Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Veiði- og heystblað Vilmund Jacobsen Hetta er tíðin, tá veiðan eftir svart­ fugli júst er byrjað. Loyvt er at skjóta lomvigu, álku og lunda í tíðar skeiðnum frá 1. oktober til 20. januar. Fuglaveiða fer annars fram eftir løgtingslóg nr. 27, sum er frá 9. september í 1954 við onkrum seinni broytingum. Ein onnur fuglaveiða, sum eisini hevur áhuga millum menn, er veiða av skarvi, har skjóting er loyvd í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 30. november. Sagt verður, at væl hevur verið at fingið av lomviga onkrar dagar, og eisini hevur ljóðað, at menn hava fingið væl av skarvi. Svartfuglur er sera góður og forkunnugur matur. Í betri tíðini av árinum ásetir fuglaveiðilógin, at eingin skjóting skal fara fram undir fuglabjørgum nærri enn tríggjar fjórðingar úr nærmasta landi. Hetta er galdandi í tíðarskeiðnum frá 15. mars til 31. august. Henda áseting er sjálvandi fyri, at fuglur, sum tekur land og seinni fer at reiðrast, skal fáa frið í bjørg­ unum. Traditiónir – og tó At veiða fugl er í ein ávísan mun bundið at traditiónum – alt eftir hvørji økir í landinum, talan er um. Í ávísum bygdum og økjum eru fuglabjørg knýtt at staðnum, og her er tað serliga lundi, sum verður fleygaður. Í sínari tíð drógu menn eisini lundapisur. Har lomvigabjørg eru, var vanligt at taka egg, og í summum bygdum og økjum var eisini vanligt at fara eftir nátaeggum og nátugum, áðrenn hesir flugu av rókini. So hvørt, sum bátarnir fingu motor og gjørdust betri, fór ein størri partur av fuglaveiðini fram á sjónum, antin við byrsu eftir svart­ fugli ella við glúpi eftir nátungum. Í summum bygdum hevur eis­ ini verið vanligt um heystarnar og vetrarnar at skjóta bakskura, val­ mása og likkuskura. Meðan tað traditiónsbundnað kanska serliga fevnir um fuglaveiði í bjørgum, urðum og skorum og tøku av nátungum á sjónum, er skjóting av lomvigu kanska hin minst traditiónsbundni parturin av fuglaveiðini. Ymiskir hættir Tær nýtist ikki at vera vaksin upp á plássum, har fuglaveiða var ein partur av tilveruni, fyri at loysa bátin og fara tær ein túr út í fjørðin at skjóta svartfugl. Tað er tí ikki minst í Havn, har talið av bátum er rættiliga stórt, at tú sært menn fara út at skjóta svartfugl, tó at eingin gomul tradi­ tión neyðturviliga liggur aftan fyri hesa veiði hjá býarfólki. Einki skal tó takast frá monnum úr øðrum bygdum og økjum í landinum, sum so sanniliga eisini dúva upp á hesa veiði, nú loyvt er aftur at skjóta svartfugl. Tað eru menn, sum millum ár og dag royna allar veiðihættir og dáma alla fuglaveiði líka væl, meðan aðrir kanska bara skjóta svartfugl, taka nátungar við glúpi á sjónum ella veiða lunda við stong, tá tann tíðin er. Í hesi grein verður ikki nomið var aðrar aldargamlar veiðihættir, sum eitt nú eru fygling og snaru. Heldur ikki verður súluveiða tikin við í hesi grein. vilmund@sosialurin.fo Veiða eftir svartfugli er byrjað FUGLAVEIÐA At veiða fugl er ein partur av okkara traditiónum sum tjóð. Fuglur í síni heild er góður og forkunnugur matur. Ein partur av føroyingum dáma væl at veiða fugl, meðan mong ongantíð hava verið á slíkari veiði, og tískil í stóran mun hava verið fuglin á døgurðaborðinum fyri uttan SVARTFUGLUR Hetta er tíðin, tá loyvt er at skjóta svartfugl. Sum skilst, hava menn fingið væl av fugli onkrar dagar. Loyvt er at skjóta svartfugl fram til 20. januar ... so hvørt, sum bátarnir fingu motor og gjørdust betri, fór ein størri partur av fuglaveiðini fram á sjónum...