Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 22 Sosialurin Veiði- og heystblað Vilmund Jacobsen Flestu kenna svartfuglaveiði og nátaveiði, men tey eru ikki so mong, sum vita nakað serligt um súluveiði og líraveiði at siga. At súluveiða er ókend fyri mong, er í fyrsta lagi tí, at hetta er ein veiða, sum bert fer fram í Mykinesi – og í myrkri. Líraveiða er lítið kend, tí tað er bert á fáum plássum, at nakar líri er, og nú á døgum gongur líraveiða helst eisini bara fyri seg í myrkri. Áður drógu menn líra við króki, og tá kundi tað líka so væl vera í dagsljósi, men í dag man lítið vera gjørt við hetta. Líri, sum nú verður tikin, tá vertíðin er, er fuglur, sum kemur úr holuni og út at sita í myrkrinum, tá hin gamli fuglurin – skrápurin – nærkast tíðini, til hann kemur inn aftur av havinum við føði. Eitt hvítt egg Skrápur er í ætt við náta. Hann er myrkur og næstan svartur omaná bakinum og hvítur undir búkinum og fram eftir undir hálsinum. Fuglurin reiðrast í djúpum holum eins og lundi. Innast í holuni verpur bøgan eitt hvítt egg. Føroya Náttúrugripasavn veit at siga, at eggið verður bølt í 51 dagar, tá pisan kemur út. Tað er pisan hjá skrápi, sum verður rópt líri. Hon er næstan líka so feit sum nátungi og verður floygd eftir umleið 70 døgum. Uppi á landi sæst skrápur bert í myrkri, tá fuglurin flýgur til og frá holuni. Úti á havinum sæst skrápur, og um sumrarnar síggjast fuglarnir ofta í flokkum. Skrápur er flytifuglur, og á vetri ferðast hann heilt suður til hav­ leiðirnar við Argentina. Nøkur líralond Uttan at vita tað við vissu, er líkt til, at talið av líra, sum kemur undan á hvørjum ári, er minkandi. Kønir meta, at tað er rotta, sum er komin í oyggjarnar, har skrápur hevur reiðrast og hevur gjørt av við ein part av hesum stovni. Tí munnu frægastu líralondini, um vit kunnu rópa tey so, vera í oyggjum, har rotta enn ikki er komin. Í Skúvoy er framvegis væl av líra, og vanliga verður sagt, at fitt av skrápi reiðrast í Sandoynni, Trøll­ høvda og í Koltri. Nólsoyingar hava eisini gjøgnum øldir tikið líra, tó at talið ikki hevur verið tað stóra í nýggjari tíð, men hóast eingin rotta er í oynni, er kortini ikki líkt til, at stovnurin veksur. Nøkur ár hevur eingin veiða verið, tí menn hava valt at friðað urðina fyri veiði. Tað eru fleiri dømir um, at skráp ur eisini reiðrast í oyggjum og støð um, har rotta er og hevur verið leingi. Men í slíkum føri er hetta ofta í høgum hæddum, har rotta helst ikki trívist nakað serligt. Annars siga kønir, at rotta tekur bæði egg og ungar. Lítið man vera at ivast í, at náttúru viðurskifti, sum hava gingið út yvir svartfuglastovnin, eisini hava gjørt seg galdandi hjá skrápi. 25.000 pør Líraveiða verður ikki skrásett, men Føroya Náttúrugripasavn metir, at eini 25.000 skrápapør eiga í Før­ oyum og størstu bølini úti í heimi, sum náttúruvísundin veit um, eru í Bretlandi og Írlandi. Undirritaði, sum hevur skrivað hesa grein, hevur verið við til at tikið líra á nátt, bæði í Nólsoy og í Eysturoy, har eg sjálvur fyri longu nógvum árum síðan eri komin fram á nøkur støð í Eysturoy, har skrápur reiðrast – og nakrir lírar koma undan á hvørjum ári. Men ikki er talið stórt. Tá náttúruvísundin sigur, at skrápur er svartur oman á bakinum, er hetta ikki heilt rætt. Vit, sum kenna eitt sindur til skráp og líra, plaga at siga, at ungin er kolsvartur oman á rygginum, meðan skrápur – hin gamli fuglurin ­ skyggir myrka­ moyrreyður, tá tú í myrkri lýsir á hann við lummalykt. Hevur tú í myrkri fingið fatur á líra, sum einki dún hevur, kann vera ilt at kenna hendan frá tí gamla fuglinum, og hin gamli má undir ongum umstøðum takast. Í slíkum føri plagdu vit at siga, at ivast tú í, um ryggurin er kolsvartur, so slepp fuglinum aftur, tí so er talan um skráp – og ikki líra. Lummalykt loyvd Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn at draga líra. Nakrar dagar seinni var vanligt at taka líra við lummalykt í myrkri. Um mánaðarskiftið august/ sep­ tember er myrkt um 22­tíðina, og hetta plagdi at vera tíðin, tá menn, sum vóru farnir á líraveiði, fóru í hvør sína ætt á urðini og byrjaðu at leita við lummalykt. Í fuglaveiðilógini stendur um forbodnar veiðihættir, at hesir eru eitt nú snara, lokk ella kunstugt ljós, sum lummalyktin her verður rópt. Tó er viðmerkt í lógini, at lummalykt kann nýtast til tøku av líra. At enda kunnu vit vísa til Mikkjal á Ryggi, sum í fuglabók síni sigur, at líri er óføra feitur og verður hildin at vera rættiligt góðgæti. vilmund@sosialurin.fo Ein forvitnislig og lítið kend veiða FUGLAVEIÐA Tey flestu hava ongantíð sæð ein livandi líra, sum er pisan hjá skrápi. Eingin neyv skráseting finst sum sigur, hvussu stórur stovnurin er, men nógv bendir á, at rotta hevur verið við til at hildið stovninum niðri. Á nøkrum plássum verður líri tó framvegis veiddur við lummalykt í myrkri, men lítið og einki hoyrist um, hvussu vignast Vilmund Jacobsen Tað hendir ikki ofta, men tað hendir, at menn verða tiknir fyri ólógliga fuglaveiði. Talan kann vera um, at veiða fer fram í tíðini, tá ikki er loyvt at veiða ávís sløg av fugli – ella, at veiða fer fram ov nær landi, tá fuglabjørg annars skulu hava frið fyri larmi av byrsuskotum. Talan kann eisini gerast um djóra­ verndarmál, um veiða ikki fer fram á etiskan hátt. Um sekt fyri brot á fugla veiði­ lógina stendur, at minsta bótin er 4000 krónur fyri bátsmanningina, umframt at byrsa og møguligur fongur verða tikin. Á Fiskiveiðieftir lit in um siga tey, at dømir eru um bátsmanning, sum hevur fingið 4000 krónur í bót, umframt at meiri enn hin eina byrsan er tikin, tá ólógliga veiðan fór fram. – Hevur viðkomandi, sum verður tikin, framt brot á fuglaveiðilógina áður, kann hetta eis ini hava ávirkan á stødd ina av bótini, sigur Fiski­ veiði eftirlitið. Lagt verður aftrat, at tað ikki er ofta, at ólóg lig fuglaveiða verður staðfest, men hetta hendir av og á. vilmund@sosialurin.fo Dýrt at veiða fugl ólógliga BÓT Tað kann skjótt koma at kosta nógvan pening og dýrar byrsur, um menn veiða fugl ólógliga. Minsta bót fyri eina bátsmanning er 4000 krónur, og byrsur og veiða verða tikin Dømi er um bátsmanning, sum hevur fingið 4000 krónur í bót, umframt at meiri enn hin eina byrsan er tikin, tá ólóglig fuglaveiða er farin fram Her síggja vit ein skráp á flogi. Tað er pisan hjá skrápi, sum verður rópt líri. Líraveiða er lítið kend millum manna, men er framvegis ein partur av veiðimentanini á ávísum plássum ... sambært fuglaveiði­ lógini er forboð fyri at veiða fugl við kunstigum ljósi – men tó kann lummalykt nýtast til veiði av líra...