga, at verður veðrið til vildar 2. november, er líkt til at nógvir menn fara at fáa sær ein frídag fyri at fara á haruveiðu á fyrsta sinni í ár. snorri@sosialurin.fo (Heimildir: Fyrst og fremst Dorete Bloch, leiðara á Djóradeildini; Náttúrugripasavnið; internetið o.a.) Sambært okkara fyrsta djóralækna, Carl Johan Bech varð tann seinasta hvíta haran – snjóharan – skotin veturin 1916-17 … 4 harur blivu til 5000