Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Veiði- og heystblað Her eru nøkur viðurskifti, ið sermerkja haruna: 1. Haran (frøðiheiti: Lepus) heldur til í skógi og á lyngheiði. Hon leggur ungarnar í holum millum grót og klettar. 2. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er. 3. Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini. 4. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna. 5. Í Føroyum liggur kavin sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum. 6. Haran etur plantur, grøs, stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum. 7. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggjast tær eisini um dagin. 8. Pólhara og snjóhara verða veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl. 9. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var umleið 5000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um, hvussu nógv verður skotið árliga. 10. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember. (Kelda: www.stamps.fo) 10 UM HARUNA 15 ár uttan haru HARUDAGUR Veturin 1978-79 var so mikið harður fyri haruna í Nólsoy, at hon snøgt sagt doyði út. Í samfull 15 ár eftir hetta var eingin hara í allari oynni Snorri Brend Nólsoy: Í 1925 settu Niels á Botni og Jens Reinert sum teir fyrstu út haru í Nólsoy. Men tað gekk hvørki verri ella betri enn so, enn at tær allar doyðu út veturin 1978-79. Í 1994 syrgdu Hergeir og Marnar á Skúr fyri, at harur aftur vórðu settar út. Ta fyrstu haruna kom Jógvan á Argjaboða við, og tey fylgjandi árini vórðu 11 aðrar harur, frá ymsastaðni í Suðurstreymoy, settar út. 20. februar í ár kom Meinhard Hansen, Funningsbotnur út til Nólsoyar við einari ungari kvenn- haru. Henda varð somuleiðis sett út í hagan, til tess at fyribyrgja innan- nøring millum harurnar. Ein fastur dagur var ásettur, har tað var loyvt at skjóta haru í Nólsoy. Longu í 1998 vóru 14 harur skotnar. Tað var ásett, at hvør luttakari skuldi gjalda 200 krónur, men tá var íroknað bæði matur og drekka, sum stóð á borðinum fyri harumonnunum, tá teir komu heim aftur. 25 mans Í 2003 ár var so tann árligi haru- dagurin í Nólsoy settur at verða tann 15. november, skrivar kendi »fuglamaðurin«, Jens-Kjeld Jensen um henda túrin. Tilsamans 25 mans, teir flestu staðbundnir nólsoyingar, høvdu meldað seg til, og kl. 8.30 fóru teir frá Brandstøðini. Menninir býttu seg í tvinnar bólkar: Teir eldru og veiku fingu í lut at fara Norður á Boga og Suður í Dalar. Har sótu teir so fyri, tá bólk urin við teimum yngru monn- unum kom heimaftur, heilt sunnan av Borðuni, eftir fyrst av at hava gingið niður á Breiðurók og so vórðu endaðir á Oksadalsrygginum. Allir mans vóru heima aftur við Brandstøðina kl. 15.30, og tá lógu 98 harur á »lit de parade«. Fýra tær størstu vigaðu 3,5 kg, meðan tær flestu lógu um eini 3 kg. Miðalvektin á harunum var 2,765 kg. Hvør maður fekk fýra harur við til húsar, og tann síðsta haran var lutað kokkunum, ið borðreiddu fyri harumonnunum. – Ein góður dagur var farin at halla, skrivar altso Jens-Kjeld Jen- sen í Nólsoy. snorri@sosialurin.fo 98 harur Á heimasíðu síni hevur Jens-Kjeld Jensen gjørt eitt yvirlit yvir skotnar harur í oynni síðani 1998: 1998 - 14 harur 1999 - 24 harur 2000 - 60 harur 2001 - 57 harur 2002 - 79 harur 2003 - 98 harur. Miðalvektin var 2,765 kg. 2004 - 67 harur, 24 honir og 43 hannar. Miðalvektin var 2,637 kg. 2005 - 93 harur, 49 honir og 44 hannar. Miðalvektin var 2,729 kg. 2006 - 54 harur, 36 honir og 18 hannar. Miðalvektin var 2,710 kg. 2007 - 69 harur, 21 honir, 1 av ivasomum kyni og 47 hannar. Miðalvektin var 2,758 kg. 2008 - 73 harur, 64 honir, 1 av ivasomum kyni og 8 hannar. Miðalvektin var 2,632 kg. 2009 - 50 harur skotnar, 14 honir og 36 hannar. Miðalvektin var 2,639 kg. (millum 1,450 og 3,350 kg). 2009 - Millum jól og nýggjár hildu nakrir fáir menn ein óalmennan harudag og fóru út í Junkarshagan og Borðuna, tað er sunnara helvt, og skutu 10 harur, 5 honir og 5 hannar. Miðalvektin var 2,585 kg. (millum 1950 og 3,450 kg). (Kelda: www.jenskjeld.info) SIÐUR Nólsoyingar hava sín egna sið, tá talan er um haruveiðu. Henda haran er, til heiðurs fyri myndamannin, bókstaviliga sett upp (Mynd: www.jenskjeld.info) Allir mans vóru heima aftur við Brand støðina kl. 15.30, og tá lógu 98 harur á «lit de parade»